Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 30. apríl 2007 13 viðmerkingar viðmerking Jógvan Sundstein Aftan á at landsstýrismaðurin í innlendismálum hev­ur slept ætlanini um broyt­ing­ar í vallógini, trínur løg­tings­ for­mað­ ur­in fram og vil koma við einum upp­skoti um at gera Føroyar til eitt valdømi. Beinanvegin hev­ur Sjónvarp Føroya talt ting­mann­a­ at­kvøð­ur upp og staðfestir, at nú er meir­i­luti fyri einum slíkum upp­skoti. Kringv arpið loypur á leistum, løgtingsformaðurin og nakrir ting­menn gera tað sama. Nú skal skipanin “moderniserast”. Nú skulu eingir út­rokn­ing­ar­trup­ ul­leik­ar vera longur. So og so mangir flokkar stilla eitt ávíst tal av valevnum upp hvør. At­kvøtt verður millum somu list­ ar um alt landið, og lutfalsliga verður so roknað út, hvussu mang­ar sessir hvør flokkur hev­ ur fingið. Lætt og skjótt. Og argumentini eru enntá, at hetta er rættvíst og dem­o­krat­ iskt. Onkur síðuvinningur er eis­ ini afturat so sum, at nú ber til at fáa fleiri kvinnur valdar. Einki stríð við at halda upp­stil­l­ ing­ar­fund­ir í - nú fyrrverandi - valdømisfeløgunum. Einki stríð við at útvega stillarar í sjey ym­isk­um valdømum. Nei nú verð­ur alt skipað av eini mið­ leiðslu fyri hvønn flokk. Fyrstu ferð sleppa valdømisfeløgini kanska at spæla við. Men sum frá líður verður alt miðsavnað. Og hvat skulu vit hava alt hatta fjasið við valdømum til. Odd­a­greinin í Dimmu gevur svar­ið: Rationaliserið skipanina, Før­oy­ar telja ikki fleiri íbúgv ar enn ein danskur provinsbýur. So tað er bara at einsrætta alt sam­ alt. Nú havi eg fingið eitt sindur av kunnleika til ein danskan prov­ins­bý, sum er lagdur saman við fýra øðrum umligg jandi komm­unum til eina størri komm­unu við umleið 60.000 íbúgv­um. Men tað er ikki bara sum at siga tað. Trupulleikarnir eru margfaldir, og demokratiið virk­ar als ikki, burtursæð frá, at flokk­ar­nir hava mandatir í bý­ráð­ num samsvarandi lutfallinum av at­kvøð­um. Summar av fyrr­ver­ andi smærri kommununum hava fing­ið okkurt umboð valt í nýgg ja býráðið, aðrar ikki. Ó­nøgd­ in er stór í summum før­ um, aðrastaðni er tað lík­a­sæl­ an,sum ræður. Málið er bara ikki so einfalt, at vit kunnu sláa alt saman í eina pulju. Eg fari at loyva mær at sitera burtur úr uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya: ”Vit bygdu hetta landið í fornari tíð og skipaðu okkum við tingi, lógum og rættindum. Vit hava hildið ting til henda dag og skipað okkum eftir fólksins tørvi um landið alt.” (Brot úr formælinum). Frá fornari tíð komu menn sam­ an úr øll­um landinum til tings í Tórshavn. Dentur var lagdur á, at teir komu allastaðni frá. Sum frá leið, tá vit fingu beinleiðis val av tingmonnum, varð landið býtt upp í valdømi. Týdn­in­ga­r­ mik­ið var, at allir partar av landi­ num vóru umboðaðir og kundu føra fram síni sjónarmið. Seinri fingu vit politiskar flokkar, og hes­ir komu at standa fyri upp­ still­ing­u­num til løgtingsvalini. Tin­g­menn komu tí at umboða bæði flokkspolitisk sjónarmið og vera talsmenn fyri tað valdømi, tað vil siga tann part av landinum, teir umboðaðu. Tað ræður tí um at halda fast við tað prinsipiella í hesi dup­ult­ um­boð­an. Funnist hevur verið at, at nú­ver­andi valdømisskipan hevur havt við sær, at flokkarnir ikki al­tíð hava fingið “rætta” ting­ man­n­a­tal sambært lutfallinum av samlaða atkvøðutalinum. Dømi um hetta er í løtuni, at Sam­bands­flokkurin hevur ein mann ov lítið og Tjóð­veldi­s­ flokk­urin ein mann ov nógv í ting­i­num. Men hesin vansin kann rættast uttan at kollvelta skip­an­ina, soleiðis sum greitt verð­ur frá seinri. Ført hevur verið fram, at tað er ódemokratiskt t. d. at Suð­u­r­ streym­oy lutfallsliga hevur færri um­døm­is­valdar enn enn t. d. Sand­oygg­in ella