Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

' NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Aftur hesaferð fer Sosialurin at manna seg á bási á North Atlantic Fish Fair, og væntandi fara eini tvey tíðindafólk og fólk av markn­að­ ardeildini at arbeiða á Hjalla allar tríggjar stevnudagarnar Okkara básur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á North Atlantic Fish Fair, sum fyri fyrstu ferð varð hildin í høvuðsstaðnum fyri tveimum árum síðan, hevði Sosialurin bás við tíðindafólkum og fólki av marknaðardeildini. Vit høvdu eisini bás á seinastu stevnuni, sum varð hildin á øki­ num hjá Runavíkar havn fyri fýra árum síðani. Stevnan hesaferð, sum byrjar hósdagin komandi, er hin fjórða í røðini. Tvær tær fyrstu vórðu hildnar á økinum hjá Runavíkar havn – í bygningum og tjøldum á havnalagnum. Sosialurin fer aftur í ár at manna seg á bási á North Atlantic Fish Fair, og væntandi fara eini tvey tíðindafólk og fólk av marknaðardeildini at ar­beiða á Hjalla allar tríggjar stevnu­dagarnar, hósdagin, fríggja­dagin og leygardagin. Vit fara at eftir førimuni at greiða frá ymiskum av tí, sum er at síggja á stevnuni, bæði í Sosialinum og á Portalinum, og vit fara at práta við fólk, sum vitja á básinum, eins og gjørt hevur verið hinar stevnurnar. Hetta er hugnaligir dagar, sum í løtum eisini kunnu vera strævnir. Samstundis, sum vit fara at siga frá um stevnuna og partar av tí útboði, sum har verður, verða fólk av marknaðardeildini eisini til reiðar at greiða verandi og komandi viðskiftafólkum frá teimum møguleikum, tey hava í Sosialinum, bæði sum haldarar og lýsarar. Myndin, sum vit prenta sam­ an við hesum greinastubbanum, er av einari vitjan, vit høvdu á básinum á North Atlantic Fish Fair í 2005. Samskiparin, Dánjal Petur Hansen, er inni á gólvinum saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra og Jens Mariusi Poulsen, býarstjóra. Vit fara við hesum at bjóða viðskiftafólki at hyggja inn á basin til ein kaffimunn – og kanska karamellur, og vit fara ikki minni at bjóða fólki, sum hava hug at hitta marknaðar­ deildina, til eitt prát. Góða stevnu øll somul! Sosialurin hevur vitjan á básinum á North Atlantic Fish Fair 2005, f.v.: Jens Marius Poulsen, býarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Dánjal Petur Hansen, samskipari Mynd: Vilmund Jacobsen Sosialurin við á NAFF 07 – Við tað, at vit fara at síggja fleiri fyritøkur á felags básum, verða nakrir básar størri, enn vit áður hava sæð. Soleiðis er mynstrið nakað broytt, men framsýningin hesaferð verður ikki minni áhugaverd enn áður, sigur Dánjal Petur Hansen, samskipari NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrireikingarnar til stóru altjóða fiskivinnustevnuna, North Atlan­tic Fish Fair, sum verður í høvuðsstaðnum í døgunum 3.- 5. mai, ganga sum ætlað, og nú er stevnan fullteknað. Dánjal Petur Hansen, sam­ skipari, sigur, at talið av fram­ sýnarum í ár verður á leið tað sama sum í fjør, men mynstrið verður eitt sindur broytt, tí hesaferð fara vit at síggja fleiri stórar felags básar. Framsýnararnir eru einir 200 í tali úr Føroyum og útlandin­ um. - Nakrir básar verða størri, enn vit áður hava sæð, og so­ leiðis er mynstrið nakað broytt, men framsýningin hesa­ferð verður ikki minni áhugaverd enn áður. Felags básar Samskiparin sigur, at íslendskar fyritøkur fara at hava ein stóran bás, umframt at íslendsk feløg eisini fara at hava einar 3-4 aðrar stakar básar. Ein stórur danskur básur verður við fleiri framsýnarum, og soleiðis verður eisini við Tórsahavnar Skipasmiðju, sum fer at hava fleiri veitarar á sínum bási. Men tað er ikki bara Tórs­havnar Skipasmiðja av føroysku fyritøkunum, sum hevur ymiskar veitarar undir sínum “hatti”. Tað fer trolvirkið Vónin eisin at hava, og hetta eru fyritøkur, sum Vónin samstarvar við. Høvuðsframsýningin hjá North Atlantic Fish Fair verður sum kunnugt í stóru høllini hjá Poul Mohr á Hjalla. Flótandi framsýning – Men hesaferð fara vit eisini at skipa fyri eini “flótandi” fram­ sýning í Vágsbotni, har bátar fara at liggja við ymiskum tól­ um. Ætlanin er, at fólk við áhuga fyri sigling og sjóvinnu skulu kunna royna bátar og útgerð. Hetta verða í høvuðs­ heitum bátar og útgerð, sum føroyskar fyritøkur umboða. Dánal Petur Hansen sigur, at økið í Vágsbotni eisini verður tað hugnaliga staðið, sum hann tekur til – staðið, har fólk kunnu vitja og hugna sær, tá dagurin á Hjalla fer at halla. - Í Vágsbotni verður eitt tjald sett upp, har høvi verður at keypa ymiskan mat, sum serliga hevur tilknýti til havið, og tað verð­ur Hotel Føroyar, sum kemur at standa fyri matgerðini og skeinkingini, bæði á Hjalla og í Vágsbotni. Á Hjalla verður ein rímiliga góð matstova umframt einar tvær smærri kaféir, har fólk kunnu seta seg niður og fáa sær ein kaffimunn og okkurt aftur­ við. - Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa høvi at hava skeinking á stevnuni, og skulu vit hava skeinking, skal tað verða ein veitari í økinum, sum stendur fyri hesum. Leggur eftir seg Dánjal Petur Hansen sigur, at enn dugir hann ikki rættiliga at siga, hvussu nógvir útlendingar fara at leita higar sum fram­ sýnarar og eygleiðarar, men hotellini í býnum eru fult book­ að, og leitað verður nú eftir húsum, sum fólk kunnu búgva í. - Á framsýningini fyri tveim­ um árum síðan hevði North Atlantic Fish Fair umleið 11.000 vitjanir, og tá eru fólk, sum vitjaðu á stevnuni allar tríggjar dagarnar, roknaði sum trý vitjandi. Samskiparin sigur, at tilsam­ ans er talan helst um fleiri miljónir krónur, sum útlendsku og føroysku framsýnararnir og tey vitjandi leggja eftir seg. - Aftrat hesum kemur so tað, sum tey, ið við eru, við tíðini kunnu fáa burtur úr, bæði bein­ leiðis og óbeinleiðis, sigur Dánj­ al Petur Hansen. Fleiri stórir felags básar á NAFF - Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa høvi at hava skeinking á stevnuni, og skulu vit hava skeinking, skal tað verða ein veitari í økinum, ið skipar fyri. Í ár verður tað so Hotel Føroyar, sum kemur at standa fyri mati og skeinking – á Hjalla og í Vágsbotni, sigur Dánjal Petur Hansen, samskipari Mynd: Vilmund Jacobsen