Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2007 Hjálp til Kongo Landsstýrið hevur gjørt av at lata danska hjálparfelagsskapinum ADRA 495.000 krónur av føroysku menningarhjálpini til eina verkætlan í afrikanska landinum Kongo. Peningurin er ætlaður at hjálpa flóttafólki, sum venda heimaftur, og ein annar danskur hjálparfelagsskapur, DANIDA, er við í somu verkætlan. Kongo hevur verið herjað av borgarakríggi í mong ár og er blóðfátækt, og tørvur er á útlendskari hjálp til tey neyðstøddu. Vænta arbeiðsloysi Størsti bankin í Danmark, Danske Bank, skrivar í sínari seinastu frágreiðing, at ferðin á danska búskapinum er minkað, og at gongdin fer at hava við sær, at arbeiðsloysið fer at veksa síðst hesum árinum. Forstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, segði við Børsen í gjár, at bankin hevur kanska ikki gloppað dyrnar fyri dapurskygni, men heldur slept einum part av sínum bjartskygni um árið í ár, tí ferðin verður ikki tann sama, sigur hann. Á Fish Fair hós­morg­ unin, undirskrivaði Tórshavnar Skipa­ smiðja sáttmála um at smíða tvær tvíkiljur Fish Fair Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fish Fair er staðið, har keyp­arar og seljarar hittast. Onkuntíð spyrjast sáttmálar burturúr og tað vóru onkur dømi um, at Fish Fair hesu­ ferð. Tað var ikki meiri enn ein tími farin av stevnuni, tá ið tann fyrsti sáttmálin varð undirskrivaður. Og hann var ikki av teimum heilt lítlu heldur, tí talan var um ein milliónasáttmála. Tað var Tórshavnar Skipa­ smiðja sum skrivaði undir sáttmála við Vest Salmon um at byggja tvær tvíkiljur til alibrúkið hjá Vestlaks. Tvíkiljurnar skulu latast eigaranum 21. november. Hóast sáttmálin varð undirskrivaður á Fish Fair hósdagin, hava samráðingar sjálvandi verið eina tíð um sáttmálan. Tvíkiljurnar eru 14 metrar langar og seks metrar breiðar og tær kosta 7,6 milliónir, tilsamans. Hetta verða fyrstu tvíkilj­ urnar, sum verða bygdar á Tórshavnar Skipasmiðjuni. Gunnar Mohr, stjóri á Skipa­smiðjuni fegnast um bíleggingina og hann sigur, at í hesum føri verða bæði skrokkar og alt annað arbeiðið gjørt í Føroyum. Seta tilbúgving á dagsskránna Týsdagin skipar Føroya Kommunufelag fyri evnisdegi um kommunalu tilbúgvingina. Evnisdagurin verður á Hotel Føroyum og har verða bæði framløgur og borð­spølum. Borð­spøl­ini fara at bjóða komm­unu­pol­ itikarum og teirra starvsfólki av at loysa vanda­mál, sum lættliga kunnu stinga seg upp tá illa vil til. Kommunufelagið sig­­ur, at síðani landið yvir­­tók másøkini hav­um­hvørv­is­ vernd og tilbúgv­ing, hava nógvir fundir ver­ið um málið og her hava komm­ un­urnar ein stór­an leiklut, tí tær skulu eisini gera sína ávirkan galdandi. Føroya Kommunufelag er komið langt at fyri­ reika tilbúgingina og týs­­ dagin stendur felagið so fyri evnisdegi fyri komm­ unupolitikarum og avvarandi starvs­fólki um, hvussu komm­unurnar kunnu skipa tilbúgvingarætlanirnar. Har verða framløgur um ymisk viðurskifti, sum kommunurnar mugu taka til viðgerðar, tí í lóggávuni, sum skal vera klár til 2008, eiga tey veruligu viðurskiftini at verða útgreinað um, hvat kommunurnar kunnu átaka sær í tilbúgvingarætlanini fyri Føroyar. At Føroya Kommunu­fel­ag leggur stóra orku í ar­beiðið um kommunala part­in av tilbúgvingini, er ikki so undarligt. Sjálvt um uppgávu- og ábyrgdarbýtið er hampiliga greitt, skulu ym­isk viðurskifti úgr einast. Harímillum verður neyðugt at staðfesta, hvar