Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Skjótt verður ólógligt hjá skipum at tveita burturkast í havið. Men burturkast krevur nógv pláss og pláss er ikki nógv av umborð á skipi. Tann trupulleikan hevur Esmar Simonsen loyst. Hvussu teir hava loyst hann, vísa teir á básinum á Fish Fair umhvørvi Áki Bergholdsen aki@sosialurin.fo Umhvørvisvernd er eitt hugtak, sum vindur meiri og meiri upp á seg. Størri og størri krøv verða sett til, at burturkast verður beint forsvarliga burtur, heldur enn at verða tveitt í náttúruna til skomm og last hjá okkum øll­ um. Eisini skipini merkja í størri og størri mun til kravið um ikki at dálka náttúruna. Men tað skerst ikki burtur, at burturkast umborð á skipi er ein heilt serligur trupulleiki, tí tað krevur nógv goymslupláss og pláss er lítið av umborð á skipi. Tískil slepst ikki undan, at enn verður burturkast verður framvegis tveitt í havið av skipum, tí tey hava heilt einfalt ov vánaligar umstøður at goyma tað umborð. Tað bera strendurnar kring landið síni týðilig boð um, hvørja ferð hann hevur ligið við vindi inn av havinum. Stórur trupulleiki - løtt loysn Men á básinum hjá Esmari Simon­sen á Fish Fair kann síggjast, hvussu skjótt og effek­ tivt tað ber til at loysa hendan trupulleikan við at finna pláss til burturkastið. Esmar Simonsen umboðar nevniliga eina pressu, sum tyrv­ ir alt burturkast saman so at tað fyllir lítið og onki. Her er talan um eina pressu, sum ikki brúkar hydraulik ella annan mekanikk. Tað einasta, hon krevur, er luft at pressa við. Og sjálv krevur pressan ikki nógv pláss, tí hon er bæði lítil og tætt bygd. - Hetta er ein pressa, sum trýstir alt pappír, papp og plast saman, so at tað ikki fyllir meiri enn 1/9 part av tí, sum tað upprunaliga fylti og so kann tað buntast saman, sigur Petur Jacob Langgard, stjóri hjá Esmari Simonsen. Ella við øðrum orðum, so trýst­ir pressan alt vanligt burtur­ kast saman so at tað næstan onki fyllir og sostatt er lætt at goyma til skipið kemur aftur til lands. Hendan pressan er ikki nýggj, sum so, tí tær eru ikki óvanligar á virkjum, verkstøðum og á goymslum á landi. Og tað ber væl til at fáa eina pressu júst til tann tørvin, sum hvør einstakur hevur, tí tær fáast í nógvum ymsum støddum og sniðum. Men enn eru tað ikki nógv skip, sum hava fingið hana umborð, tó at tað eru nøkur. Í so máta má sigast, at skipini eru eftirbátar á hesum øki. Men nú er ein lóg á veg, sum áleggur skipum at føra alt burtur­ kast aftur til lands, tí tað verður ikki longur góðtikið, at tað verður tveitt í havið til ampa fyri bæði fólk og fæ. Tí er ongin ivi um, at áhugin fyri pressum, sum hesum, fer at veksa framyvir, heldur Hans Jacob Langgaard. Trukkar og kassar Á Fish Fair hava tey hjá Esmari Simonsen eisini tríggir leveran­ dørar úr Danmark við á bási­ num. Umframt eitt umboð fyri pressuna, sum Mil-Tek ger, eru eisini umboð fyri Still, trukkar og Bonar Plastics við á básinum hjá Esmari Simonsen, har tey eru fús at hitta viðskiftafólk. Still er vælkent merki í Før­oy­ um, tí tað koyra nógvir trukkar av hesum slagnum á fyritøkum og virkjum kring landið. Men á Fish Fair hesuferð hava teir eitt nýtt modell av teirra vælum­ tókta RX-trukki. Hinvegin er Bonar Plastics ikki so kent í Føroyum. Men teir bjóða seg fram at levera kass­ar, termoboksir, kør og íløt av øllum handa slagi og ymsum stødd­um til alskyns fyritøkur, heilt frá flakavirkjum til bryggja­ rí. Umframt alt hetta, hevur Esmar Simonsen eisini eitt úr­val av øðrum vørum at vísa fram á Fish Fair. Skipini eru eftirbátar Hjá Esmar Simonsen hava tey nógv jørn í eldinum. Á Fish Fair legga teir serliga dent á at vísa fram eina pressu, sum ger tað lættari hjá skipum, at handfara burturkast, umframt ein nýggjan RX trukk og kassar, kør og íløt til nógv ymisk endamál, sigur Hans Jacob Langgaard