Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Føroya Havbúnaðar­ felag heldur, at eitt tað veikasta liðið í føroysku alivinnuni í dag, nú vinnan annars hevur fótað sær aftur, eru rogn­ ini, sum verða keypt úr útlandinum. Vinn­ an heldur, at smittu­ vandi lúrir aftanfyri henda innflutning Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alt kynsbótaarbeiði innan laksa­­framleiðslu í Føroyum helt uppat fyri umleið tveimum árum síðum og meginparturin av rognunum, sum alivinnan brúkar, verða keypt frá ymisk­ um veitarum uttanlands. Í 2001 fingu føroyskir alarar loyvi til at innflyta rogn, og í dag verður bert ein minni partur keyptur frá Fiskaaling, sum kortini fer at bjóða út rogn eina tíð aftrat. Kynsbótaarbeiði helt uppat, tá myndugleikarnir gjørdu av at taka stuðulin burtur, og uttan stuðul metir vinnan, at føroysku rognini í framtíðini helst høvdu verið tvífalt so dýr at keypa sum tey útlendsku. Kynsbótaarbeiði er kostnað­ ar­­mikið, og tað er eingin sum sigur, at vit duga hetta betur enn aðrir, sum kortini gera stórt kynsbótaarbeiði. Sjúkuvandi lúrir Men aftanfyri innflutningin av rognum lúrur eisini ein ótti fyri sjúkum. Føroya Havbúnaðarfelag held­­ur nevniliga, at eitt tað veik­asta liðið í føroysku sjúku­ til­búgv­ingini innan alivinnu eru inn­fluttu rognini, har eingi serlig krøv í dag eru um eftirlit, sum kann byrgja uppfyri smittu. Formaðurin í felagnum, Ragn­­ar Joensen, sigur, at tey stúra fyri, at føroyska alivinnan so­leiðis kann koma at dragast við somu trupulleikar, sum vinnan í okkara grannalondum dregist við. - Vit hava tí sett í verk eitt útgreiningararbeiði til tess at gera eina lýsing av rognveitarun­ um, haðani føroyska alivinnan keypir rognini. Veitararnir eru fleiri í tali, og vit eru áhugaði at vita, hvussu ymisku fram­ leið­­ar­arnir arbeiða. Frágreið­ ingin, sum næstan er liðug, er ætlað sum grundarlag undir framtíðar avgerðum á hesum øki, sigur Ragnar. Karantenustøð Formaðurin í Føroya Hav­bún­ aðarfelag heldur, at ein máti at byrgt uppfyri sjúku, sum kann standast av innfluttum rognum, kundi verið at skipað Lívfiska­ støð­ina í Skopun sum karan­ tenu­­støð í framtíðini. - Tá kundu inn­fluttu rognini og fiskurin, sum kemur undan, gingið í Skopun, til vissa er fingin fyri, at fiskurin ikki er fongdur við smittu. Ragnar Joensen sigur, at Før­ oya Havbúnaðarfelag viðger henda spurningin og fer at koma til eina niðurstøðu um, hvat felagið fer at mæla til at gera. - Tað eru tey, sum siga, at tryggast er at keypa rognini úr Íslandi. Onkur sigur, at tey eru verri, onnur siga, at tey eru ikki verri, men ongar veruligar kann­ingar eru gjørdar, sum staðfesta hetta. Skulu slíkar kanningar gerast neyvar, er neyð­ugt, at fiskurin, sum kemur undan ís­lendsku rognu­ num, gongur undir somu um­støðum sum fisk­urin, ið kem­ur undan rognunum, sum keypt verða eitt nú í Noregi – heilt frá byrjan til enda, sigur Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag. liga støðugar omanfyri 50 krón­ ur fyri kilo, men hava onkur tíðarskeið verið beint niðan­ fyri. Í fjør var prísurin á portiónum hin hægsti nakrantíð, tá miðal­ prísurin var heilar 68,45 krónur fyri kilo. Tølini vísa, at feskur laksur hevur verið ein rættiliga domi­ ner­andi partur av útflutningi­ num, men í 2006 kom broyting í. Útflutningsvirðið er sum heild fallið sera nógv seinastu fýra árini, men virðið av portión­ um úr laksi er ikki fallið. Í 2006 var útflutningsvirðið á portóinum enntá hægri enn virðið av feskum laksi, men hetta kemst eisini av, at nøgdir­ nar av feskum laksi vóru mun­ andi minni í 2006 enn undan­ farin ár. Sílini áhugaverd Fesku sílini gjørdu seg eisini rættiliga galdandi í samlaða út­flutningsvirðinum í fjør, og ein orsøk til hetta er, at russiski markn­aðurin er í stórari menn­ ing. Helmingurin av føroysku framleiðsluni av sílum fór nevni­liga á russiska marknaðin, har góðir møguleikar eru fyri hesi vøru. Rusland er eisini ein áhuga­ verd­ur marknaður fyri laksa­vør­ um, og potentialið á hesum marknaði er stórt. Av samlaða útflutnings­virði­ num í fjør stóðu portiónir úr laksi fyri 41%, feskur laksur fyri 28%, fryst síl 14%, meðan fesk síl og frystur laksur stóðu fyri hvør sínum 7%. Síðan stóðu avskurður og annað fyri 3%. Útseting av smolti Tá ið útsetingin av fiski var upp á tað mesta, vórðu 16 miljónir smolt sett út. Í 2003 og 2004 fall útsetingin sera nógv, tá hervilig kreppa var í alivinnuni. Í 2005 kvinkaði talið nakað uppeftir aftur, og í 2006 kom útsetingin sum nevnt upp á 8 miljónir fiskar. Í ár verður útsetingin 9,7 miljónir fiskar, og í 2008 og helst nøkur ár fram fer útseting­ in at liggja um eini 10 miljónir smolt. aftur Føroya Havbúnaðarfelag er áhugafelag hjá alarum, bæði á sjógvi og landi. Uppgávan er at menna vinnuna í samstarvi við limir, myndugleikar og stovnar, ið varða av alivinnuni. Felagið hevur sæti og felags umsiting við vinnufeløg, sum húsast í Vinnuhúsinum. Í nevndini: Ragnar Joensen, formaður, Atli Gregersen, Grímur Rasmussen, Bogi Jacobsen og Frímund Hansen Lívfiskastøðin kundi verið karantenustøð - Eitt tað veikasta liðið í føroysku sjúkutilbúgvingini innan alivinnu eru innfluttu rognini. Vit hava einki veruligt eftirlit, sum kann tryggja okkum, at vit ikki renna okkum í sama trupulleika við smittum, sum onnur lond dragast við, sigur Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag Av samlaða útflutningsvirðinum hjá føroysku alivinnuni í fjør stóðu portiónir úr laksi fyri 41%, sum er ein størri prosentpartur enn áður