mánadagur 7. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2007
Misnøgd við samtykt
Fólk, sum búgva á Oyrareingjum og Signabø í Kollafirði,
eru ikki nøgd við samtyktina hjá Tórshavnar býráði at gera
eina bingjuhavn á Oyrareingjum, og tey ætla sær ikki at
sleppa málinum so. Eftir at kommunan hevur gjørt av, hvat
byggifelag skal gera bingjuhavnina, hava teir misnøgdu
kollfirðingarnir biðið um innlit í málið um ta ætlaðu
bingjuhavnina. Sambært Útvarpinum hava tey misnøgdu
illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram.
Ímóti hægri skatti
Nývaldi landsstýrismaðurinm í grønlendskum fíggjar
málum, Lars-Emil Johansen, vissar grønlendingar um, at
hann fer at berjast ímóti øllum ætlanum um skattahækkingar.
Orsøkin til orðaskiftið um hægri skatt er, at 63 mió. krónur
resta í til at fíggja eina broyting í pensjónsskipanini. Lars-
Emil Johansen heldur, at tað eigur at bera til at finna 63
mió. krónur afturat á einari fíggjarlóg, sum javnvigar við
meiri enn hálvari sættu mia. krónum.
Eldsbrunin umborð á
frystitrolaranum
Hercules er størsti
einstaki skaði nakran
tíð, sum eitt føroyskt
tryggingarfelag hevur
verið fyri. Talan er um
tíggjutals milliónir, ið
tilburðurin fer at
kosta bæði Trygging
arfelagnum Føroyar
og Thor, sum eigur
skipið
Trygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Skaðin av eldsbrunanum
umborð á føroyska frysti
trolaranum, Hercules, sum
kravdi 11 av útlendsku
manningini lívið, verður
eisini kostnaðarmikil á ann
an hátt. Hóast onki tal er
sett á enn, tí skipið fram
vegis ikki er komið í Havn,
er greitt, at talan verður um
tíggjutals milliónir. Hetta er
fyri tað, sum Tryggingarfe
lagið Føroyar skal rinda
fyri tann partin, sum ikki er
endurtryggjaður
uttan
lands.
Stjórin á Tryggingarfelag
num Føroyar, Gunnar í
Liða, upplýsir, at hetta er
størsti einstaki skaðin í
søgu felagsins. Bert ódnin í
1988, har talan var um nógv
ar stórar og smærri skaðar,
ið tilsamans fór upp um
100 mió. krónur, hevur ver
ið dýrari fyri felagið. Talan
var tá í høvuðsheitum um
bygningar, bilar og alivinn
una.
Metingin av vanlukku
rakta fyrstitrolaranum skal
eisini gera av, um tað yvir
høvur loysir seg at umvæla
skipið, ella um tað má
skrottast.
Spurdur um, hvussu nógv
er endurtryggjað uttanlands,
sigur Gunnar í Liða, at
felagið sum prinsipp ikki
úttalar seg um kundaviður
skifti, og tí vil hann heldur
ikki geva nakað boð uppá,
hvussu stórur partur er end
urtryggjaður aðrastaðni.
- Eg kann siga so mikið,
at meginparturin er endur
tryggjaður, sigur stjórin í
Tryggingarfelagnum.
Hvussu nógv fer skaðin
at kosta tykkum?
- Tað vita vit ikki enn, tí
skipið er ikki komið til
lands, og møguleiki tí ikki
hevur verið fyri at meta um
skaðan. Og sum áðurnevnt
gera vit ikki viðmerkingar
til upphæddir og einstakar
kundar, sigur Gunnar í
Liða.
Er talan um tíggjutals
milliónir?
- Ja, tað er tað. Hetta er
størsti einstaki skaði hjá ein
um føroyskum tryggingar
felagi
nakrantíð,
sigur
Gunnar í Liða.
Umframt skaðan á sjálvt
skipið, skulu familjurnar
hjá teimum 11 útlendingun
um, sum ikki komu frá
hendingini við lívinum,
hava endurgjald.
Milliónir í mistum
inntøkum
Hans Andrias Joensen, for
stjóri í p/f Thor, sigur, at
eldsbrunin eisini fer at
kosta felagnum nógvan pen
ing í mistari inntøku. Hann
vil ikki seta nakað tal á, tí
tað ber ikki til at gera,
áðrenn metingin av skaða
num er gjørd. Skipið stend
ur í 150 mió. krónum.
Spurdur um tapið hjá
teimum eisini er í tíggjutals
milliónum, sigur forstjórin:
- Ja, tað verður tað. Sjálvt
um skipið er væl tryggjað,
fara vit sjálvandi at missa
nógvar inntøkur, nú skipið
ikki verður í rakstri í langa
tíð, sigur Hans Andrias
Joensen.
116 mans vóru við Her
cules, harav tveir føroyingar,
ið báðir komu við lívinum.
Restin
av
manningini
taldi tríggjar norðmenn,
fýra ukreinarar, 27 russarar,
70 kinesarar og 10 úr Peru.
Skipið var statt í Kyrra
havinum uttan fyri Kile, tá
eldur kom í um fýratíðina á
morgni tann 21. apríl
Hercules er dýrasti skaði nakrantíð
Vanlukkan á Hercules var ikki einans kostnaðarmikil í mannalívum. Fíggjarliga verður eldsbrunin umborð á fyrstitrolaranum tann dýrasti, einstaki skaðin í
føroyskari tryggingarsøgu
Stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Gunnar í Liða,
hevur ikki nakað tal uppá, hvussu nógv felagið skal rinda í
tryggingarskaða fyri eldsbrunan umborð á Hercules. Hann
váttar tó, at talan er um tíggjutals milliónir
Savnsmynd
Ikki einans fyri Tryggingarfelagið Føroyar verður eldsbrunin
umborð á Hercules kostnaðarmikil. Sambært Hans Andrias
Joensen, forstjóra í p/f Thor, verður skaðin eisini ein fíggjarligur
smeitur fyri reiðaríið í Hósvík
Savnsmynd