mánadagur 7. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2007
AloeVera umboð á vitjan
Í komandi viku koma Ulla og Marco Devni úr Danmark á
vitjan í Føroyum.
Tey umboða kosttilskotið AloeVera, sum man vera væl
kent her á landi. Nú ynskja tey at hitta tey mongu, sum
selja vørurnar.
Týsdagin verður ein samkoma fyri hesum sølufólkunum
hildin í hølunum hjá Almanna- og Heilsurøktarfelagnum í
J. Paturssonargøtu.
Tað er Rithøvundafelagið, sum saman við Norðurlanda
húsinum, hevur boðið kenda finska skaldinum Tua
Forsström at koma til Føroya
Tua Forsström
vitjar í Føroyum
Kenda finska skaldið Tua Forsström kemur
til Føroya, og fer hon hósdagin 10. mai at
lesa upp og siga frá sínum skaldskapi í
Norðurlandahúsinum
Bókmentir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kvinnuligi yrkjarin Tua Forsström er fødd í 1947 í
Borgå. Hon er millum kendastu finsku rithøvundarnar
nú á døgum og hevur fingið nógvar virðislønir fyri sín
skaldskap, teirra millum Edith Södergran virðislønina í
1988, Pro Finlandia heiðursmerkið í 1991, Finlands
virðislønina hjá Svenska Akademinum 1992. Svenska
Akademiið heiðraði hana aftur í 2003, tá hon fekk Bell
man virðislønina, ið verður latin framúrskarandi svensk
um skaldum, hetta hóast Tua Forsström er finsk (fin
landssvensk). Eins og Edith Södergran skrivar hon á
svenskum.
Í 1998 fekk hon bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
fyri yrkingasavnið Efter at ha tilbringat en natt med
hästar. Í síni grundgeving segði ráðið, at verkið er ”eitt
marggrundað yrkingasavn við lindum av skemti og
sorg. Tað er væl samantvunnið í evni sínum, musikalskt
og við sterkari nærveru í núinum.”
Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Norðurlandahúsinum
hósdagin 10. mai kl. 19.30.
Nú er somikið trongt
á arbeiðsmarknaði
num, at næstan allir
føroyingar eru í
arbeiði. Og skulu
størv mannast, verður
tað mangan av fólki,
sum rýmir úr øðrum
starvi. Í januar í ár
vóru 900 fleiri løntak
arar enn í januar í fjør
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Av Hagstovuni verður sagt,
at eftir trý ár við ongum
vøkstri, er talið av løntakar
um nú farið at vaksa við út
ímóti somu ferð, sum í níti
árunum.
Frá 2003 til 2006 stóð tal
ið av løntakarum mestsum í
stað, men frá miðjum ári í
2006 er rættulig ferð komin
á arbeiðsmarknaðin, so at
løntakararnir í januar í ár
vóru 900 fleiri enn í januar
í fjør. Í prosentum er hesin
vøksturin 3,6 prosent.
Tølini eru øll grundað á
árstíðarjavnaðu uppgerðina
av løntakarum, sum Hag
stovan letur gera, og vísa
tey hækkandi vøkstur sein
asta árið.
Nærum onki
arbeiðsloysi
Løntakararnir í Føroyum
vóru um ársskiftið á leið
25.400 í tali. Við ársbyrjan
1995 vóru teir um 18.000,
og er talið sostatt vaksið
við 7.400 hesi seinastu 12
árini.
Øll árini fram til 1999 var
arbeiðsloysi meira enn 5
prosent, so at tøk arbeiðs
megi var til ein fittan part
av størvunum, sum vórðu
boðin fram. Í 1995 vóru 13
prosent arbeiðsleys, í 1996
vóru 10 prosent arbeiðsleys
- og so minkaði arbeiðs
loysið støðugt sum árini
liðu, til arbeiðsloysið var
um 3 prosent í 2001.
Stórur eftirspurningur
Sambært Hagstovuni vaks
løntakaratalið tí so hvørt
sum arbeiðsloysið minkaði.
Somu árini fluttu eisini væl
fleiri fólk heim til Føroya
enn av landinum, og nógv
teirra komu heim at starvast
sum løntakarar. At eftir
spurningurin eftir arbeiðs
fólki er stór í hesum tíðum,
sæst av, at arbeiðsloysið er
at kalla einki. Ongar kann
ingar verða gjørdar her á
landi av eftirspurningi eftir
starvsfólki, men eftir lýsing
unum í bløðunum at døma,
er tørvurin rættiliga stórur,
verður sagt.
Skifta millum størvini
Tað er heldur útboðið av
skikkaðum starvsfólki, sum
er avmarkingin í løtuni.
