mikudagur 2. mai 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Skal nakað vaskast,
hevur Kemilux tað,
sum skal til og tey
taka fegin ímóti
góðum ráðum og
hugskotum frá
viðskiftafólki
- Eitt er, at vit fáa høvi til at vísa
okkara vørur fram. Men fyri
okkum hevur tað minst líka
stóran týdning at vísa okkum
sjálvi fram og at hitta okkara
viðskiftafólk.
Tað sigur Arni Gunnarsson,
sølustjóri í Kemilux.
Kemilux hevur nú yvir 40 ár
á baki og hevur hesi árini ment
seg til at hava eina etableraða
støðu á heimliga og útlendska
marknaðinum.
Men tað er sjálvandi tí at teir
hava eina vøru, sum hevur
staðið sína roynd.
Og skal nakað vaskast, hevur
Kemilux tað, sum skal til.
- Vit hava eitt stórt úrval av
sápum til alskyns endamál,
bæði til húsarhaldið og til ídnað
in, tvs bæði til virki og til skip.
- Men harafturat hava tey
eisini bustir, pappírsvørur og
annað, sum skal brúkast í rein
gerðini.
- Tað vísir seg at vera ein
stórur fyrimunir, at vit hava
eina heildarloysn at bjóða okk
ara viðskiftafólkum, so tá ið tey
skulu vaska, skulu tey kunna
fáa alt á sama staði fyri at tey
sleppa undan at renna í fleiri
handlar, áðrenn tey sleppa
ígongd.
Góð hugskot vælkomin
Tað, sum Kemilux hevur, er før
oysk
framleiðsla
burturav.
Sjálvt dunkarnir eru gjørdir í
Føroyum. Hinvegin eru bustir
og onnur útgerð, ikki gjørd í
Føroyum
Men endamálið við luttøkuni
á stevnuni er líka nógv at vísa
flaggið, tí hetta er eitt kærkomið
høvi til at hitta viðskiftafólk og
kanska fáa samband við nýggj
viðskiftafólk.
- Okkum dámar sera væl at
koma á tal við okkara viðskifta
fólk, sigur Arni Gunnarsson.
Hann sigur, at tá ið tey tosa
við viðskiftafólk, eru tey altíð
spent at vita, hvørjar royndir
tey hava av ymsum vørum frá
Kemilux.
- Tað kemur meiri enn so fyri,
at vit fáa góð hugskot frá okkara
viðskiftafólkum
um
ymisk
viðurskifti, vit ikki hava hugsað
um.
Arni Gunnarsson sigur, at
talan kann vera um, at onkur
hevur funnið upp á at brúka
eina vøru frá Kemilux til heilt
onnur endamál, enn tey, sum
hon upprunaliga varð gjørd til.
Eitt dømi um tað er HG-
Ekstra sápan, sum Kemilux upp
runaliga gjørdi at vaska virki
við.
- Men so fingu vit at vita frá
viðskiftafólki, at hendan sápan
eisini var ein frálíkur rustloysari,
tí tað høvdu teir sjálvir roynt
umborð á skipi við sera góðum
úrsliti.
- Nú verður so hendan vøran
eisini marknaðarførd til lættari
rustviðgerð, sigur Arni Gunnars
son.
Men er talan um rust, sum
situr djúpari, hava vit eisini ein
sterkari loysara til ta endamálið,
leggur hann afturat.
Eitt annað dømi úr vanliga
húsarhaldinum er, at nógv hava
uppdagað, at vælkenda Sitrón
Uppvaskið kann brúkast til
nógv annað enn at vaska upp
við.
Tað eru nógv, sum vita, at
Sitrón Uppvask er frálíkt til at
vaska bil við og til at taka blettir
úr klæðum, tá ið tey verða
vaskað.
Men er talan um gravskitin
klæðir við blettum av olju, víni
ella feitti, er onki betri enn at
seta tey á blot í ein hálvan tíma
S-1 Ekstra, sum er gjørt at vaska
skipasíður, gólv og annað grav
skitið við.
- Hesi bæði dømini eru verri
enn so tey einastu, sigur Arni
Gunnarsson.
Høvuðsmarknaðurin
hjá
Kemilux er framvegis tann før
oyski, men nú verður triðingurin
av framleiðsluni útflutt til við
skiftafólk í Noregi, Danmark,
Skotlandi, Íslandi, Grønlandi,
Kanada og aðrastaðni við.
Í løtuni arbeiða 14 fólk hjá
Kemilux.
Vaska Føroya reinar
- Tað hevur stóran týdning at vit fáa eitt slíkt høvi sum hetta at hitta
okkara viðskiftafólk og vit eru serliga spent at vita, hvørjar royndir tey
hava av okkara framleiðslu, sigur Arni Gunnarsson, sølustjóri á Kemilux