Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 samstarv Tíðindaskric Básur nr 685, Suðuroy – Tvøroyri verður aftur við á Atlantic Fish Fair. Vit tóva við lemmum frá Rock, hála okkara veiðu inn við troli frá Berginum og landa okkara veiðu til Land­ ing­­ar­­miðstøðina á Tvør­oyri. Í frítíðini fara vit at ferðast við Strandaferðsluni, lata okkum í heit klæðir frá Sirri og drekka Sunnbiarvatn. Alt meðan Tvør­ oyrar Havn og Kunningar­ stovan í Suðuroy leggja ávika­ vist atløgupláss og ferðir til rættis. Soleiðis ber til í stuttum at lýsa bás okkara. Sum Suður­ oygg­in liggur í fjarskotnum parti av Føroyum, liggur básurin beint við endan av framsýningini. Við útgongdina. Fjarskotin, men tó vísandi ymiskleikan í lítla samfelagnum við vinnu­lívs­ monnum, sum royna at seta í gongd og brúka egnar royndir og vitan úr tí globala samfela­ gnum at vaksa um og røkja virksemi sítt. Tað var Tvøroyrar Kommuna sum fyri tveimum árum síðanai tók stig til henda básin. Ætlanin var at gera ein bás, ið var ser­ stakur í útsjónd, og samstundis skuldi hava ein samleika. Ikki tí at vinnulívið í Suðuroynni er nakað serstakt, men heldur fyri at vísa á tað neyðuga at markn­ aðarføra Suðuroynna sum eina eind við framleiðslu og tænastu­ vinnu bæði alment og privat. Suðuroy – Tvøroyri fer at royna at lýsa nakrar av teimum nýskapandi vinnunum, ið ar­beiða lið um lið við tær siðbundnu. Men eingin stendur í stað. Øll fiskavirkir eru í skriv­ andi stund í gongd við fram­ leiðslu. Fiskivinnan, og eftir­ hond­ini í størri mun alivinnan, vilja altið saman við teimum tæn­astum sum eru tengdar afturat vera teir stóru fram­ leiðslu­faktorarnir, og harvið skapa tey stórstu virðini. Men einki lokomotiv uttan vognar at bera førningin í. Og tess virðis­ miklari førningurin er, tess hugaligari er tað at vera loko­ motiv. Vit fara at ynskja øllum, bæði núverandi og komandi starvs­ feløgum, og eisini teimum, ið bert vilja koma framvið at heilsa uppá, at vera hjartaliga væl­komin á okkara bási. Básurin úr Suðuroy