mánadagur 30. apríl 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ]
Barthez í
bardaga við
fjeppara
Fyrrverandi Manches
ter United-málverjin,
Fabien Barthez, er fyri
bils givin í sínum frans
ka felagi, Nantes.
Orsøkin er tann, at
hann um vikuskiftið
kom upp at táttast við
ein fjeppara hjá
liðnum. Tá ið hann
eftir ein dyst skuldi
fara til hús, stóðu
fimm rúsaðir fjepparar
frammanfyri bilin hjá
fyrrverandi franska
landsliðmálverjanum,
soleiðis at hann ikki
slapp at koyra. Hetta
spann øði í Barthez, og
hann fór upp at táttast
við tann eina
fjepparan. Tað er enn
óvist, um Fabien
Barthez bara skal køla
niður, ella um hann
veruliga er givin í fel
agnum.
Barcelona á
toppinum
FC Barcelona er í tøtt
um stríði við onnur fel
øg um spanska meista
raheitið í fótbólti. Um
vikuskiftið hevur eitt
umfar verið í La Liga,
og eftir at Sevilla
sunnudagin vann sín
dyst og legði seg á
odda í kappingini, var
kravið til Barcelona
ein sigur í dystinum
sunnukvøldið. Og tað
eydnaðist eisini
Barcelona at vinna
dystin ímóti Levante.
Eitt mál kom í
dystinum, og tað gjørdi
Eto’o.
KÍ vann uttan dyst
Kvinnuliðið hjá KÍ, sum hevur vunnið FM seinastu sjey árini, slapp ikki á vøllin um
vikuskiftið. Sambært skránni skuldi KÍ spæla ímóti NSÍ sunnudagin, men fyri einari
viku síðani boðaði NSÍ frá, at felagið fekk ikki manna kvinnuliðið hetta vikuskiftið, tí
so nógvir spælarar vóru burturstaddir. KÍ noktaði at flyta dystin, tí fundur í FSF fyrr í
ár staðfesti, at kvinnudystirnir skulu spælast til tíðina. Endin var tí tann, at NSÍ møtti
ikki til dystin í dag, og KÍ vann uttan dyst. NSÍ missir eisini heimavøllin til seinna
dystin ímóti KÍ.
B36 vann í Gøtu
Oddaliðið í kvinnukappingini, B36, spældi sunnudagin í Gøtu, og har fingu kvinnurnar
úr Havn góða mótstøðu. Tá ið átta minuttir vóru eftir at spæla var støðan 1-1, men so
eydnaðist tað B36 at skora sigursmálið og halda fast um oddastøðuna í deildini. AB og
EB/Streymur spældu á Argjum, og hóast AB var á odda 2-0 í hálvleikinum, eydnaðist
tað EB/Streymi at vinna 3-2. Hetta er fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í kappingini í ár.
Triðja og seinasta
úttøkukappingin hjá
bogaskjúttunum var
um vikuskiftið
Bogaskjóting
tíðindaskriv
Líkindini at skjóta vóru
av teimum allar bestu á
Svangaskarði. Við vóru 6
compound- og 12 recurve
skjúttar.
Bogaskjótideildin hevði
ásett minstu krøv til skjút
tarnar, har teir í trimum kap
pingum skuldu megna krav
ið minst einaferð, samstund
is sum tvær tær bestu kapp
ingarnar samanlagt vóru
grundarlag fyri kvalifiser
ing.
Við á hvørjum liði kunnu
verða í mesta lagi 6 skjúttar
– fýra menn og tvær kvinn
ur.
Krøvini vóru: kvinnur
recurve 850 stig, menn
recurve 1000 stig, kvinnur
compound 1100 stig og
menn compound 1200 stig.
Undan kappingini høvdu
seks skjúttar kvalificerað
seg og í kappingini leygar
dagin vóru trý pláss eftir at
dystast um. Av tí, at bert ein
kvinna skjýtur í compound,
var eingin at fylla plássið,
ið eftir var. Eitt pláss var eft
ir til menn compound, menn
recurve og kvinnur recur
ve.