Suðuroygg in. Men hetta er ein stór mis­skilj­ ing. Demokratiið er ikki ein spurn­ingur um matematiska út­javn­ ing, men fyrst og fremst ein spurningur um, at øll sjón­ar­ mið innan rímuligt mark kunnu sleppa framat. Tí eigur Suð­ur­ streym­oy t. d. ikki at hava rætt til 20 ferðir so nógv a umboðan á tingi sum Sandoygg in. Dem­o­ kratiski rætturin krevur, at hvørt av hesum valdømum er trygg jað um­boð­an við so nógv um rødd­ um, at tær kunnu hoyrast. Eitt rím­u­ligt tal í hesum døminum vildi tí verið, at Sandoygg in fekk trygg jað 2 og Suð­ur­streym­ oy 6 valdømisvald umboð. Tað størra fólkatalið í Suð­ur­streym­ oy vil hava við sær, at fleiri út­javn­ ing­arumboð koma í hesum valdøminum. Mín heilt klára sannføring er, at tað ikki er rætt at gera alt alt land­ið til eitt valdømi. Vandi vil tá vera fyri, at summir lok­al­pol­ iti­kk­arar ikki vera valdir, og sakn­ur verður í teimum. Hetta vil hindra eini javnari og skila­ góð­ari útbygg ing av øllum landi­ num. Og vit hava brúk fyri øll­ um landinum. Tað er ikki størri enn so. Í staðin fyri eitt valdømi, eig­ ur vallógin at vera broytt til, at sam­an­lagt kunnu veljast 33 ting­ menn (sum stýrisskipanarlógin loyv­ir) í teim sjey valdømunum. Hetta hevði longu givið ein eyk­ a­vald­an afturat teim 5, sum eru í løt­uni. Men um talið í teim báð­ um fólkaríkastu valdømunum sam­stund­is varð lækkað, kundi út­javn­ ing­ar­mandatini verið hækkað til 8 ella 9. Býtið kundi sostatt veri hetta: Hendan skipanin trygg jar øllum val­døm­um umboðan, eisini teim­ um við lítlum fólkatali. Hin­veg­ in vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri val­døm­is­ vald­ar, fáa teir flestu av teim eyk­a­valdu. Samstundis gevur hetta eitt lutfallsliga rættari býti mill­um politisku flokkarnar. Hend­an skipanin trygg jar sostatt bæði ta politisk/ideologisku um­boðanina og gevur lokalu ­á­hug­a­mál­unum rættiligs góðar um­støður. Møguliga eiga smávegis broyt­ ingar at vera gjørdar viðvíkjandi val­d­ømunum. Nærligg jandi er, at øll Sunda kommuna verður løgd afturat einum Nor­ð­streym­ oy­ar/Sundalags valdømi. Um Eið­is kommuna eisini varð løgd aft­ur­at hesum valdømi, skuldi hetta valdømi kanska havt 3 man­datir. Síðani vera 8 út­javni­n­ gar­mand­atir. Harafturímóti er einki, sum talar fyri, at Kolla­ fjørð­ur verður flutt til Suð­ur­ streym­oyar valdømi. Tvørt­ur­í­ móti er tað helst skilabetri, at Koll­a­fjørður “slítur” við Tórs­ havn­ ar kommunu og legg ur sam­ an við Sunda kommunu. Eitt sjónarmið, sum eisini hev­ ur verið frammi, er, at summar at­kvøð­ur telja meiri enn aðrar. Hetta virkar heilt óskiljandi. Um nóg nógv útj­avn­ ing­ar­man­ dat eru koma allir tingsessir at kosta nøkulunda tað sama í at­kvøðum. Niðurstøða mín er tí tann, at um tingmannasamansetingin skal vera demokratisk, skulu all­ ir partar av landinum trygg jast um­boð­an eins væl og flokkarnir fáa umboðan eftir síni at­kvøðustyrki. Sleppið tí ætl­an­u­ num um eitt valdømi, har alt fer í stóra pott. PS. Annars hevði eg í august 2005 eina grein um nøkulunda hetta sama evni. Greinin hevði heitið: “Lokalpolitikkur – val­ døm­ir”. Um onkur hevur áhuga fyri henni, kann hon væl finnast aftur. Norðoya valdømi 4 valdømisvaldar Eysturoya valdømi 4 valdømisvaldar Norðstreymoyar valdømi 2 valdømisvaldar Vága valdømi 2 valdømisvaldar Suðurstreymoyar valdømi 6 valdømisvaldar Sandoyar valdømi 2 valdømisvaldar Suðuroyar valdømi 4 valdømisvaldar Tilsamans 24 valdømisvaldar Harafturat koma upp til 9 eykavaldir Hetta gevur tilsamans 33 tingmenn Føroyar eitt valdømi. Hvat er demokratiskt? Tað ljóðar, sum Sos­i­al­ur­ in hevur havt ein heilan tíð­ind­a­mann í Bruxelles at eygleiða og rapportera tað nýggjasta frá fram­sýn­ ing­ini ”European Sea­food Exposition.” Har