Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2007 Formaðurin í endurstovnaða felagnum »Ung í Miðflokkinum« ætlar, at felagið nú skal gerast ein virkin partur av flokkinum Politikkur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrstur at taka orðið í kjaki­ n­­um eftir formansfrá­greið­ ing­ina, var Arni Abraham­ sen, sum er formaður í end­ urstovnaða Ung í Mið­flokki­ num. Hann nam við fleiri týð­ andi mál, fleiri av teimum, sum Jenis hevði frammi, men eisini onnur mál. Serliga nevndi hann út­búgving og vísti á, at Vinnuháskúlin er við at verða álaður sundur. Hvørki lærarar ella næmingar trív­ ast, sum viðurskiftini eru eftir samanleggingina. Eis­ ini fíltist hann á, at skúla­ stjórin slapp so snikkaleysir burtur úr framferðarhátti sínum. Handfaringin av málinum um Miðnámsskúlan í Hovi fekk harðar ábreiðslur, og Arni Abrahamsen nevndi eisini ætlaða Ellisheimið í Vági, sum eftir hansara meting liggur heilt skeivt fyri, tí útsýnið er als ikki til staðar. Eisini eru ætlaðu bygg­ingarnar drignar út, samstundis sum tær eisini eru vorðnar munandi dýr­ ari. - Tá talan er um at byggja eitt ellisheim er altavger­ andi, at tey gomlu hava eitt útsýni, sum tey kunnu frøast yvir. Útsýni yvir havna­lag, yvir sjógvin, yvir tað, sum rørir seg í nær­ umhvørvinum. Hetta er ikki til staðar í ætlaðu byggingini í Vági, vísti undóms­for­ maðurin á. Limatalið økist Eitt annað mál, sum Arni Abrahamsen nam við, er kirkjuskatturin, og tað skila­ góða og eisini rættvísa í, at eisini stuðul til vælgerandi endamál átti at kunna dragast frá í skatti. Har hugsaði hann ikki bert um stuð­ul til samkomurnar. Formaðurin var annars væl nøgdur við framburðin hjá Ungum í Miðflokkinum eftir endurstovnanina. Hann metti, at síðani eykaaðal­ fund­in í januar hevur fe­lag­ ið fingið á leið 50 limir. Og tey eru sjálvandi til reiðar at gera sítt til at vaksa um flokkin og ikki minst at hjálpa til, tá valið stendur fyri durum. - Avgjøldini á umhvørvis­ vinarligum vørum eru eisini alt ov høg og eiga at verða lækkað, ongantíð ov skjótt, segði Arni Abrahamsen á landsfundi Miðfloksins. Hann nevndi dømið um spariperurnar. - Um tú kann keypa eina vanliga peru fyri 10 krónur, meðan tilsvarandi spari­ peran kostar 100 krónur, so er einki at siga til, at fólk velja tað fyrra. Og tað er avgjaldið, sum í flestu før­ um er orsøkin til dýra prísin, segði Arni Abraham­ sen. Annars lýsti Arni seg sjálv­an sum ein »gamal ungur« ið bara bíðaði eftir, at yngri kretir komu framat. So nú er »slagið frítt« hjá ungum í Miðflokkinum, held­ur politiski ungdóms­ for­maðurin hjá flokkinum. Ikki óvæntað fekk málið um 266b um­røðu í formans­ frágreiðingini hjá Jenisi av Rana, og for­ maðurin vísti á, at einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt Politikkur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í formansfrágreiðing síni nam Jenis av Rana, floks­ formaður, fyrst við týdning­ in av at hava ein kristiligan flokk burturav. - Royndir vísa, at tað kann geva meining at gera sína meining galdandi í sínum egna flokki, men tað røkkur ikki, tá saman um kem­ur, segði Jenis av Rana. Og síðani kom hann inn á málið um 266b, og hvussu limir í etableraðu flokkunum tá »bukkaðu undir«. Hann