mikudagur 2. mai 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
LEMMAVIRKIÐ
...ein íløga
í framburð!
TRAWLDOORS
Undirsjóvartunnilin
er eitt ár, og sum
heild hendir eina
rúgva í Klaksvík og
virksemið er stórt
á øllum økjum, sig
ur Rani Nolsøe,
menningarstjóri hjá
Klaksvíkar Kom
munu. Hann setir
eisini fram, at ta tíð
ferjusamband var
álitið, helt hetta tal
inum av ferðandi til
Klaksvíkar niðri á
300 túsund árliga,
meðan eini 600 tús
und bilar hava koyrt
ígjøgnum Norðoya
tunnilin fyrsta árið
og møguliga er talan
um eina millón av
ferðafólki
Kommunumenning
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað gongur væl í Klaksvík og
menningarstjórin í Klaksvíkar
Kommunu, Rani Nosløe, stend
ur ikki fastur, tá hann skal nevna
okurt av tí jaliga, ið fer fram í
kommununi.
Til dømis er undirsjóvartunn
ilin, Norðoyatunnilin, eitt ár nú
og eini 500 ella 600 túsund bilar
hava koyrt ígjøgnum tunnilin.
Miðaltalið er 1600 um samdøg
ri.
Ferjurnar eru ein fløsku
hálsur
Eg havi til stuttleika gjørt eina
forvitnisliga útrokning, og eg
pástandi, at ta tíð ferjurnar Dúg
van og Ternan sigldu, hildu tær
talið av ferðandi, bilum, niðri á
300 túsund árliga, tí tær kláraðu
at føra hetta tal um fjørðin, um
tær spílaðu seg út, sigur Rani
Nolsøe.
Hinvegin hava eini 500 tús
und ella 600 túsund bilar koyrt
ígjøgnum Norðoyatunnilin hetta
árið, hann hevur verið opin.
Miðaltalið er 1600 bilar um
samdøgri. Helst er talan um okk
urt um eina millión ferðandi, tá
vit hugsa um at bussar t.d. taka
eini 30 fólk, sigur Rani.
Onki er at ivast í, at ferjurnar
halda talinum av ferðandi niðri,
og hetta er eisini galdandi á øðr
um leiðum, sum t.d. framvegis
á suðuroyarleiðini, metir Rani,
sum metir ferjurnar at vera ein
fløskuháls.
Eitt ára dagin var ókeypis at
koyra og fólk streymaði til
Klaksvíkar.
Talið økist einar 3 ella 4 ferð
ir, tá tað er ókeypis at koyra
ígjøgnum tunnilin, sigur Rani
Nolsøe, sum heldur, at hetta gev
ur orsøk at umhugsa gjaldið fyri
at koyra ígjøgnum tunnilin.
Handlar seldu ein dag tað
sama, sum teir vanliga selja í
einar 3 vikur, hendan dagin tað
var ókeypis at koyra til Klaks
víkar, sigur Rani Nolsøe.
Hann fegnast um, at ein rúgva
hendir á so mongum økjum;
handilsliga, vinnuliga, ferðavin
nuliga og mentanarliga.
Virksemi á mongum
økjum
Rani Nolsøe fegnast um, at tað
stendur ikki á at nevna ymiskt
jaligt, ið fer fram í Klaksvík.
Ja, hvat dregur í Klaksvík?
Her er eitt gott handilsfelag og
handlarnir eru dagførdir og fólk
koma hendavegin at keypa inn,
sigur Rani Nolsøe.
Klingrugarður er á veg og er
nýggjur handilsmiðdepil og vit
glaða okkum at fáa nýggjan
miðbý, sigur Rani Nolsøe.
Í Ánunum er nýggj, spennan
di havn og fleiri hava lagt til
merkis, at Norrøna fleiri ferðir
hevur valt sær hesa havnina
norðaliga í Føroyum sum vetrar
havn. Havnin er nevniliga góð
og liggur væl fyri og har er veð
urgott, sigur menningarstjórin í
Klaksvík.
Til ber annars eisni at nevna
Virkishúsið, har nógv spennandi
hendir og harafturat koma venj
ingarhøli til tónleikabólkar, ið
eru gjørd til tað sama, tá Dáva
virkið verður tikið í nýtslu sum
venjingarhøli. Vit hava Íverkse
tarahúsið, har nógvar spennandi
verkætlanir eru í gongd og nógv
spennandi er longu komið und
an kavi og farið í gongd, tí fólk
síggja, at onnur trúgva uppá teir
ra hugskot. Og so er tað Miðlan,
ið ger móttøkuna á kommununi
meira opna og vísir, at ein í
hvussu er ynskir at vísa opinlei
ka og vónandi betrar hetta um
samskiftið. Á mentanarøkinum
ber eisni til at fegast um, at
sjónleikurin hevur fingið egin
hølir, sigur Rani Nolsøe,ið
eisini kann fegnast um, at
vanliga siðbundna vinnan, so
sum skip og fiskavirkir, eisini
gongur væl.
Vilt tú vera har tað hendir,
so hendir í hvussu er nakað í
Klaksvík, staðfestir Rani Nol
søe, menningarstjóri hjá Klaks
víkar Kommunu.
Grør um gangandi fót í Klaksvík