mikudagur 2. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 2. mai 2007
7
tíðindi
øvugt
- Flogvøllurin, hann
er alt ov lítil!, slær
Marius Dam úr
Miðvági fast.
Bæði áðrenn hann fór
uppí politikk, og ikki
minst síðani, hevur
hann verið heitur
talsmaður fyri at
leingja flogvøllin heilt
út á 1800 metrar
Flogvøllur
yvirtikin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágar: - Eg meini avgjørt,
at vit eiga at gera tað NÚ!,
slær tingmaðurin fast.
Nógv hevur verið tosað
um yvirtøkuna og ætlaðu
leingingina av vøllinum.
Nú hevur hetta tjakið fingið
nýtt lív.
Fyri Marius er tó eingin
ivi um, at skal ein leinging
út á 1800 metrar gerast
veruleiki, er neyðugt at ein
kemur fram til eina politiska
semju í hesum máli.
- Við teimum 360 mió
krónunum úr Íleggingar
grunninum skuldi ikki verið
nakar trupulleiki fyri hesi
loysnini.
- Føroyingar hava ikki
nakrantíð brúkt so mikið
sum eina einastu krónu til
flogvøllin. Nú eiga vit ein
vøll, og hann eiga vit at
modernisera sum skjótast,
sigur Marius avgjørdur.
Fíggja við
avgjaldinum
Hvat ein slík útbygging fer
at kosta, er ilt at meta um í
dag. Tað fara kanningarnar
og ein komandi prosjekter
ing at siga okkum í fram
tíðini.
- Uppgávan verður nú at
finna eitt fíggingarmynstur
sum ger, at vit kunnu fáa
ein 1800 metrar langan flog
vøll.
- Hetta kann t.d. verða
gjørt við at brúka ferðaav
gjaldið. Í dag fer tað í tann
stóra pottin, men tað kundi
eins væl verðið oyramerkt
at farið til at byggja flog
vøllin út fyri.
- Á henda hátt kundu vit
fingið ein vøll sum er til
nútíðar samfelagið, sigur
Marius.
Vindeyga úteftir
Fyri Marius Dam, eins og
so nógv onnur, hoyrir ein
nútíðargerð av terminalinum
sjálvandi við í hesa ætlan
ina.
- Tað eru fakfólk sum
skulu siga okkum, hvussu
ein komandi terminalur í
Vágum skal síggja út.
- Men vit síggja hinvegin,
hvussu nýtt og gamalt
møtast í sama terminali á
flogvøllinum í Kastrup,
sigur hann.
Her hevði ein tann gamla
terminalin, sum síðani er
vorðin útbygdur og nútíðar
gjørdur við øllum tí, sum
natúrliga hoyrir til ein
slíkan.
- Fingu vit ein nútíðar
terminal við góðari taxfree-
sølu, hevði tað verðið eitt
gott íkast til tað føroyska
samfelagið.
- Hetta hevði haraftrat
verið eitt gott vindeyga
úteftir hjá okkum og okkara
handilsvinnu,
sigur
tingmaðurin úr Miðvági.
Yvirtøka av flogvøllinum
Á almennari samkomu í floghavnini í gjár handaði
loftferðslustjórin, Kurt Lykstoft Larsen, Vága Floghavn til
Bjarna Djurholm, landstýrismaður í vinnumálum, yvirtók
floghavnina vegna Føroya Landsstýri.
Statens Luftfartsvæsen hevur rikið flogvøllin síðani 1. juli
1963, var tíðin búgvin til, at floghavnin kom á føroyskar
hendur.
Frá 1. juli 1963 til 30. apríl 2007 eru 86.209 flogfør komin
og farin um floghavnina. Hetta sama tíðarskeiðið eru
2.436.186 komin og farin um floghavnina.
Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna
Djurholm, verður Vága Floghavn ta fyrstu tíðin rikin sum
ein almennur stovnur. Seinni er ætlanin, at floghavnin
skal rekast av einum partafelagi.
36 fólk arbeiða hjá Statens Luftfartsvæsen og Naviair í
floghavnini. Teirra setanarviðurskiftir verða óbroytt við
yvirtøkuna.
(Kelda: floghavn.fo)
FAKTA
– Neyðug yvirtøka
Eydis Kjærbo og Una Egilsdóttir úr Vági skuldu til
Danmarkar við fyrsta flogfarinum, eftir at flogvøllurin
var vorðin føroyskur.
- Eg haldi, at tað er gott at yvirtaka flogvøllin. Slíkt
skal gerast stig fyri stig, sigur Eydis.
Við hesum verða betri møguleikar fyri eini
útbygging av flogvøllinum, sum leingi hevur verið
tørvur á.
- Nú eiga vit flogvøllin, og tí eru tað vit sum sjálvi
skulu avgera, hvussu hann skal útbyggjast, sigur hon.
Una Egilsdóttir er kend innan føroyskan hondbólt,
her hon hevur spælt við besta liðnum hjá VB.
Hon skuldi nú á sjúkrahúsið í Bispebjerg at fáa eina
skurðviðgerð fyri krossbondini.
sb.
Sagt um
flogvøllin
- Flogvøllurin er helst
tjúkkasta mappan í
vinnumálaráðnum. Nú
vøllurin er yvirtikin, fari
eg at biðja tey um at lata
hana aftur.
(Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri)
- Flogvøllurin verður nú
umskipaður til eitt parta
felag, soleiðis at virksemið
kann gerast smidligari.
Hetta verður eftir ætlan
gjørt í heyst. Næsta málið
verður ein yvirtøka av
loftferðsluni.
(Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri)
- Vit rokna við einum
sera stórum vøkstri í ár.
Óhugsandi er ikki, at eini
250.000 ferðafólk fara um
flogvøllin. Tí er neyðugt
við útbyggingum til tess at
nøkta henda tørvin.
(Finnbogi Niclasen, stjóri í Vága
Floghavn)
- Vit miða eftir at leingja
flogvøllin til 1600 metrar,
at umbyggja tornið og fáa
fleiri støðupláss til flogfør,
soleiðis at karmarnir verða
nøktaðir.
(Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri)
- Hetta er ein stórur
dagur, nú flogvøllurin
er yvirtikin. Hinvegin
kennist tað ikki sum ein ov
tung byrða. Vit hava góð
starvsfólk her, og í felagi
fara vit at klára tað.
(Finnbogi Niclasen, stjóri í Vága
Floghavn)
- Flogvøllurin er
kraftsentrið í Vágum, og
hevur stóran týdning fyri
okkum. Tí mugu vit øll
menna hetta økið í felag.
Okkara partur skal ikki
liggja eftir.
(Jákup Suni Lauritsen,
borgarstjóri í Sørvági)
Ikki minni enn 1800 metrar
Løgmaður tekur ímóti
flogvøllinum
Mynd: Jens Kristian Vang