samlast virkir, sum fram­leiða fiskavørur og vísa tað nýggjasta fram. Tíðind­a­ mað­ur­in hjá Sos­i­ali­num var so grammur at fáa nýggj­heitirnar fram, at tað mest umráðandi bleiv lagt út á Portalin, longu leygardagin 28. apríl kl 13.23. Yvirskriftin var ”Kinesarar og russar áhuga fyri før­oysk­ um fiski”. Hetta var jú ein góð yvirskrift, sum boðaði frá spennandi tíðindum. Men í greinini, sum fylgdi, stóð ikki eitt orð meira um, hvat ið russarar og kinesarar høvdu havt áhuga fyri. Teir blivu als ikki nevndir aftur. Tað átti man at kunna vænta, haldi eg. Men nei, hatta var ein tóm yvirskrift. Ikki um fiskaproduktir, men flaggfokusering Men annars hevur tíð­ind­a­ber­ in verið vakin Tó eru tað ikki skøturavar, king prawns ella salmon tartare, sum hava áhuga. Nei, hann slær fast at: ”Føroyska merk­ið hev­ur eina serstøðu á fisk­i­vinn­u­fram­sýn­ ing­ini í Brússel” (Brússel, við einum serføroyskum tví­ ljóði –ú-, er helst koduorð fyri Bruxelles). Men aftur, hvat ið serstøðan ber í sær, fáa vit einki at vita um. Man kundi gitt, at ein serstøða hevði verið, um øll fløgg ini utt­an fyri høllina í ”Parc de Ex­pos­i­tion” vóru føroysk. Men nei, tað var heldur ikki soleiðsnar meint. Flaggstengurnar vóru líka høgar, halleluja! Vit fáa at vita at ”Merkið” var líka stórt sum ”Dannebrog”. Men er tað ein serstøða? Nei, stórtíðindini tykjast at vera, at allar flagg stengurnar utt­an fyri framsýningina í Bruxelles ”vóru líka høg­ar.” Fantastiskt. Gott at eyg­a­mál­ ið var kalibrerað og í lagið, so at hesi stórtíðindir kundu ber­ast í bý. Flagg stengurnar á eini seafood-framsýning vóru líka høgar. Tá tað er noterað og sent við ýlandi ferð til red­a­k­t­i­ó­n­ ina, sýn­ist sum at alt, sum var innan­dura hevði minni ella ongan áhuga. Nú var ær­an reddað, so til tramans við laksi, gogg um, sauce og skelj­um. Líkamikið er, hvør ið hevði vunn­ið heið­urs­ merk­­ir fyri nýggj­ ar og spenn­andi vør­ur. Nei, vit fáa einaferð enn at vita, at ”Merk­ið her er viðurkent og virt av vertunum.” Føroyingar vunnu einki Annars fór nógv spennandi fram hesar trígg jar dagarnar í Bruxelles. 38 produktir vóru komin í finaluna til at vinna ”Prix d’Elite”, sum verður givin í sjey ymiskum bólkum(legg til merkis, at teir ikki tosa um lond ella tjóð­ir her, tað snýr ser um fiskavørurnar) . Fýra fin­ al­ist­ar vóru úr Denmark, sum heimasíðan sigur frá. Tvey av hesum produktum vóru frá Royal Greenland, trummerum tjum uhadada. Hava teir ikki virðing fyri, at Royal Greenland er úr Grøn­landi? Var grønlendska flagg­ið ikki vundið á stong, ið var líka høg sum tann før­ oyska? Sást tú Baskaraflaggið, ella blivu teir di skrimineraðir? Vinnari av ”Seafood Prix d’El­ite” í bólkinum ”Best New Retail Product” bleiv virk­ið Angulas Anguinaga úr Spania. Teir halda til í einum býi sum eitur Irura. Hesin býur ligg ur í Bask­ar­ a­landinum. Teir í Baskara­ land­inum hava sítt egna reg­ i­o­nala flagg , tí regiónirnar í Spania hava sjálvstýri. Hevði tíðindamaðurin hjá Sos­i­alinum ikki eyga fyri, um bask­ar­a­flagg ið veitraði har, ”við­urkent og virt av vert­u­num.” Um tað ikki var har, og tað grønlendska heldur ikki, hava vertirnir so gjørt ein grimman mismun? Ella hvat? Elitumerki? Stutt og gott, føroyskir fram­ leið­arar komu aftur ongul í reyv. Teir vóru hvørki skotn­ir upp ella enn minni vunnu teir nakað elitumerki. Frægari eydnu næstu ferð. Men tíðindamaðurin hjá Sos­ialinum sá greitt, at flagg­stong­in við føroyska merk­i­num var minst líka so høg sum hinar. So hatta man hava verið ein frammúr fram­sýning. 29.4.07 Rolf Guttesen Jógvan Sundstein var løg­tings­mað­ ur frá 1970-94. Hann var løg­mað­ ur frá 1989-1991 og lands­stýr­is­ mað­ur í fíggjarmálum frá 1991-94 Flagstengurnar vóru líka langar!