Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 30. apríl 2007 39 Trapputing um fólkakirkjuna www.sosialurin.fo Fólkakirkjan í Miðlahúsinum týskvøldið 1. mai kl. 20:00 Hvat vilja vit við við kirkjuni, nú danir hava givið okkum hana? Kirkjan hon er eitt gamalt hús. Men ætlanin er at yvirtaka hana á ólavsøku og lata hana í føroyskan búna, hóast allar lógirnar ikki eru liðugt smíðaðar enn. Týskvøldið 1. mai kl. 20 varpar Trapputingið í Miðlahúsinum ljós á kirkjuna og spyr m.a., um læran enn er nóg væl tryggjað av donsku grundlógini, hvør skal verða yvirhøvd, skal leikfólkið enn vera so at siga ólønt, og hví vit skulu yvirtaka kirkjuna, tá hon kortini skal halda fram í verandi bygnaði? Luttakarar eru Poul Michelsen, tingmaður og limur í politiska fylgibólkinum, Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna og limur í politiska fylgibólkinum, Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, og Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum Miðlahúsið hevur nú í skjótt tvey ár verið karmur um sonevnda Trapputingið, har endamálið er at taka upp týðandi mál, sum eru uppi í tíðini. Her kann talan vera um mál, sum hava verið ella fara at verða viðgjørd í Løgtinginum, men eisini um mál, ið annars upptaka fólk. Á Trapputinginum sleppa fakfólk og leikfólk at siga sína hugsan um aktuell evni, og vón okkara er, at hetta fær týdning fyri málið framyvir. Eitt nú undir viðgerðini og orðaskiftinum á Løgtingi, soleiðis at vit og tit geva tingfólkum eitt betri grundarlag at taka støðu út frá. Vit stuðla fría orðinum og stimbra demokratiska orðaskiftinum millum fólk í Føroyum. miðlahúsið lýsingar