mikudagur 4. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
17
Ein kendur franskur filmur eitur
Les Vacances de Monsieur
Hulot, eftir kenda leikstjóran
Tati. Eg kom at hugsa um hendan
filmin, tá eg sá Mr. Bean fara til
Frankaríki í nýggja filminum Mr.
Bean fer at ferðast.
Mr. Bean er sosialt brekaður
og ein sera barnslig sál, ið bert
kemur illa fyri, líkamikið hvat
hann so ger. Hvat hesin Mr. Bean
líður av, er ringt at siga, men
helst okkurt slag av autismu ella
asbergersyndromi.
Sum ein hálvavegna stummur
karakterur innan skemtileikin
minnir hann um Buster Keaton og
Chaplin, men Mr. Bean er altíð á
lægri støðið, enn hesir risanir frá
stummfilminum.
Í nýggja filminum, hevur hann
vunnið eina ferð til Cannes og eitt
videokamera í einum kirkjubasari.
Hann skal búgva í heimskenda
suðurfranska býinum Cannes,
meðan tað er filmfestivalur.
Bean fer við tokinum úr Paris og
filmar sum eitt býtt alt ávegis.
Hann biður eisini onnur filma seg,
m.a. russiska leikstjóran Emil
Duchesvesky. Hetta endar við, at
hesin ikki kemur við tokinum, men
bæði Bean og sonurin Stepan
koyra víðari.
Tour de France
Tað gongur illa hjá Mr. Bean at
finna pápan aftur. Herfrá gongur
alt galið, sum tað altíð ger, tí
Bean gloymur pening, pas og
billettina.
Tá hann fer av aftur tokinum,
veit hann ikki, hvar hann er. Hann
og Stepan royna nú at forvinna
pening sum spælimenn fyri at
sleppa til Cannes. Tá teir hava
keypt billettina, er tað Mr. Bean,
ið gerst ov seinur. Hann roynur nú
at tumla suðureftir. Hann sleppur
við Sabine, ið er sjónleikari og
spælir við í einum filmi í Cannes.
Mr. Bean er nú eftirlýstur
av franska gendarmarunum.
Spurningurin er um Mr. Bean
megnar at koma til Cannes til
gallapremieru á filminum hjá
Sabine.
Hongur nøkunlunda
saman
Øll kenna hendan Mr. Bean, frá
røðini um Bean. Seinast vit sóu
hann í spælifilmslongd var í
1997, tá hann fór til Los Angeles
sum listafrøðingur í filminum Mr.
Bean.
Rowan Atkinson er ein
stuttligur skemtileikari, vit kenna
hann best frá leiklutunum sum
klóka og skarpa Blackadder.
Sjálvur sigur hann, at: ”Hesin
filmurin er meiri evropeiskur enn
hini fyrri, ið var amerikanskur í
sínum stíli.
Tað er neyðugt, at halda at Mr.
Bean er stuttligur fyri at dáma
hendan filmin. Eg havi altíð
ringt við at trívast við skemti,
ið nærum byggir á lægsta
felagsnevnara. Filmurin er tó væl
gjørdur og hongur nøkunlunda
saman.
Texas Chainsaw Massacre
– The Beginning. Hetta er
sum við Hannibal Rising, ein
filmur sum vil vísa, hvussu
drápsmaðurin kom fram, hvussu
hesin Leatherface gjørdist, sum
hann gjørdist. Texas Chainsaw
Massacre er ein av teim kendastu
ræðufilmunum, nakrantíð gjørdur,
men hesin er nærum desperat
keðiligur og ein rein spekulatión í
fyrra filminum.
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
FILMAR
Tour de France
– Mr. Bean fór at ferðast til Cannes
Í filminum The Devil Wears
Prada eru vit í New York
- í einum heimi, ið er sum
vit kenna hann frá Sex and
The City, har trendy rík fólk
kappast um at keypa dýrastu
klæðini. Miranda Priestly (Meryl
Streep) er stjórin fyri leiðandi
mótablaðið í landinum. Unga
blaðkvinnan Andy skal arbeiða
sum assistentur fyri Mirandu, og
tað er evnið í filminum. Filmurin
er undirhaldandi, og tað, sum
ger hann rættiliga góðan og
stuttligan, er, at hann hevur ein
so góðan leikara sum Meryl
Streep í høvuðsleiklutinum.
Kanska meiri ein damufilmur
enn ein fyri menn. Við á DVD-
útgávuni er ymiskt gott eykatilfar.
Borat verður spældur av Sacha
Baron Cohen, sum vit kenna
sum rapparan Ali G, ið hevur
fornermað Gud og hvønn mann.
Borat er úr Kasaksthan, og hann
verður sendur til USA at gera ein
dokumentarfilm. Borat er altíð
púra ”clueless” og ánar ikki, hvat
hann skal ella eigur at gera. Hann
er fordómsfullur um alt og øll, og
tosar niður á kvinnuna. Borat er
veruliga bygdasligasta menniskja
í søguni. Hetta er ein genialur
mocumentary, og eykatilfarið er
heilt einastandandi stuttligt. YOU
LIKE!!
Eykatilfar: m.a. Sexy Drown
Watch, Dog Pound, Doctor’s
Office, Police Pullover,
Supermarket (Cheese), Massage,
The “Best of” the Other Deleted
Scenes Compilation, Rodeo News
Report
Mr. Bean’s Holiday/ Mr. Beans Ferie
Mr. Bean
Rowan Atkinson
Stepan
Max Baldry
Sabine
Emma de Caunes
Carson Clay
Willem Dafoe
Leikstjóri Steve Bendelack. Frumframførdur í Havnar Bio
fríggjadagin 30 mars.
Fakta um Mr. Bean