Enn einaferð vórðu fleiri
føroysk og persónlig met
sett. Annika Vang setti nýtt
met á 30 metrum í recurve
við , og tað sama gjørdi
Absalon Hansen.
Eftir triðju kappingina
eru endaligu liðini úttikin,
og eru tey hesi:
Recurve: Hans Petur Høj
gaard, Absalon Hansen,
Rógvi Mohr, Eirikur í Ják
upsstovu, Annika Vang og
Jastrid M. Jensen.
Compound: Jógvan Nicla
sen, Per Holm Andersen,
Schandorff Vang og Sigrid
Vang.
Umframt
skjúttarnar
verða tveir hjálparar við á
ferðini til Rhodos, teir eru
Jógvan Magnus Andreasen
úr Vágaskotum og Rakul
Dam úr Tambar.
Eftir tapið fyri AB í
steypakappingini, tók
tist B36 veruliga hava
sett sær fyri at hevna
eyðmýkingina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin í Gundadal var
ikki meira enn sjey minuttir
gamal, áðrenn tað mesta
varð avgjørt. Tá hevði Han
us Thorleifsson tvær ferðir
runnið seg ígjøgnum vinstra
verjuborð hjá AB, og í báð
um førum var Sylla til reið
ar at umseta møguleikan til
mál.
Kortspæl
Og so gekk dysturin annars
fyri tað nógva í drúgvari
tómgongd. B36 megnaði
ikki at halda leikferðini
uppi, og tó at AB royndi at
koma sær til møguleikar, so
gjørdist talan ikki um nak
rar stórar av slagnum.
Í róliga dystinum, sum á
ongan hátt var hart spældur,
hevði dómari gula kortið á
lofti ikki færri enn 8 ferðir.
Tvær ferðir av hesum var
Kenneth Jacobsen móttak
ari, og tí mátti B36 spæla at
kalla allan seinna hálvleik
við 10 monnum.
Men hetta nervaði tó ikki
B36 tað heilt nógva. Gaman
í hevði AB nú bóltin nakað
meira, men tað var sjáldan,
at teir av álvara hóttu málið.
Og í hinum endanum hevði
B36 framvegis bit í sínum
álopsroyndum.
Klassamunur
Tað eydnaðist teimum eisi
ni í tveimum førum at økja
um leiðsluna. Fyrru ferðina,
tá Fróði Benjaminsen varð
skumpaður í ryggin, tá hann
skuldi stúta innlegg móti
málinum. Og seinnu ferð
ina, tá Sylla skeyt sítt fyrsta
hat-trick fyri B36, eftir at
Alex Jose dos Santos hevði
sent langt og neyvt inn um
AB-verjuna,
ið
var
fangað ov høgt uppi á
vøllinum.
At AB í evstu
løtu fekk minkað
um munin,
b r o y t t i
ikki mynd
ina av, at
B36
so
ruddiliga
fekk próg
vað, at tal
an var um
kiksara
í
steypakapp
ingini. Munurin
í mun til ta ferðina
var tó, at B36 hesa
ferð var til reiðar at
spæla. Ein læra,
sum helst ikki kann
lærast nóg ofta.
AB
B36
B36-AB 4-1 (2-0):
Hesa ferð var B36 til
reiðar
Við einum hat-trick var
Sylla høvuðsmaðurin, tá
B36 leygardagin vann trygt
á AB. Júst Sylla var ikki
tøkur, tá B36 tapti fyri AB
í steypakappingini, men
munurin á liðunum var tó
meira enn bara tann eini
maðurin.
Mynd: Álvur Haraldsen
Skjúttarnir til reiðar til Oyl
Bogaskjúttarnir hava ofta gjørt góð hál fyri Føroyar á
Oyggjaleikum