Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 49

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 49 Motorjournalistar í 22 ymiskum londum ha­va kosið Lexus 460 LS til ársins bil í øll­ um heiminum 2007 mill­um 28 aðrar nýgg­ jar bilar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í fjør var tað Audi A6, nú er luk­su­sbilurin Lexus 460 LS, ið er kosin ársins bilur í øllum heiminum “World Car of the Year 2007”. Millum 28 ymiskar nýgg­j­ heit­ir varð Lexus 460 LS kos­in ársins bilur í øllum heim­in­um av mo­tor­jour­nal­ ist­um í 22 londum. Í grundgevingunum verð­ ur sagt, at Lexus 460 LS ”út­strál­ar” luksus og kval­i­ tet á ein hátt sum bilurin ei­si­ni fult út livir upp til. LS 460 er sera framkomin við t.d. auto/elektroniskari park­er­ingsskipan, 8-trins au­to­matiskan girkassa sum skif­tir so mjúkt at tað merk­ ist næstan ikk i. Bilurin fæst ei­si­ni í eini umhvørvisligari hybrid útgávu. Lexus halda upp á at teir við nýggja LS 460 hava gjørt heimsins besta bil - tann fullkomna bilin, har ein­g­in teknisk loysn hevur ver­ið ov dýr og eingin vegur ov langur fyri at røkk a teim­ um perfektu loysnunum. Nýggi Audi TT varð num­ m­ar tvey og MINI varð num­mar trý, meðan Mer­ce­ des-Benz E320 CDI Blue­ tech varð kosin heimsins me­st umhvørvisvinarligi bil­ur. Annars er Ford S- MAX ársins bilur í Evropa 2007, og Opel Corsa er árs­ ins bilur í Danmark 2007. Lexus LS 460: World Car of the Year 2007 Lexus 460 LS er kosin “World Car of the Year 2007” - Eg eri júst heimafturkomin av eini fantastiskari ferð í Før­oy­um. Eg var har fyri at hal­da ein stóran fyrilestur, og eg var simpulthen so væl mót­tik­in, sum um eg var Ma­don­na. Øll vistu eftir øll­ um at døma, at eg skuldi ko­ ma og tosa um sex, so eg var móttikin við opnum ør­um og við gávum, drinks og biltúri í einum sonnum drot­n­i­nga­bili… Soleiðis greiðir Joan Ørt­ ing frá í síðsta tíð­in­da­bræv­ in­um á heimasíðuni www. jo­an­oer­ting.dk. Joan Ørting koyrdi í hes­ um Bentley SII hjá Havnar Bil­a­sav­ni, sum sæst á mynd­ ini, sum er tikin uttan fyri Nýgg­ju­stovu í Gongini í Havn, har hon eisini vitjaði. Tað var har, ið Barbara í skald­søgu­ni hjá Jørgen Fran­tz Jacobsen varð fødd og vaks upp. Joan Ørting er sera hug­ tik­in av hesi kvinnu. Sø­gu­li­ gi persónurin handan kvin­ nu­na í skaldsøguni er Bein­ ta, eisini nevnd Illa-Beinta. Hon varð doypt Bente Chris­ ten Broberg, fødd í Nýgg­ju­ stovu í Havn í 1668. Joan Ørting í drotn­ing­a­ bil­in­um… - Jeg blev kørt runt i en kæmpe dronninge-bil, sigur Joan Ørting m. a. á heimasíðu síni. Hon var biltúr við hesum Bentley SII – sum er sami árgangur, sum Joan sjálv, frá 1960! bilar