mikudagur 2. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 84 - 2. mai 2007
Í 1. maidags tiltaki
num, sum Javnaðar
flokkurin skipaði fyri
í Grasagarði, vísti
Jóannes Ejdesgaard,
løgmaður, í røðu síni
á, at úrslit so sanniiga
eru rokkin hetta
valskeiðið, sum
javnaðarfólk kunnu
fegnast um
MAIDAGSHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í 1. maidagshaldinum, sum
Javnaðarflokkurin skipaði
fyri í Grasagarði seinnapart
in í gjár, var løgmaður høv
uðsrøðari.
Hann legði fyri við at
greiða frá upprunanum til
1. maidags haldini, sum
byrjaðu við einari arbeiðara
kongress í París í 1889. Har
varð samtykt, at 1. mai
skuldi verða dagurin, har
arbeiðararørslan um allan
heim setti síni krøv fram.
Síðani hevur 1. mai hvørt
ár í 118 ár verið hildin við
røðum og sangi – við krøv
um um batar og við fagnaði
um vunnin framstig. Nógvir
glæsiligir sigrar eru úrslit
av stríðnum hjá arbeiðara
rørsluni, sum tæna arbeið
ararørsluni til miklan sóma
eisini her heima hjá okkum,
segði løgmaður.
Hetta var orsøkin til, at
Jóannes Ejdesgaard fyri
tveimum árum síðani førdi
fram, at klassiska stætta
stríðið var av og heitti á fak
felagsrørsluna um at seta
sær nýggj mál.
Tí fegnist eg ómetaliga
nógv um í dag, at Samtak,
sum er ein samanrenning
av Føroya Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag
og
Fiskimannafelagnum,
vónandi við einari rødd tek
ur til orðanna í øllum sam
felagsins
viðurskiftum,
segði løgmaður.
Nógv komið av skafti
Jóannes Ejdesgaard segði,
at síðani Javnaðarflokkurin
fyri trimum árum síðani tók
við landsins leiðslu, hevur
gingið støðugt framá. Hann
nevndi ein sterkan búskap,
metlágt arbeiðsloyvi, stabil
politisk
viðurskifti
og
nógva optimismu í vinn
uni.
Løgmaður vísti á, at tað
altíð í einum samstarvi er
so, at tú mást geva nakað
fyri at fáa nakað. Og at tað
bert finst eitt alternativ til
at vera í samgondu – og tað
er at vera í andstøðu.
Síðani nevndi Jóannes
Ejdesgaard eina rúgvu av
málum, ið eru gjøgnumførd
hetta valskeiðið, og sum
javnaðarfólk kunnu fegnast
um. Fastan gerðarrætt, lóg
um semjing, arbeiðsskaða
tryggingarlóg, gott sam
skifti við fakfeløgini um
eftirlønarskipan, hækking
av samhaldsfasta og av
fólkapensjónini, 337 nýggj
starvsfólk innan almanna-
og heilsuøkið, búskapar
gongdin vend rætta vegin
og altjóðagerðin er sett á
dagsskrá. Hesi vóru nøkur
av punktunum, løgmaður
nevndi.
So komið ikki og sigið, at
einki sæst til javnaðarpoli
tikk, legði Jóannes Ejdes
gaard dent á.
Samhaldsfasti
kostaði skattalætta
Einskiljingar pðlagdu ikki
at vera gott latín í javnaðar
flokkinum fyrr, men tíðin
stendur ikki í stað. Løgmað
ur vísti á, at tað er ikki upp
gávan hjá tí almenna at reka
partafeløg. Tað gevur held
ur onga meining av binda
milliardir í hesi partafeløg.
Peningurin eigur heldur at
nýtast til at niðurgjalda
skuld, so fíggjarligir møgu
leikar verða at styrkja um
kjarnutænasturnar í landi
num, helt løgmaður.
Hann kom eisini inn á
skattalættan, sum ofta fær
ákoyringar frá fakfeløgu
num. Men hetta var ein prís
ur, sum Javnaðarflokkurin
mátti gjalda fyri at fáa
hækkað Samhaldsfasta. Og
annars helt løgmaður ikki,
at skattalættin bara var av tí
ringa, tí loftið fyri toppskatti
var hækkað úr 170 túsuns
upp í 270 túsund við tí upp
skotinum.
Eisini vísti Jóannes Ejd
esgaard á, at 180 milliónir
av teimum 236, sum eru
lætnar í skattalætta, eru
komnar inn í Samhaldsfasta
í staðin.
Løgmaður nevndi eisini
visjón 2015, ein visjón um
einar Føroyar, har samhalds
festi styrkir um tær tænastur,
sum vit í Norðurlondum
halda vera so sjálvsagdar.
Jóannes Ejdesgaard end
aði við at ynskja, at Javn
aðarflokkurin og fakfelags
rørslan halda góða sam
starvi við líka og røkja tað
eisini frameftir.
Aycan vitjar føroyska dansigólvið
Komandi vikuskiftið hevur Aycan, ið er best umtókti danski bólkurin innan
dance/trance-tónleik, tvær konsertir í Føroyum. Talan verður um tvær konsertir.
Fyrra konsertin verður fríggjakvøldið í Eclipse. Dagin eftir spælir bólkurin, ið
er mannaður av eggiligu songverskuni Mette av kilverskum uppruna umframt
dananum ‘Crapman’, ið stendur fyri rútmunum, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði,
sum samstundis er karmur um eitt stórt tónleikatiltak, ið byin.fo skipar fyri.
Aycan, ið hevur sín uppruna úr jútlendska býnum Ålborg, er eitt kent tónlistarligt
navn í Danmark og Týsklandi. Serliga er tað endurútgávan av legendariska
lagnum ‘Lambada’, ið hevur gjørt, at Aycan nærum hevur verið fastur gestur á
donsku hittlistunum seinastu tvey árini.
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður:
Stór stig tikin á javnaðarleið
Javnaðarflokkurin skipað
Gaman
Fitt av fólki var ta
einu løtuna í
Grasagarði, har
Javnaðarflokkurin
hevði skipað fyri 1.
Maidags haldi.
Jazztónleikur og
undirhald fyri
børnum settu sín
dám á tiltakið
Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, var høvuðstalari í Grasagarði á
1. maidagshaldinum há Javnaðarflokkinum.
Mynd: Leo Poulsen
Dánjal á Neystabø og Búi Dam undirhildu
børnunum. Men tey vaksnu hugnaðu sær
minst líka nógv sum tey smáu.
Mynd: Leo Poulsen