mikudagur 2. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
- Tað er ein fragd
at síggja, at vit
aftur eru farin undir
skipasmíð í Føroyum
og øll eru líka fegin
um, at vit hava
fingið póllendingar
á Skála at sveisa,
sigur stjórin á
Skipasmiðjuni
skipasmíð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á skipasmiðjuni í Havn og á
Skála, hava tey nógv jørn í eldi
num. Og tað kann stjórin á
skipasmiðjunum, Gunnar Mohr,
ikki annað enn fegnast um.
Serstakliga at vit nú aftur eru
farin at smíða skip her á landi.
- Men einasta orsøkin til at
tað ber til, at vit fingu eina ser
ligu avtalu um at fáa handverk
arar úr Póllandi higar at sveisa
skrokkarnar.
Í løtuni eru teir í ferð við ein
nýbygning til Thor og tá ið hann
er liðugur, verður farin undir
eitt skip afturat til Thor eftir
sama leisti.
- At vit hava fingið póllend
ingarnar til Føroyar at sveisa
skrokkarnar, eru ein sólskins
søga. Og eg tori at siga, at uttan
undantak eru vit øll somul
ómetaliga fegin um gongdina
og um, hvussu væl tað gongst
póllendingunum á Skála.
- Eg tori eisini at siga, at vit
eru, øll sum ein, ógvuliga huga
góð at síggja, at vit aftur eru
farin at smíða skip í Føroyum,
sigur Gunnar Mohr.
Ein fortreyt
Men samstundis ásannar hann,
at fingu tey ikki hesa serligu
avtaluna við pólsku sveisararnar,
vórðu heldur ongi skip smíðað í
Føroyum.
- Við ongum póllendingum,
vóru heldur ongir nýbygningar,
so einfalt er tað.
Hann sigur, at í fyrra lagi er
kostnaðarstøðið í Føroyum ov
høgt til, at tað letur seg gera at
smíða skipaskrokkar í Føroyum
á kappingarførum støði og tí
misti skipasmiðjan ordrarnar.
- Og av tí, at vit mistu ordrar
nar, er tað so langt síðani, at vit
seinast smíðaðu skip í Føroyum,
at førleikin her á landi at sveisa
skrokkar, er eisini fokin.
- Nú er tað bara sjálv arbeiðs
lønin fyri at sveisa skrokkarnar,
sum fer av landinum. Hinvegin
skapar hetta nógv arbeiði í Før
oyum og tí eru vit ógvuliga
fegin um, at fakfeløgini sóu
hendan møguleikan, sigur Gunn
ar Mohr.
Sjálvandi kunnu skrokkarnir
smíðast uttanlands, men Gunnar
Mohr sigur, at tað hevur stórar
fyrimunir at smíða teir í Føroy
um.
- Tað gevur teimum møguleika
at hava eini nógv meiri flótandi
arbeiðsgongd. Tá ið skrokkurin
verður smíðaður í Føroyum, ber
tað til hjá okkum at sleppa í holt
við okkara part av arbeiðnum,
so hvørt, sum skrokkurin verð
ur smíðaður. Tað kann vera at
leggja rør og kaðalar og at inn
rætta skipið ananrs.
Verður skrokkurin smíðaður
uttanlands, sleppa vit ikki í
gongd við okkara, fyrrenn
skrokkurin er heilt liðugur og er
komin til Føroya.
Og at smíða skrokkar uttan
lands, elvir viðhvørt eisini til
trupulleikar.
Í løtuni er skipasmiðjan í holt
við ein trolara til Viðareiðis og
tann skrokkurin varð smíðaður
í Póllandi.
- Men hann var hálvan triðja
mánað seinkaður og har stóðu
vit so og fingu onki gjørt. Og
tað leggur so eisini eyka trýst á
skipasmiðjuna í Føroyum at fáa
skipið liðugt til tíðina.
Nógv virksemi
Annars arbeiðir skipasmiðjan
alla tíðina fyri at útvega nýggjar
sáttmálar og har eru ymsir
møguleikar, sum Gunnar Mohr
ikki fær sagt so nógv um.
Men
Skipasmiðjan
hevur
eisini FJM í Runavík, har tey
gera rustfríar framleiðslur til
skip og virki og har er eisini
nógv at gera.
- Í løtuni gera vit verksmiðju
til nýggju bátarnar, sum Beta
smíðar í Spania og vit gera
eisini eina hummaralinju til ein
trolara, sum verður smíðaður í
Skotlandi og vit gera somuleiðis
nýtt
framleiðsludekk
til
Fuglberg.
Alt hetta kastar nógv arbeiði
av sær og í løtuni eru eini 300-
350 fólk í starvi hjá skipasmiðj
unum og á FJM.
Og vónirnar fyri framtíðini
eru ikki so galnar, tí tað verða
nógv skip smíðað í hesum døg
um og her hevur skipasmiðjan í
Føroyum megnað at fingið sín
part.
Hinvegin er tað ein avmarking,
at tey kunnu ikki smíðað skip á
Skála, sum eru breiðari enn 13
metrar.
Men á Skála er ætlanin er
gera nýggja beding. Sum er,
tekur bedingin skip upp til 800
tons, men tá ið nýggja bedningin
er liðug í heyst, kunnu teir taka
skip upp til 1500 tons og tað
gevur møguleikar fyri at fáa
fleiri skip til umvælingar.
Umvælingar er eisini eitt, tey
hava nógv av og í løtuni eru
nógv skip til umvælingar. Her
er talan bæði um føroysk og
útlendsk skip, eitt nú russisk
skip.
Men tá ið Skipasmiðjan er
umboðað á Fish Fair, er tað
fyrst og fremst fyri at hitta
fólk.
- Okkara viðskiftafólk vita,
hvat vit standa fyri, so tað er
avgjørt nummar eitt at sleppa at
hitta fólk, sigur Gunnar Mohr.
Sólskinssøga á Skála
Á skipasmiðjuni hava tey nógv at gera og stjórin er fullur av lovorðum
um avtaluna við fakfeløgini um at fáa pólskar handverkarar hendavegin
at sveisa skrokkar
Blika spf. · Akranesgøta 9 · Tórshavn · Telefon 35 6666
Telefax 35 6667 · T-post: blika@blika.fo · www.blika.fo
Títt amboð til fult HACCP eftirlit
System Sure II er ein ATP-mátari uttan líka. Við honum er reingerðareftirlit
eitt spæl. Lætt og ómakaleyst kann staðfestast, um lívrunnar restir eru á
tildømis borðum og tólum - og tekur hetta einans 15 sekund.
Ring og hoyr nærri um
reinførisloysnir okkara
System Sure II