Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 84 - 2. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tíðindaskriv Føroya Felag móti Krabba­ meini hevur sett Margret Mortensen í starv á skrivstovu felagsins í hálva tíð og fyribils í eitt ár. Margret Mortensen, sum er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1983 og hevur onkologiska og intensiva eftirútbúgving. Hon hevur nógvar og drúgv­ar royndir innan krabba­meinsøki, hevur síðan hon var útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur starvast innan hetta øki. Hevur starvast á krabba­ meinsdeild á Bispebjerg Hospital í tvey ár, frá 1985 á ymsum krabbameins deild­um á Finsen, og var við til at flyta har frá til Ríkissjúkrahúsið, har hon síðan starvaðist á krabbameinsdeild til 1993. Síðan 1994 hevur hon starvast á onko­log­iskt ambulatorium á Lands­ sjúkrahúsinum Á skrivstovuni hjá Krabbameinsfelagnum fer Margret at taka sær av at ráðgeva krabba­meins­ sjúklingum og avvarðandi teirra eins og at taka sær av øðrum uppgávum saman við Jansy Gaardlykke, sum síðan 1996 hevur starv­ast í felagnum sum dagligur leiðari. Virk­semið í felagnum, sum telist millum størstu sjúk­linga­feløg í Føroyum, er økt nógv seinnu árini. Felagið skipar javnan fyri skeiðum, ráðstevnum, fyri­lestrum og undirvísing, og tað tekur eisini lut í nógv­um fundarvirksemi, bæði í Føroyum og uttan­ lands. Virksemið í sjálv­ hjálparbólkunum í fel­ agnum er somuleiðis stórt. Margret Mortensen byrj­ ar í starvinum í dag 1. mai. Felagið býður henni at vera hjartaliga vælkomna. Margret Mortensen í starv hjá Krabbameins­ felagnum Frá 1. mai 2007 er Margret Mortensen sett í starv hjá Føroya Felag móti Krabbameini -har tað hendir Týsdagin 1. mai læt ein nýggjur handil upp í Vest­manna. Talan er um »Romantique«, sum er ein handil við gávulutum og brúkslist. Tað er Kirstin Johannesen í Vestmanna, sum eigur og rekur »Romantique«. Kirstin sigur, at hon hevur lagt dent á at hava breitt og fjølbroytt úrval av gávulutum og brúks­list. Alt er í fjálgum og hugnaligum stíli. Eisini delikatessur sum t.d. ymisk sløg av te, sjokolátu og smúkkir eru at fáa. Hon selur t.d. meturvørur, gardintoy, dúkar, eins og kendu donsku »Oliver Furniture« møblarnar, sum Søren Rør­ bæk hevur designað. Eftir at hava arbeitt 17 ár í Føroya Sparikassa í Vest­ manna, segði Kirstin seg úr starvi fyri umleið trimum árum síðan, og hevur hon seinastu tvey árini arbeitt í einum útibarnagarði í Vest­ manna. Kirstin sigur, at hon í fleiri ár hevur havt ein dreym um ein slíkan handil, og tá hon nú fekk møguleika at leiga hesi hølini, tók hon av. Serliga tí at handilin liggur væl fyri á Toftavegi, har vanliga nógv ferðsla er. »Romantique« er har sum bakaríið »hjá Regin« var áður. Handilin er opin soleiðis: Mánadag – fríggjadag kl. 12-17.30 og leygardag kl. 10-14. mg “Romantique – fjálgur hugni”: Romantikkur í Vestmanna Týsdagin 1. mai læt Kirstin Johannesen í Vestmanna upp handilin »Romantique«, sum er ein handil við gávulutum og brúkslist Myndir: Jens Kristian Vang Í døgunum frá 11. til 17. mai heldur kendi danski listamálarin og fakbókarit­høv­und­ urin Birger Møller skeið í málningalist í Kongaøtu 7 í Havn Listaskeið Í døgunum frá 11. til 17. mai heldur kendi danski listamálarin og fak­bóka­rit­ høv­undurin Birger Møller skeið í málningalist í Konga­ gøtu 7 í Havn. Talan er um tvey skeið, skeið 1 og skeið 2. Skeið 1 (fyri byrjaðar) er frá 11.-13. mai, og skeið 2 (fyri víð­ arikomin) er frá 14.-17. mai. Birger er útbúgvin á graf­isku deildini á skúl­ an­um fyri brúkslist og á kunstakademiinum í War­ zawa. Hann hevur útgivið fakbøkurnar: Acrylmaleri. Gyldendal 1990, Gyldendals lærebog i maleteknikker. Gyld­endal 2001 og Male­ bogen. Gyldendal 2006. Birger Møller hevur seinastu 20 árini undirvíst í máln­ingalist á ymiskum listaskúlum og seinastu 17 árini fast við Århus Kunst­ akademi. Birger Møller hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og hildið skeið. Áhugað kunnu tekna seg hjá Randi Gunnarsdóttir á tel. 266575. Birger Møller listaskeið í Havn