Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Tað gongur betri hjá S/pf Rock í Vági, enn stovnararnir tordu at droyma um. Rock í Vági framleiðir trollemmar Trollemmar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fyritøkan byrjaði virksemi sítt í 2004, og fyrsta roknskaparár var sera gott. Virksemið tá var mest umvælingar av trol­ lemmum. Stígur kom í fyrst í 2006, men tað endaði væl, tí Rock kom á marknaðin við tveimum nýggjum sniðum av trollemm­ um. Eksploderaði - Sancy og Enniberg fingu hvør sítt sett av lemmum at royna við, og Enniberg gjørdi mettúr, sigur Hans Joensen, stjóri í S/pf Rock. - So eksploderaði, og síðani hava vit sent lemmar til Íslands og fleiri til Noregs og eitt franskt skip kemur í næstum eftir lemmum, umframt at t.d. Sundaberg, Skálaberg, Sjaga­ klett­ur, Suðringur, Roc Ama­ dour, Vesturvón og Skálafossur hava lemmar frá Rock, greiðir Hans Joensen frá. Hann fegnast um, at rættilig ferð er á framleiðsluni, og 10 sett hevur Rock niðurfyri at framleiða og tað merkir støðugt arbeiði fram til Jóansøku. Tvey nýggj snið - Tað hevur gingið betri, enn vit tordu at droyma um, tá vit komu við sniðunum Super Shark, sum er til botntrol, og SeaBat, ið er til flótitrol, sigur Hans Joen­sen. - Vit fáa bara góðar aftur­ meldingar frá skipunum, ið hava fingið lemmarnar, sigur Hans, sum nú fegnast um, at t. d. norski báturin Havstrand í vikuni var á Vági eftir lemmum og at Finnur Fríði, sum eisini hevur lemmar frá Rock, hevur meldað aftur, at royndirnar eru sera góðar. Ljós framtíð Í løtuni arbeiða 12 mans hjá S/ pf Rock í Vági og 3 lærlingar eru í skúla í Havn, men hava eitt ár eftir av lærutíðini, tá teir koma aftur av skúlanum í summar. - Men vit hava nóg mikið at gera og kundu brúkt einar 3 – 4 sveisarar afturat, sigur Hans Joensen. Hans sigur, at í løtuni leigar Rock framleiðsluhøllina frá Eik, men tá ymisk viðurskifti koma á pláss, er ætlanin at keypa høllina og at byggja út, so virkið fær skrivstovubygning og brúsur og tílíkt til arbeiðs­ fólkini. - Vit hava gjørt íløgur í skip og útgerð og í lastbil, sum varð goldin eftir einum ári, sigur Hans Joensen, vanliga nevndur Hans í Líðini, sum fegnast um at standa á odda í S/pf Rock, sum stevnir við fullari ferð fram­ eftir. Gongur væl hjá Rock Annar lemmurin hjá Rock í Vági kallast Supershark … … hin Sea-Bat Góðskutryggjaðar breiðbandsloysnir frá okkum geva tær lættari samband við tíni kæru og virknari framleiðslu. Vit veita nú breiðbandstelefoni til skip: - føroysk nummur til manningina - avrokning av hvørjum nummari sær - somu lágu samrøðuprísir sum vanligt fastnetstelefoni - ókeypis samrøður til reiðaríið og aðrar breiðbandskundar hjá okkum Føroya Tele veitir heildarloysnina! Tel. 30 30 30 | www.ft.fo Skapið framtíðina saman við okkum... petur & petur • 320870 Breiðbandshald um fylgisvein gevur fiskivinnuni markleysar samskiftismøguleikar!