mikudagur 2. mai 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
sjálvhjálp
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
KJ-Hydraulik hevur verið við á
øllum teimum undanfarnu fiski
vinnustevnunum, sum North
Atlantic Fish Fair hevur skipað
fyri, og soleiðis verður eisini
hesaferð, nú fjórða stevnan í
røðini verður hildin hósdagin,
fríggjadagin og leygardagin í
komandi viku.
Ólavur A. Olsen, stjóri, sigur,
at felagið gjørdi nógv burtur úr,
tá stevnan varð hildin á fyrsta
sinni á havnalagnum hjá Runa
víkar havn.
- Ikki minst tann parturin,
sum Hydro Tech á Eiði tá stóð
fyri innan alivinnuna, var væl
umboðaður, eitt nú við bátum
til alivinnuna, besløgum til
aliringar og øðrum.
Hørð kapping
Søgan aftanfyri Hydro Tech,
sum KJ var partur av og sum
seinni burtur av er lagt undir
virksemið
hjá
felagnum
á
Kambsdali, leiðir stjóran, Ólav
A. Olsen, til eina sólskinssøgu,
sum at kalla ikki hevur verið
frammi í Føroyum áður.
Hetta er ein rættiliga fitt og
hugnalig søga sum lýsir, hvussu
føroyingar á ein øðrvísi hátt og
við góðum úrsliti kunnu veita
hjálp og stuðla uppundir, har
ein fløvandi hond er kærkomin.
Undirritaði, sum skrivar hesa
greinina, minnist onkra fiski
vinnustevnu
uttanlands,
har
Hydro Tech serliga bjóðaði seg
fram við besløgum til aliringar,
sum felagið á Eiði gjørdi.
- Hugskotið við at gera hesi
besløg var gott. Tey skulu verða
ógvuliga neyv og sita væl um
aliringin uttan at belasta hann.
Men tað var tungt at fáa hesa
framleiðslu at geva pening, tí
kappingin var hørð. Vit eru
framvegis veitarar av hesum
besløgum til alivinnuna í Føroy
um og øðrum londum uttanum
okkum, eitt nú í Íslandi og Skot
landi, men nú verða tey ikki
longur framleidd í Føroyum,
sigur stjórin í KJ-Hydraulik.
Gav maskinurnar
At hesi besløg nú eru framleidd
í Rumenia seinastu árini, er ein
søga fyri seg – og ein søga, sum
Ólavur heldur sigur nakað um
tað hjartalag, hjálparhug og
framskygni, ið Kári Johannesen,
sáli, sum átti alt KJ-Hydraulik,
hevði.
Áðrenn vit fara víðari, kunnu
vit skoyta uppí, at KJ í dag
eisini er veitari av komplettum
aliringum.
- Vit umboða og selja lidnar
aliringar og tað einasta, sum
ikki er við, er sjálv nótin, sigur
hann.
Sólskinssøgan er, at Kári
Johannesen var ein av teimum,
sum plagdi at koyra klæðir
niður til Rumenia, og eina av
hesum ferðum gjørdi hann sam
an við øðrum lutfalsliga stutt,
áðrenn hann doyði av sjúku.
- Í einum fátækum parti av
landinum, sum var rakt av
herviligum arbeiðsloysi, møtti
hann manninum, Karl Staotz,
sum eins og Kári sjálvur hoyrdi
til brøðrasamkomuna. Karl var
trúgvandi. Hann var maskin
smiður, og teir gjørdust ógvuliga
væl.
Heimaftur komin av hesi ferð
ini, gjørdi Kári Johannesen ikki
matari enn at taka maskinurnar
niður í smiðjubygninginum á
Eiði, koyra tær upp í ein lastbil
Kári Johannesen:
Setti virksemi í gongd
í fátækum landi
Hjartalag og hjálparhugur kunnu seta virksemi í gongd í
fátækum landi. Hetta er søgan um besløgini, sum sett verða
á aliringar, eitt prógv um. Søgan er ókend millum tey flestu.
Hetta er ein søga um hjálp til sjálvhjálp. Men hetta er eisini
ein søga um mannin, Kára Johannesen, sála, sum átti KJ-
Hydraulik, men sum noyddist at gevast í góðum árum. Kári
gav nevniliga maskinurnar, sum Hydro Tech hevði brúkt til at
gera hesi besløgini, til ein mann í Rumenia, og haðani hevur
alivinnan í Føroyum og aðrastaðni síðan keypt besløg
Søgan um, tá Kári Johannesen
gav maskinurnar, sum stóðu í
bygninginum hjá Hydro Tech á
Eiði, til ein rumenara í fátækum
landsluti, er ein sólskinssøga, sum
sigur nakað um hjartalagið hjá
manninum, ið átti KJ-Hydraulik
Mynd: Vilmund Jacobsen