hósdagur 26. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 80 - 26. apríl 2007
tíðindi
•
•
•
1 kr. 269,-
2 kr. 369,-
3 kr. 609,-
Hvat kostar bíligasta haldið hjá
Rate fo ?
Flat
.
send: flatrate 1 til 1919
send: flatrate 2 til 1919
send: flatrate 3 til 1919
“
“
“
“
“
“
Tann hepni verður drigin
leygardagin kl. 18:00 og
kunngjørdur í Sosialinum
mánadagin
Vinn eina farteldu
Alt hetta kanst tú vinna í einum hesa vikuna.
Atkvøð nú og ver við í kappingini hesa vikuna.
Ein atkvøða kostar 5 kr. + vanligan SMS takst.
•
•
•
við breiðbandstelefon
við tráðleysum beinara
við ókeypis haldi í 3 mðr
Frá
Rate fo
Flat
.
Flat
.
Rate fo
tel. 60 60 60
KAPPINGIN
hesa vikuna
E i n T Æ N A S T A f r á
Svarar til vónirnar
Philip Jacobsen gongur í 9. a í Arg
ja skúla. Hann er í starvsvenjing
hjá Yndi Fitness
Starvsvenjing
Orð og mynd: Elin Brimnes og Rúna
Andreassen, praktikantar
Hví valdi tú hetta staðið?
Tað var tí, at eg visti um onkran sum hevði
verið her fyrr, og teimum dámdu ógvuliga
væl. Sjálvur havi eg eisini altíð viljað arbeitt
við onkrum slíkum.
Hvussu dámar tær?
Mær dámar væl. Tað hevur livað upp til mín
ar væntanir og vónir, so eg kann ikki klaga.
Hvat gera tey her?
Tey vaska maskinurnar, vaska gólvini. Eisini
selja tey proteindrykkir o.t., og so sjálvandi
vegleiða øllum, sum koma at venja, um mask
inurnar o.a.
Hvat gert tú?
Eg geri nakað tað sama sum starvsfólkini
gera. Tá kundar koma, leiði eg teir oftast til
starvsfólkini, uttan tá ið teir bara skulu keypa
okkurt.
Hvørjum vilt tú arbeiða við í framtíð
ini?
Tað verður okkurt, ið líkist hesum. Kanska
ikki akkurát her, men uttanlands. Eg hevði
eisini væl tíma at verið persónligur venjari.
Kristoffur ætlar at
verða sakførari
Í 9. d á Eysturskúlanum
gongur ein drongur, sum
eitur Kristoffur Kristoffersen.
Hann er í starvsvenjing hjá
Advokatfelagnum yviri við
Strond og ætlar sær at gerast
sakførari
Starvsvenjing
Orð og mynd: Elin Brimnes og Rúna
Andreassen, praktikantar
Hví valdi tú júst hettar staðið?
Tí at eg ætli mær at verða sakførari, tá
eg verði vaksin.
Hvat gera tey har?
Tey arbeiða fyri kundan, t.d. verja við
komandi í rættinum.
Hvat gert tú?
Eg hjálpi skrivaranum og sakførarun
um við sakum.
Hvussu dámar tær har?
Mær dámar ógvuliga væl.
Tað rular hjá grann
skoðaranum
Heini Winther Johnsen gongur í 9. a í
Eysturskúlanum. Hann er í starvsvenji
ng hjá grannskoðarafelagnum Spekt
Starvsvenjing
Orð og mynd: Elin Brimnes og Rúna Andreassen,
praktikantar
Hví valdi tú júst hettar staðið?
Tí at pápin hjá systkinabarninum hjá babba gav
mær íblástur. Hann er grannskoðari í Danmark, og
eg havi altíð hildið, at tað hevur verið spennandi,
og eg vildi sleppa, at vita meir um, hvat tey gera.
Hvat gera tey har?
Tey gera so nógv ymiskt. Millum annað halda tey
roknskap hjá fólkum ið ætla sær at stovna eitt felag
ella hava ein handil.
Hvat gert tú?
Eg printi pappír og eg oyðileggi pappír. Eisini
hjálpi eg teimum, ið arbeiða her við tí, eg kann.
Hvussu dámar tær?
Hetta rular!
Hvørjum vilt tú arbeiða við í framtíðini?
Eg veit ikki ordiliga. Tað skal verða okkurt sálarligt
arbeiði, ikki kropsligt. Møguliga grannskoðari.
Gera klárt til
plantusøluna
Rakul Á. Jakobsen gongur í 9. a í
Eysturskúlanum. Hon er í starvs
venjing hjá Skógrøkt Landsins
Starvsvenjing
Orð og mynd: Elin Brimnes og Rúna
Andreassen, praktikantar
Hví valdi tú júst hettar staðið?
Tí eg vildi sleppa onkustaðni, har eg kundi
gera okkurt, ikki bara sita á afturpartinum. So
segði ein vinmaður, at her var ordiliga gott, so
hví ikki?
Hvat gera tey her?
Tey framleiða runnar og trø, ið eru serliga góð
til tað føroyska veðurlagið. Beint nú verður
gjørt klárt til plantusøluna, ið byrjar 28.
apríl.
Hvat gert tú?
Eg flyti plantur oman í plantusøluna, eg vatni
plantur og taki ókrút upp, og eg potti.
Hvussu dámar tær?
Mær dámar super væl. Her er nógv at gera, fitt
fólk og deiliga frískligt.
Øðrvísi enn ein vanlig skúlagongd.
Hvørjum vilt tú arbeiða við í framtíðini?
Eg veit ikki. Hetta kundi kanska verðið nakað
av tí.