mánadagur 30. apríl 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Ummæli
Kim Simonsen
Myndir: Vónbjørt V.
Linjonsdóttir
Í løtuni er tað tað lokali
listamaðurin,
Archibald
Black, ið hevur eina fram
sýning í Leikalund við sím
un nýggjastu oljumálning
um.
Tað var ikki komið so
nógv fólk til tiltakið hendan
dagin. Klaksvíkin stóð tó á
øðrum endanum sunnudag
in, tí ókeypis var at koyra
ígjøgnum tunnilin. Bilarnir
stóðu tættir, so dagurin var
væl valdur til eitt slíkt til
tak. Kanska tað órógvarði
eitt sindur, at tað var so
nógv ferðsla uttanfyri og tí
larmur.
Framtíðarinnar
vagina
Yrkjarin Oddfríður Marni
Rasmussen læs fyrst ein
prosatekst
eftir
Marius
Johannesen um grunnings
høvd. Síðani komu tvær
heldur løgnar yrkingar um
framtíðarinnar kynslív, um
vaginur og penis um eini
2000 ár, hetta vóru týðingar
av yrkingum eftir Denise
Duhamel. Síðani læs hann
eina prosayrking eftir Russ
el Edson frá nýggja Vencili.
Yrkingarnar skuldu kanska
kløkka okkum, men eg veit
ikki, um tær søgdu mær
nakað sum helst.
Heðin M. Klein var næst
ur á skránni. Hann er ein
klassiskur yrkjari, ið m.a.
hevur eldri norskar fyri
myndir. “Genta í hurðini”
er t.d. ein vøkur yrking.
Heðin er ein inniligur upp
lesari, og hann torir í sínum
yrkingum at leggja seg á
eitt kensluborið spor. Fram
um hetta ber yrking hansara
brá av eini modernistiskari
hevd, ið eisini ger seg gald
andi og so serliga orðatón
leikinum, ið vit kenna frá
føroysku yrkingasøguni frá
fimti- til sjeytiárini, ið ser
liga Regini Dahl umboð
aði.
Hvørvvegir
Hanus Kamban læs tríggjar
longri yrkingar. Tann fyrsta
eitur »Samrøða við myrkr
ið«. Hon er ikki so spenn
andi sum tann næsta, hann
læs, ið kallast »Cafe Flore«,
ið er ein livandi og óvanlig
føroysk yrking um kaféina í
Paris á Bld. St-Germain.
Eg kom eisini at hugsa um
kendu kafeina Les Deux
Margots á Bld. St-Germain,
har André Breton, Louis
Aragon og Phillipe Soupault
skrivaðu
»Surrealistiska
Manifestið«. Fleri ferð eg
fór inn har, var ikki inn
komandi, og eg endaði tí
hvørjaferð á Café de Flore.
Triða yrkingin hjá Hanusi
var kanska hin besta a teim
øllum
»Hvørvvegir
til
Europa«, er ein góð yrking,
sum eitt barokt konfekt
fyllishorn av heimligum og
útlenskum stemningum og
musikaliteti, ið megnar at
samansjóða ein mjørka
morgun í Havn við Avalon
og ferðir út í (huga)heim.
Hanus burdi yrkt meiri.
Leikalund karmur um
Lítið arbeiðsloysi
Tað er ikki bara her hjá okkum, at arbeiðsloysið er minni
enn vanligt. Í Noregi hevur arbeiðsloysið ikki verið so lítið
síðani á sumri í 1988. Tey seinastu tølini siga, at 2,0 prosent
av teimum arbeiðstøku eru arbeiðsleys. Í juni í 1988 var
talið 1,9 prosent. Tað er eitt sindur ymiskt frá einum
landsluti til annan, hvussu tað er at fáa arbeiði. Størsta
arbeiðsloysið er í Finnmørkini, har tað er 3,6 prosent. Í
Rogalandi er tað minst, 1,5 prosent.
Kommuna rópar neyðarróp
Kommunustýrið í grønlendska býnum Aasiaat rópar
neyðarróp og vil hava landsins myndugleikar at taka onkur
stig fyri at basa tí ovurstóra arbeiðsloysinum í kommununi,
sum stendst av, at Royal Greenland hevur stongt rækjuvirkið
í býnum. Í einum almennum brævi skriva býráðslimirnir,
at vil Royal Greenland ikki lata virkið uppaftur, men onkur
annar sleppa at royna seg. Sagt verður, at 320 fólk eru
arbeiðsleys í Aasiaat mú.
Bókhandil, fløguhandil, kafé og lista
framsýningarhøli. Leikalund er eitt
stað, sum fólk í Klaksvík kunnu vera
stolt av at eiga. Í sambandi við at skald
skapartíðarritið Vencili er útkomið í
vár, varð skipað fyri upplestri í Klaksvík
tunnilsdagin