mánadagur 30. apríl 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Um Kall
Kall er fjarskiftisfyritøka, sum bjóðar GSM og fastnet. Kall eigur
dóttirfelagið EITT, sum bjóðar breiðband kring alt landið. Kall
seldi fyri áleið 80 milliónir í 2006 og hevði 6,4 mió.kr. í avlopi. Á
Kalli starvast 26 fólk. Kall er umvegis samtakið TEYMI skrásett
á OMX (Norðurlendska partabrævamarknaðinum).
20 20 20
Roknskaparfólk
Kall søkir fólk við roknskaparroyndum at gerast
partur av Kalli
Arbeiðsuppgávur
• Bókingar
• Kunda- og veitarastýring
• Avstemman
• Uppsetan av mánaðar- og ársroknskapum
• Aðrar roknskaparligar uppgávur
Við øðrum orðum fært tú eitt sjálvstøðugt ábyrgdarøkið, við
nógvum og spennandi uppgávum í einari fyritøku, sum er
partur av skrásettum samtaki á partabrævamarknaðinum
(OMX).
Vit vænta at
• tú hevur viðkomandi útbúgving
• tú hevur arbeitt við bókhaldi í nøkur ár
• tú er vandur brúkari av Excel, Word og bókhaldsskipanum
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• tú er nærlagdur
• tú er liðspælari
• tú er røkin
• tú hevur hugin at læra
• tú er tolgóður til skjalfesting
Vit bjóða
Spennandi, mennandi og til tíðir krevjandi arbeiðsumstøður, har
høvið sjálvsagt er fyri framhaldandi, persónligari eins væl og
fakligari menning í einum livandi og dynamiskum umhvørvi. Til
starvið eru bæði møguleikar fyri flekstíð og heimaarbeiðsplássi.
Tú mást rokna við at arbeiða av og á í vikuskiftum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin verður avtalað í sams-
vari við royndir og førleika.
Kundarøktari
Í sambandi við økt virksemi søkja vit eftir dugnaligum
og framfýsnum starvsfólki til kundarøktina.
Arbeiðsuppgávur
• at svara fyrispurningum frá viðskiftafólki umvegis telefon ella
teldupost
• annars vanligar fyrifallandi uppgávur á skrivstovuni
Vit vænta, at
• tú ert rímiliga kring/ur í teldu og dugir at nýta mest vanligu
forritini
• tú hevur góð samstarvsevni og dugir at samskifta bæði við
lærd og leikfólk í talu og á skrift
• tú dugir at gera tað torføra einfalt
• tú ert liðspælari
• tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastutilvitað/ur
• tú leggur dent á at lata uppgávur til ásettu tíð og við tí góðsku,
sum viðskiftafólk okkara vænta
• tú ert røkin
Vit bjóða
Spennandi, mennandi og til tíðir krevjandi arbeiðsumstøður, har
høvið sjálvsagt er fyri framhaldandi, persónligari eins væl og
fakligari menning í einum livandi og dynamiskum umhvørvi.
Setanarviðurs kifti
Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin verður avtalað í sams-
vari við royndir og førleika. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Fyrispurningar
Hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin at ringja til Malan Johansen á 50 20 56 ella senda ein teldupost til malan@kall.fo
Umsóknir
Møguligar umsóknir saman við prógvum v.m. (CV) til omanfyri nevnda starv, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. mai. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði. Send umsóknina til:
Kall
Postboks 3299
Óðinshædd 2
FO-110 Tórshavn
Viðm. Brævbjálvan “roknskaparfólk”
Ella teldupost til malan@kall.fo
lýsingar