Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 teletænasta Tíðindaskriv Alt fleiri føroysk fiskifør fáa breið­band- og IP-telefoni um­­ borð. Hetta hevur bøtt mun­andi um trivnaðin, men aðrir nýtslu­ møguleikar fara so við og við at koma undan kavi, ljóðar tað frá bæði Føroya Tele og Vikmar, ið samstarva um at veita breiðband og IP-telefoni til føroyska flot­ an. Tann stóra fjarstøða, ið plagdi at vera ímillum sjómannin og umheimin, er spakuliga við at hvørva. Hóast lívið á sjónum enn ber í sær, at tað ber til at njóta øll tey tilboð og allar teir hentleikar sum á landi, so mink­ ar munurin alsamt. Orsøkin er breiðband. - Tað er við at henda ein lítil koll­velting, tá ið tað snýr seg um breiðband umborð. Tær roynd­ir, ið vit hava fingið til vega, síðani vit byrjaðu fyri hálvum øðrum ári síðani, hava prógvað, at tøknin virkar væl. Góðskan á tí breiðbandi, ið verður veitt til skip, er fult so góð sum tann á landi, sigur Jan Egholm, stjóri á Vikmar. Fjarstøðan hvørvur Søgan um breiðband umborð á føroyskum skipum er stutt. Fyrstu royndirnar byrjaðu í 2005 umborð á Chr. í Grótinum, og spyr ein manningina har umborð, stendur púra greitt, at breiðband er ein kærkomin hent­ leiki, ið verður dúgliga gagn­ nýttur til bæði privat og vinnulig endamál. - Ikki kann sigast annað enn, at breiðband hevur broytt lívið umborð fullkomiliga. Á mangan hátt er fjarstøðan horvin. Vit kunnu senda teldupost, lesa tíð­ indi á heimasíðum, hyggja at før­oyskum sjónvarpi á alneti­ num og tosað í telefon á sama hátt, sum um vit vóru heima, sigur Jón Rasmussen, skipari á Chr. í Grótinum. - Tøknin hevur fleiri fyri­mun­ ir, men fyrst og fremst er trivn­ aðurin millum manningina vorð­ in munandi betri. Vit kenna okkum tættari at landi enn áður, sigur Jón Rasmussen víðari. Jón Rasmussen leggur afturat, at tað ikki bara er trivnaðurin, ið er batnaður. Tað er eisini vorðið lættari hjá eitt nú maskin­ monnunum at leita eftir eykalut­ um og kanna prísir á alnótini áðrenn bílegging verður send. Føroya Tele og Vikmar veitarar Føroya Tele og Vikmar veita breiðbandsloysnina, sum Chr. í Grótinum og fleiri onnur skip hava fingið umborð. Dátur verða móttiknar og send­­ar umvegis eina parabolan­ tennu umborð, ið hevur sam­ band við fylgisvein. Dekning­ urin er góður í føroyskum sjógvi, men eisini við Ísland, í Barents­havinum og heilt suður í Norðsjógvin. Til ber at fáa breið­ bandið at virka á øðrum hav­ leiðum, men enn eru tó havleiðir úti í heimi, har ið lítil ella ongin dekningur er. Tað er Vikmar, ið hevur ábyrgd av tólbúnaði og breið­ bands­veitanini. Føroya Tele hev­ ur ábyrgdina av telefonsam­ bandi­num, ið verður veitt sum alnet-telefoni - í fakmálið nevnt Voice over IP (VoIP), IP-telefoni ella bert breiðbandstelefoni. - Áðrenn breiðband kom umborð, bar til at ringja umvegis fylgi­svein. Men hetta er ein lut­ falsliga dýr loysn. Við tí loysn, ið Føroya Tele veitir, fáa skip eitt vanligt føroyskt telefon­ numm­ar. Har er ongin munur á um ein ringir til grannan á landi ella til eitt skip á svartkjaftaveiðu. Sambandið er fult so gott, og kostnaðurin er tann sami, sigur Jan Egholm. Vaksandi áhugi Hóast bert hálvtannað ár er síðani, at Chr. í Grótinum fekk breið­band og IP-telefoni um­­ borð, gongur menningin skjótt á hes­um øki. Tey skip, sum í dag fáa breiðband um­­borð, fáa enn fleiri møgu­leikar enn áður. Og líkt er til, at alt fleiri reiðarar hava ásannað fyrimun­ ir­nar við at hava breiðband um­­ borð: - Áhugin fyri loysnini er stórur, serstakliga tá ið tað snýr seg um stór skip, ið eru leingi burtur. Men eisini minni skip, ið eru á sjónum einar 10 dagar í senn, duga at síggja møguleikar við at hava breiðband umborð, sigur Jan Egholm. Bæði Vikmar og Føroya Tele vænta, at tess størri útbreiðslan av breiðbandi verður á sjónum, tess fleiri nýtslumøguleikar fara at koma undan kavi. - Breiðbandið fer at hava við sær fleiri sløg av fjarstýring og fjarhjálp til skipini. Skip eru jú eitt lið í framleiðsluketuni, og við tí fokus sum framyvir verð­ ur á eitt nú sporføri, so verður tað neyðugt at hava gott internet­ sam­band umborð, sigur Aksel Haraldsen frá Føroya Tele. - Vit fara at uppliva ymiskar umsitingarligar skipanir og ymiska tøkni, ið tilsaman fara at økja um bæði produktivitet og góðsku, sigur Aksel Harald­ sen víðari. Jan Egholm frá Vikmar er samdur: - Nú hava vit bygt motorvegin. Og har er ov mikið av plássi fyri nógvum bilum afturat, sigur hann. Til ber at fáa meira at vita um breiðband og IP-telefoni til skip hjá antin Føroya Tele ella Vik­ mar. Skip fingið spenn­ andi heimasíður Tað er ikki bara manningin, ið fær gagn av breiðbandi umborð. Eisini hjá familju og vinfólki á landi ber nú til at fylgja við, hvussu teir bú­leikast umborð. P/f Christian í Grótinum eigur eisini Norðborg, ið eisini hevur breiðband umborð. Bæði skipini hava egnar heimasíður, har ið til ber at síggja myndir og lesa um fiskiskap og annað áhuga­ vert. Heimasíðan hjá Norðborg hevur adressuna www.123hjemmeside.dk/ms- nordborg, meðan tann hjá Chr. í Grótinum kann síggjast á www.123hjemmeside.dk/chr Breiðband ger innrás í føroyska flotan Ovast uppi í radaramastrini sæst stóra parabolantennan, sum móttekur dátu umvegis fylgisvein. (Myndina eigur Vikmar). Fremst í trygd á sjónum sansir.fo