Seinastu uppgerðirnar vísa,
at arbeiðsloysið í løtuni er
lægri enn 2 prosent, sum er
óvanliga lítið. Hetta merkir
so eisini, at skulu størvini
mannast, verður tað mangan
av fólki, sum samstundis
rýmir úr øðrum starvi.
Fleiri flyta enn koma
Tí kann vøksturin valla
halda fram uttan, at fólka
talið veksur við innfluttum
fólki. Seinastu trý árini hev
ur gongdin kortini verið
tann øvugta – at fleiri fólk
fluttu av landinum, enn til
Føroya.
Nógvar
orsakir
kunnu vera til tess, bæði
vánaligir búsetingarmøgu
leikar, lágt lønarlag, vána
ligt veðurlag ella aðrar góð
ar grundir.
Veðrið fáa vit einki gjørt
við, men sosialu korini -
eitt nú møguleikar fyri
búseting og barnaansing -
ber til hjá myndugleikunum
at bøta um. Hampiliga stór
ar útstykkingar og bústaða
byggingar eru í umbúna, og
fara at hjálpa nakað upp á
trupulleikarnar, men valla
so skjótt og so nógv, sum
bráðtørvur er á, sigur Hag
stovan.
Mikukvøldið skipar
Javnstøðunevndin
fyri tveimum almenn
um fyrilestrum, nú
norðurlendsku javn
støðunevndirnar
hittast til fundar í
Føroyum
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Einaferð um árið hittast
norðurlendsku Javnstøðu
nevndinar til fundar, og í ár
verður fundurin hildin í Før
oyum 10-11. mai við um
boðum úr Svøríki, Noregi,
Danmark, Finlandi, Íslandi,
Grønlandi og Føroyum. Í
hesum
sambandi
skipar
Javnstøðunevndin
fyri
tveimum almennum fyri
lestrum mikukvøldið.
Felags kærustovnur
Fyrri fyrilesturin fer at
snúgva seg um nýggja
felags kærustovnin í Dan
mark, sum fer at virka frá
2008. Javnstøðunevndin sig
ur, at Danmark er í ferð við
at umskipa og víðka javn
støðuøkið, millum annað
við
nýggja
stovninum,
Klagenævnet for Ligebe
handling. Allar kærur frá
borgarum um diskrimina
tión verða savnaðar á hesum
stovni. Tað merkir, at borg
ararnir í framtíðini kunnu
kæra til ein og sama stovn,
um teir halda seg hava verið
fyri mismuni vegna kyn,
rasu, húðarlit, trúgv, aldur,
brek, nationalan, sosialan
ella etniskan uppruna, polit
iska áskoðan ella seksuella
orientering. Sum er, kunnu
bara tey kæra, sum meta
seg
vera
diskriminerað
vegna kyn, rasu ella etnisk
an uppruna. Nýggi stovnur
in avloysir verandi stovnar
nar Ligestillingsnævnet og
Klagekommitéen for Etnisk
Ligebehandling, sum verða
niðurlagdir.
Iben
Rostock
Jensen,
ráðgevi í donsku javnstøðu
nevndini, ber fyrilesturin
fram.
Arbeiði av sama virði
Seinni fyrilesturin verður
við Magnus Jacobsson, ráð
geva í svensku javnstøðu
nevndini, sum fer at røða
um evnið: arbeiði av sama
virði.
Norðurlendsku javnstøðu
lógirnar fyriskriva, at menn
og kvinnur skulu hava somu
løn fyri sama arbeiði og
arbeiði, ið verður mett at
hava sama virði. Men hvør
ásetir
virðið
á
einum
arbeiði, og hvussu kann
hetta
gerast?
Svenska
javnstøðunevndin,
JämO,
hevur í nøkur ár arbeitt við
einum lønarkortleggingar
projekti, har ymiskar út
búgvingar, arbeiðsfunktión
ir, mannagongdir o.a. eru
kortlagdar og greinaðar til
tess at kunna meta um virð
ini á teimum ymsu arbeiðu
num og lønunum í mun til
hvørt annað.
Fyrilestrarnir verða 9.
mai kl. 19 - 21 í Dansistovuni
í Norðurlandahúsinum.
Javnstøðufyrilestrar í Noðurlandahúsinum
Trongt á arbeiðs
marknaðinum
Ferðavinnan í kreppu
Danska ferðavinnan er í stórum trupulleikum, tí teir
útlendsku gestirnir fækka í stórum, skrivar Ugebrevet Man
dag Morgen. Sambært blaðnum er talið á útlendskum
gistandi á hotellum, frítíðarmiðstøðum, summarhúsum og
tjaldingarplássum minkað 16 prosent tey seinastu tíggju
árini. Orsøkin til afturgongdina er, at ferðavinnan heldur
fram at dúva upp á tey gomlu tilboðini heldur enn at bjóða
fremmendafólki nýggj og áhugaverd tilboð.