segði, at tað ikki neyð­turvi­ liga vóru tey, ið atkvøddu fyri, sum sviku, men kanska heldur tey, ið ikki atkvøddu ímóti. - Fyri stuttum síðani vóru eg og ein annar politikari í kjaki um júst hetta evni, at hava ein kristiligan flokk burturav, ella at gera sína ávirkan galdandi í tí flokki, ein er í. Hann argumenteraði væl fyri sínum sjónarmiðum, men tá til stytkkis kom, svíkti hansara flokkur í máli­num um 266b, og tað fekk álvarsligar fylgjur fyri viðkomandi, segði Jenis av Rana. Sambært floksfor­manni­ num hjá Miðflokkinum var tað ikki heilt til fánýtis, at soleiðis gekst við tí upp­ skotinum, tí Jenis metir, at tey nú eru betur brynjað ímóti tí, sum hann væntar, kemur næst. Eitt nú giftar­ mál í kirkju av samkyntum ella ættleiðing av børnum. Lív er lív Formaðurin í Miðflokkinum nýtti eisini høvið at minna fundarfólkið á, at hann var hin einasti, ið atkvøddi ímóti, tá uppskotið um at privati­sera Føroya Banka var fyri á tingi. Eitt annað av hjartamálum floksins er fosturtøka, og hetta mál fekk sjálvandi eisini rúmd í formans­frá­ greiðingini. Jenis mælti til, at málið verður ein sentralur spurningur hjá Miðflokki­ num í komandi valstríði. Í hesum sambandi nevndi hann støðuna í Kina, har for­eldur bert sleppa at fáa eitt barn, og har fostur­ vatnskanningar nú kunnu avdúka kynið. Um talan er um gentu, verður fosturtøka framd, segði Jenis av Rana. Familjupolitikkur er ann­ að týðandi mál fyri flokkin, og har er niðurstøðan greið hjá floksformanninum. - Samgongan hevur ong­ an familjupolitikk. Viðgerð­ ar­trygd, trygd fyri bústaði, trygd á ellisárum og virðilig pensjón eru mál, ið liggja flokkinum nær, men sum sam­gongan fullkomiliga for­sømir, segði Jenis av Rana. Samanlegging treyt Føroya Lærarafelag fer nú at kanna, hvussu umstøðurnar hjá fólkaskúlanum eru kring landið. Magnus Tausen, for­ maður, sigur við Útvarpið, at umstøðurnar eru ikki tær bestu allastaðni, og at hetta kemst millum annað av verandi skipan, sum býtir ábyrgdina millum land og kommunur. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur tó, at skulu komm­ unurnar yvirtaka fólkaskúlan, er tað ein treyt, at tær komm­ unalu eindirnar verða størri enn nú. Spyr um ferðaseðlar Á løgtingsfíggjarlógini í ár fingu Strandfaraskip Landsins fimm mió. krónur afturat játtanini til at gera tað bíligari hjá fólki og bilum at ferðast við skipunum hjá stovninum. Nú vil løgtingsmaðurin Gerhard Lognberg hava at vita, um og hvørjar ætlanir eru um at lækka ferðaseðlaprísin. Tí hevur hann spurt landsstýrismannin í innlendismálum, hvussu langt hetta arbeiðið er komið, og nær roknast kann við, at príslækkingin kemur í gildi. Jenis av Rana, floksformaður í Miðflokkinum: – 266b hevur brynjað okkum Miðflokkurin endurstovnar ungdómsfelag Gott hundrað fólk luttóku í landsfundinum hjá Miðflokkinu, ið varð hildin á Hotel Føroyum Mynd: Leo Poulsen Síðani ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum varð endurstovnað í januar, hevur felagið fingið á leið 50 limir, sigur Arni Abrahamsen, formaður Mynd: Leo Poulsen Miðflokkurin hevði landsfund leygardagin, har Jenis av Rana, floksformaður, mælti til at gera fosturtøku til ein sentralan spurning í komandi valstríði Mynd: Leo Poulsen