Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Fyri 3-4 árum var alivinnan í Føroyum var í svárari kreppu. Umfatandi ILA- sjúka gjørdi um seg, samstundis sum prísurin á aldum fiski var sera vánaligur. Nú sprettur aftur í hesi vinnu, ið reisir seg við risafetum. Men vøksturin er ikki byrjaður fyrr enn nú, og tí verður tað í nærmastu framtíð, at nýggju karmarnir og skynsami raksturin veruliga fara at standa sína roynd Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í ringastu kreppuni setti vinnan, ið eftir var saman við politisku myndugleikunum, í verk nýggj­ ar og betri karmar um alivinn­ una. Hesir karmar snúðu seg í fyrsta lagi um sundurskiljing av árgangum, økishvíld og sjúku­ fyribyrging. Nýggja kósin var við til at veksa um áhugan hjá íleggjarum at gera nýggjar íløgur í ali­vinn­ una, sum lá í andaleypi. Vinnan hevur síðan lagt seg eftir at hava skynsaman rakstur við neyvari framleiðslustýring og øktum førleika. Undir tillagaðu umstøðunum og við góðum marknaðarprísum er alivinnan aftur vorðin burðar­ dygg, soleiðis at stóra hallið í kreppuárunum nú er vent til eitt samlað avlop. Botnurin náddur Føroyska framleiðslan av laksi og sílum vaks nógv árini 1999- 2003, men síðan fór rættiliga at ganga niður á bakka. Framleiðslan náddi soleiðis hæddirnar í 2003 við heili 56.000 tonsum, men í 2006, tá fram­leiðslan hesi árini var minst, var hon einans 18.000 tons. Í 2006 tóku alarar stívliga 13.000 tons av laksi og umleið 5.500 tons av sílum, livandi vekt. Gongdin var annars, at í 2004 kom tøkan niður á 45.000 tons og í 2005 niður á 22.000 tons. Nú gongur aftur fram á, og framskrivingar fyri árið í ár siga, at sløk 30.000 tons verða tikin í ár, samstundis sum útlit eru til, at framleiðslan verður nakað størri í 2008. Alivinnan hevði góð úrslit at vísa á í 2006, eins og vøksturin var góður og fellið lítið. Heldur ikki hava nakrir sjúkutilburðir verið seinasta árið. Góður marknaður Marknaðarprísurin var sera góður í 2006 og alifyritøkurnar, sum høvdu fisk at taka, stóðu seg væl. Hóast tøkan var lítil í fjør, táttaði samlaði útflutningurin av føroyskum alifiski í eina hálva miljard krónur. Tá útflutn­ ingurin var í hæddini árini 1999-2003, var hann út við eina miljard krónur. Væntandi er, at útboðið av laksi á marknaðinum fer at veksa munandi í ár, og tí kann roknast við, at hetta fer at trýsta prísin. Søgan sigur okkum, at stór sveiggj eru í prísunum á alifiski, men megnar føroyska alivinnan frameftir at hava ein burðardyggan rakstur og fyri­ byrgja sjúkum, metir Føroya Hav­búnaðarfelag, sum er áhuga­ felagið hjá føroyskum alarum, at alivinnan klárar at liva við teim­um príssveiggjum sum koma. Í fjør vórðu 8 miljónir fiskar settir á sjógv, og talið í ár verður helst um eina miljón størri. Útlit eru til, at 10 miljónir fiskar verða settir út í 2008. Alivinnan stendur fyri stórum avbjóðingum í framtíðini, men tey, sum standa aftanfyri felagið hjá alarum, eru sannførd um, at vinnan í dag í størri mun enn áður er før fyri at taka ímóti hesum avbjóðingum. Lógarverkið Eitt er so sjálv vinnan. Annað er lógarverkið, sum er grundarlagið undir virkseminum. Felagið heldur, at eitt av týdn­ ingar­mestu málunum, sum nevndin hevur arbeitt við í sein­ astuni, er endurskoðanin av ali­ lóggávuni. Her hevur felagið havt umboðan í arbeiðsbólki, sum arbeiðir við hesum máli. Hetta arbeiði er ikki liðugt enn, men væntandi er, at nýggj alilóggáva verður løgd fyri løg­ tingið eftir ólavsøku í ár. Ein kunngerð um fyribyrgjandi rakstur er eisini undir endur­ skoð­an, og felagið hevur havt hesa til hoyringar nakrar ferðir. Høvuðsbroytingin er, at alt alivirksemi ætlandi verður fevnt av nýggju kunngerðini um fyri­ byrgjandi rakstur. Í kunngerðini eru eisini krøv um, at vinnan skal lata upplýsingar inn til myndugleikarnar elektroniskt, og í hesum sambandi hevur felagið átikið sær at fáa gjørt eina skipan, soleiðis at til ber hjá vinnuni at senda hesar upp­ lýsingar beinleiðis av teirri skrá­ setingarskipan, sum vinnan brúkar. Skipanin er komin væl áleiðis og verður royndarkoyrd í løt­ uni. Førleikin mennast Føroya Havbúnaðarfelag ynskir eisini at menna førleikan hjá fólki, sum starvast í alivinnuni, og tí skipaði felagið fyri skeiði tíðliga í hesum árinum. Tiltakið fekk stóra undirtøku, og felagið heldur, at slíkt hevur alstóran týdning fyri at økja um førleikan í vinnuni. Vøksturin í alivinnuni er ikki byrjaður fyrr enn nú, og tí verð­ ur tað í nærmastu framtíð, at nýggju karmarnir og skynsami raksturin veruliga fara at standa sína roynd. Aftrat øðrum broytingum, sum verið hava í føroysku ali­ vinnuni, er bygnaðurin í vinnuni eisini nógv broyttur, soleiðis at tað eru færri feløg í vinnuni í dag enn áður. Støðugar portiónir Meðan prísurin á feskum laksi hevur sveiggjað nógv, hava prís­ irnir á portiónum úr laksi verið væl meira støðugir, tó at tað eisini hava verið sveiggj. Prís­ urin á portiónum var heldur ongan­tíð so lágur, sum hann var fyri feskan laks, tá hædd verður tikin fyri kravdari virðisøking og úrtøku. Portiónirnar hava ligið rætti­ Alivinnan reisti seg við risafetum - Vit hava ikki bás á NAFF, men eg ætli mær fram við onkran av døgunum at síggja, hvat stevnan hevur at bjóða alivinnuni, sigur Ragnar Joensen, stjóri í Pan Fish í Føroyum og formaður í Føroya Havbúnaðarfelag Føroyska alivinnan hevur reist seg aftur eftir herviliga ILA-sjúku og sera vánaligar prísir fyri 3-4 árum síðan. Árið í fjør var byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í hesi vinnu. Myndin er tilvildarlig