komm­­unurnar mugu sam­ starva. Tilbúgvingin er ikki ókeyp­is, og tí eiga komm­un­ urnar at samskipa út­gerð, fyri at minka um útreiðslurnar. Eisini er sannlíkt, at land og kommunur mugu býta úteiðslur sínámillum tá tað kemur til tey kostnaðarmiklu tiltøkini, sigur Føroya Komm­ unufelag. Evnisdagurin verður skip­ aður við framløgum, sum lýsa tilgongdina at gera til­ búgvingarætlanir, og borð­ spølum. Borðspølini fara at bjóða av bæði komm­ unupolitikarum og teirra starvsfólki at loysa vanda­ mál, sum lætt kunnu stinga seg upp tá illa vil til. -áki- Tað er ivingarsamt um tað er lógligt at innrætta tiltikna roykirúmið á loft­in­ um á Føroya Løgtingi Royking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað ein spurningur um tað ikki er lógarbrot at innrætta roykirúm á loftinum á Føroya Løgtingið. Nú nýtt løgtingshús er gjørt, hevur tað fingið nógva umrøðu, at Løgtingið hev­ur innrættað eitt væl­út­gjørt roykirúm til teir 8-10 løg­ tingslimirnar, sum roykja.­ Annars er tað ikki loyvt at roykja á almennum og hálv­ almennum stovnum, men har skal tað bera til at gera roykirúm. Men eftir lógini skal lands­ stýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, lands­stýrismaður í heilsumálum, gera reglar fyri slík roykirúm og tað hevur hann ikki gjørt. Og nú vil Jenis av Rana hava at vita um tað tískil ikki er beinleiðis lógarbrot at gera eitt slíkt roykirúm í Løgtingshúsinum, tí enn er ongin reglugerð gjørd. Heilt serlig undantøk Hann vísir á, at tað bara er í undantaksføri, at tað ber til at gera frávik frá roykiforboðnum og tað er í heilt serligum førum. - Undantøk kunnu gerast á psykiatriskum deildum, men Løgtingið er ikki ein psykia­ trisk deild. Und­an­tak kann eisini gerast á ellisheimum, men tað er Løgtingið heldur ikki. Og undantak kann eisini gerast á arbeiðsplássum, har bara eitt fólk arbeiðir. - Tí vildi Jenis av Rana hava at vita um tað er lóg­ligt at gera roykirúm í Løg­ting­ inum, tá ið Hans Pauli Strøm ikki hevur gjørt umrøddu reglu­gerð. Hans Pauli Strøm helt, at tað er ivingarsamt, um royki­ rúmið er lógligt ella ólógligt eftir lógarinnar reglum. - Men tað er í øllum førum ímóti andanum í lógini, staðesti hann. Hann nevnir, at eftir and­ anum í lógini, skuldi royking bara vera loyvd á stovnum, har heilt serligar umstøður gera seg galdandi, eitt nú á psykiatriskum deildum, eldrastovnum, men á van­ ligum arbeiðsplássum var ikki ætlanin, at tað skuldi vera loyvt at roykja. Hann hevði annars verið í holt við kunngerðina, men so komu sterkar ábendingar um, at tað var rættari at gera nýggja tubbakslóg og tí var arbeiðið at gera kunngerðina, lagt til viks. Nýggju reglarnar verður strangari enn tær, sum nú eru og uppskot um tað verður lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku. Summir løgtingslimir halda, at Løgtingið eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi og at Løgtingslimir kunnu ikki krevja, at onnur skulu halda lógir og reglar, sum løgtingið sjálvt ikki heldur. Løgtingið í sama bát sum psykatriskar deildir og ellisheim Løgtingið kann ikki krevja at onnur skulu halda reglar og lógir, sum Løgtingið ikki sjálvt vil halda, siga løgtingslimir Fingu milliónasáttmála í hús Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks, vm., og Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni, skriva undir sáttmála um at byggja tvær tvíkiljur á Fish Fair í morgun Mynd: Jens Kristian Vang