Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 43 - 2. mars 2001 gult cyan magenta svart Nr. 43 - 2. mars 2001 21 gult cyan magenta svart At vit júst eru komin framvið jólum, nýggj- ári og føstulávint merkir skránna hjá Kuningarstovuni í Havn. Eftir yvir- mettaða skrá, er nú meira rúmsátt. Felags fyri tiltøkini í hesum kuldanum er, at tey flest øll eru innan- veggja og nøkur eru sera forvitnislig og nýskapandi MIÐBÝURIN Dagfinn Olsen Á kunningarstovuni í Havn starvast tey enn sum áður við at leggja til rættis og samskipa ymisk tiltøk í høvuðsstaðnum. Ingigerð á Trøðni sigur frá Kunningarstovuni, at júst nú er ikki so nógv á skránni, men tó so, tí alla tíðina er okkurt. Jólini og nýggjár eru far- in framvið við hópin av til- tøkum og í so mangar mát- ar eru januar og februar heldur linligari mánaðir. Men nú tekur at vára, hóast kulda og kava. Ymisk tiltøk eru á skránni og flest øll eru tey undir taki undir meira fjálgum umstøðum. Millum tiltøkini í Havn komandi vikurnar eru til dømis tiltakið Aftur í 60’ini, sum verður 20. og 21. apríl. Michael Learns to Rock hevur konsert tann 9. mars. Hesi tiltøk verða í Høllini á Hálsi. Weekend Í Sjónleikarhúsinum verður í hesum døgum sett hol á nýtt tiltak. Kári Petersen er veteranur í Sjónleikarhús- inum og hann stendur á odda fyri tiltakinum Vár- skemt, ið av stigtakaranum verður sagt at innihalda søgu, skemt, sang, tónleik, nostalgi og eitt vet av ørskapi. Tann 17. mars verður frumframførsla av nýggj- um føroyskum sjónleiki á Meiarínum. Talan er um leikin “Eitur nakað land Weekend”. Jóanes Nielsen vann við hesum leikritinum kappingina hjá Leikpalli Føroya fyrr í ár. Umframt hetta, so er eisini árliga várframsýn- ingin í Listaskálanum á skránni. Mentanarnátt Millum meira spennandi og nýskapandi ætlanirnar hjá Kunningarstovuni, er ætl- anin um eina sonevnda kulturnátt, mentanarnátt. Hetta er kent aðrastaðni, t.d. Keypmannahavn í fjør. Til slík tiltøk er vanligt, at nærum alt er opið, eisini almenn støð og stovnar. Soleiðis fáa fólk møguleika at vitja støð, ið tey vanliga ikki vitja ella høvdu komið annars. Í Keypmannahavn var m.a. Fólkatingið opið, eins og hópurin av almenn- um støðum. Ingigerð á Trøðni vil ikki siga so nógv um tiltakið enn, tí enn er nakað tíðliga. Men hon sigur, at ætlandi verður hetta tiltak einaferð í juni ella juli. Og sum vit kenna tað aðrastaðni, so verður roynt at fáa so nógv sum gjørligt við uppá til- takið. Av Kunningarstovuni verður sagt, at handlar og stovnar, sum samband hev- ur verið við, hava tikið væl ímóti hugskotinum um eina mentanarnátt í høvuðsstað- num. Nærri fæst at vita um til- tøk við at leita inn á heima- síðuna hjá Kunningarstov- uni: www.kunning.fo Kalt vár við heitum tiltøkum Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, sigur, at ymiskt er frammi millum býráðspolitikarar viðvíkjandi fríðkan av høvuðsstaðnum MIÐBÝURIN Dagfinn Olsen Miðbýurin í Havn er nógv broyttur, um vit samanbera hann við útsjóndina fyri 20 til 25 árum síðani. Smærri broytingar hava støðugt verið seinnu árini. Jan Christiansen, borgar- stjóri í høvuðsstaðnum og royndur býráðspolitikari sigur, at seinnu árini er ymiskt gjørt at fríðka um kring miðbýin. Hann nevnir nýløgdu flísarnar kring Gamla Bók- handil og annað. – Eg veit ikki, hvussu nógvar ætlanir eru ítøki- ligar júst nú. Frammi hevur verið at leggja ferðsluna um og at fríðka um t.d. á Káta Horninum, sigur Jan Christiansen. Á Káta Horninum eru longu strípur komnar í veg- in, so ferðslan verður beind ávísar vegir. Jan Christiansen nevnir, at ymsar tekningar hava verið á borðinum hjá tekn- iskudeild hjá Tórshavnar Býráð, men hann sigur, at í løtuni er avmarkað við ítøkiligum ætlanum, men ymiskt er frammi í kjakin- um millum býráðspolitik- arar. Hann leggur dent á, at tað er frammaliga í hugan- um á politikarum, at hava Miðbýin hugnaligan, so óivað verður eitt og annað á broytingar leið at síggja, nú eins og áður, til frama fyri trivnaðin. Miðbýarætlanir til umrøðu Tekning av ætlanum fyri Miðbýin í Havn. Hóast avmarkaðar ítøkiligar ætlanir júst nú, so er ymiskt á tekniborðinum og býráðspolitikarar hava ymiskt frammi í práti sínamillum, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? KJALLARIN Sosialurin - Tel. 311820 langur leygardagur Troyggjur Buksur Rullukraga troyggjur Harra acupuncture FYRR 998,- Blusir REST SKÓTOY uttan mun til áður prís NÚ 199,- / 299,- KJALLARIN Á a r ve g u r 5 - T l f . 3 1 3 7 2 0 Nú 499,- Jakkar Uttan mun til áður prís [frá 3.000,-] TILBOÐ bert leygardagin REST STYLVAR høgir og lágir FYRR 1.200,- NÚ ÷ 50% NÚ 499,- list og húsgøgn NÓGV NÝTT H E I M K O M I Ð Frá t.d. Ternutar buksur 3/4 lilla • sand Ymiskir yvirdeilar lilla • sand • ljósabláir kr. 369,- Undirkjólar svartir • lilla • offwhite • ljóst grønir kr. 249,- Drúgvur leygardagur opið er til kl. 17 Restirnar frá útsøluni verða seldar ÷20% av útsøluprísinum Útsøluendabrestur GULL- HORNIÐ v/ L.E.H.N Bringsnagøta 1 • Dandastova FO-100 Tórshavn Tel. 314430, heima 318361 Letur av allari vøru, til langan leygar- dag. 20% Gullhornið Stóra BÓKAÚTSØLAN heldur fram Julebrygg 128 kr. Nú 48 kr. Skide godt Egon 249 kr. Nú 129 kr. Fleiri bøkur eru komnar heim 249 kr. Nú 79 kr. Den fuldkomne storm til dømis: Sosialurin - 311820 Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Stóra bringu ella lítla? Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. veitst tú ikki tað? i Sosialurin Heimasí›ur Framkomnar web-loysnir www.vit.fo Undir Bryggjubakka 17 FO-100 Tórshavn Tlf. 319914 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650