mikudagur 2. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
vinnuframi
Tíðindaskriv
Menningarstovan fór í søguna,
tá stovnurin legði saman við
Ferðaráði Føroya í ár. Men
endamálið við stovninum – at
menna og fremja bestu umstøður
fyri føroyskt vinnulív – livir
enn í øllum góðum í nýggja
vinnuframastovninum, sum júst
hevur fingið nýtt navn.
Tá henda grein er komin á
prent, hevur Menningarstovan
– saman við Ferðaráði Føroya
– fingið nýtt navn, almanna
kunngjørt á móttøku á farnu
Menningarstovuni tann 2. mai.
»Menningarstovan er tó ikki
farin í søguna meir enn so, at
allar tær tænastur, sum stovnurin
higartil hevur veitt vinnuni,
verða tær somu og væntandi
enn betri í nýggjum og størri
stovni«, sigur Elin Heine
sen, stjóri.
Víðari sigur hon, at stovnurin
aftur í ár fer at luttaka á North
Atlantic Fish Fair, tí hetta er eitt
frálíkt høvi at hitta føroysku
vinnuna og at røkja útlendsk
sambond.
Nýggjur verk
ætlanarleiðari
Unn Poulsen er nýsettur verk
ætlanarleiðari á millumlanda
deildini og hevur ábyrgdina av
básluttøkuni á NAFF. Unn er
útbúgvin cand.ling.merc. í ensk
um máli og hevur altjóða
royndir m.a. við patentvirksemi
og ráðgeving.
Unn sigur, at stovnurin við
síni luttøku á NAFF ynskir at
vísa á sítt fjølbroytta tænastu
virksemi til føroysku vinnuna.
Serliga verður dentur lagdur á
fylgjandi tænastur: Vinnuferðir,
framsýningarluttøka uttanlands,
kunningar- og ráðgevingartæn
asta og føroyska "Export Direc
tory", har allar føroyskar útflutn
ingsfyritøkur kunnu gerast sjón
ligar.
Vinnuferðir
Fleiri føroyskar útflutningsfyri
tøkur hava luttikið á ymsum
vinnuferðum saman við Menn
ingarstovuni
seinastu
árini.
Leiðin hevur gingið til m.a.
Spania, Russlands og Estlands.
Løgmaður stóð á odda fyri
seinastu handilsferðini, sum var
til Íslands fyrr í ár. 20 føroyskar
fyritøkur vóru við, og var hetta
ein handilsferð, har fyritøkurnar
fingu bjóðað ein samlaðan
pakka við felags vinnufundum,
B2B fundum, ráðstevnu og mót
tøku.
Elin Heinesen sigur, at av tí
at stovnurin hevur eitt stórt mill
umlandanetverk við líknandi
stovnar í øðrum londum, so er
gjørligt at standa fyri sera mál
rættaðum
vinnuferðum,
har
tørvurin hjá einstøku fyritøkuni
verður nøktaður.
Offshore Europe -
Deadline!
Menningarstovan hevur verið
upprunin til felags føroyska
framsýningarluttøku á mongum
altjóða framsýningum. Nú er
tað nýggi stovnurin, ið stendur
fyri yvirskipaðu ábyrgdini av
eini røð av framsýningum.
Nevnast
kunnu
European
Seafood Exposition, heimsins
størsta
fiskavøruframsýning,
sum er í Brússel á hvørjum ári.
Icelandic Fisheries Exhibition
og oljuframsýningunum Off
shore Europe og ONS - Offshore
Northern Seas, sum annaðhvørt
ár eru í Aberdeen og í Stavang
er.
"Ein
væleydnað
ESE-lut
tøka er júst farin afturum, og vit
eru farin undir fyrireikingar
arbeiði til Offshore Europe, ið
verður í Aberdeen í døgunum 4.
– 7. september. Seinasta freist
at melda seg til føroyska landa
básin í Aberdeen er 15. mai. Og
tað ber til at fáa tilmeldingina
avgreidda á NAFF við at venda
sær til okkum á bási nr. A-
115" greiðir Unn Poulsen frá.
Hentir upplýsingar
á www.trade.fo
Saman við altjóða netverki uttan
lands og einum vælútbygdum
úrvali av dátugrunnum fáa
útflutningsfyritøkur eina røð av
upplýsingum um marknaðir,
fyritøkur uttanlands, tollupplýs
ingar og aðrar útflutningstekn
iskar spurningar.
Ein ørgrynna av upplýsingum
liggur á heimasíduni www.
trade.fo undir Útflutningshond
bók, og fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til stovnin ant
in við at ringja, senda teldupost
ella við at støkka inn á gólvið.
Av dátugrunnum kunnu nevnast
útflutningshondbøkur
hjá
grannalondum okkara, Kom
pass, Euromonitor, landaupp
lýsingar frá danska útflutnings
ráðnum og World Tariff.
Export Directory
Á ensku útgávuni á heimasíduni
www.trade.fo er ein knøttur,
sum eitur Export Directory. Her
eru útflutningsfyritøkur væl
komnar – móti einum lítlum
gjaldi - at skráseta seg við upp
lýsingum um fyritøkuna, og
hvørjar vørur og tænastur fyri
tøkan selir.
Unn Poulsen sigur, at hon,
saman við einum starvsfólka
toymi á nýggja stovninum, gleð
ir seg til at hitta føroysku
vinnuna á bási nr. A-115 til eitt
gott prát um framtíðarsamstarv.
Eisini vil hon sera fegin hoyra
um hugskot frá vinnuni til
áhugaverdar verkætlanir, nú
stovnurin er vorðin størri, og
harvið møguleikarnir eru betri
til enn størri og fjølbroyttari
virksemi.
Nýggj andlit - nýtt tíðarskeið
Elin Heinesen, stjóri á nýggja
stovninum, gleðir seg til at hitta
føroysku vinnuna á NAFF.