Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 86 - 7. mai 2007 tíðindi Móttøka Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tá samanløgdu stovnarnir Ferðaráð Føroya og Menningar­stovan bjóðaðu til almenna móttøku á Bryggju­ bakka seinasta mikudag í sambandi við at Elin Heine­ sen er sett sum stjóri, skifti stovnurin samstundis navn til ”SamVit”. Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum, sum avdúkaði nýggja navnið hjá samanlagda stovn­inum. Navnið skuldi vera stutt og greitt og lætt at siga og hoyra. Eisini skal tað kunna úttalast av út­lendingum og lýsa enda­ málið við stovninum. Í røðu síni til Elina, segði Bjarni Djurholm m.a. “Eg havi skilt, at Elin leingi hevur havt ætlanir um at búseta seg í føðilandinum aftur fyri at gagnnýta sínar førleikar í Føroyum, og fyri at gera nyttu sum ein skapandi, rek­ andi og samlandi faktorur í einum týðandi starvi, har hon kann gera sítt íkast til at fremja bestu umstøður fyri einum burðardyggum og fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum. Tá starvið var tøkt, sá Elin møguleikan fyri at fáa júst ta avbjóðingina. Og avbjóðingin er ikki hissini. Upp­gávan hjá samanlagda stovninum er sera víðfevnd, nevniliga at birta upp undir nýskapan og íverksetan. Ì samstarvi við aðrar myndug­ leikar at samskipa manna­ gongdir innan fyrisiting, sum hava týdning bæði fyri íverksetarar og vinnuligt virksemi sum heild. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Før­oyar sum eitt land at gera íløgur í. At menna ferðavinnuna í landinum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta er ikki smávegis, og eg haldi, at starv títt er eitt av teimum týdn­ing­a­rmestu á økinum hjá Vinnu­mála­ ráðnum og innan almenna fyrisiting í heila tikið. So Elin, vit hava stórar vónir til tín persón. Eg vil at enda ynskja tær og medarbeiðarunum á samanlagda stovninum alt tað besta og góðan ar­beiðshug”. Elin takkaði øllum, sum vóru komin til móttøkuna og segði m.a. ”Eg vil takka Vinnumálaráðnum, vinnu­ málaráðharranum og tykkum annars, sum settu meg í starv, fyri tað álitið, tit hava víst mær, sum eg fari at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til. Eg eri heilt ótrúliga glað fyri at hava fingið hetta starvið, sum í mínum eygum má vera tað mest spennandi starvið yvirhøvur í Føroyum. Tit fara at síggja nógv initiativ koma higanifrá í framtíðini, sum eg vóni, at tit fara at taka gott undir við. Eg síggi fram til eitt gott samstarv framyvir”. Elin Heinesen er 48 ára gomul og úr Havn. Elin er cand. mag. við høvuðsgrein í ‘æstetik og kultur’ og hjá­grein í “norðurlendskum máli og bókmentum” Har­um­framt hevur hon tikið filmshandrit­ høvundatbúgving á (Den Danske Filmskole) og fram­haldsútbúgving í vinnulívsbúskapi á (Copen­ hagen Business School). Elin hevur búð í Keyp­ mannahavn í 23 ár, har hon hevur havt fleiri avbjóðandi størv. Tá Elin søkti starvið sum stjóri á samanlagda stovn­inum, sat hon í starvi í Danmark sum blaðstjóri fyri eitt av mest lisnu for­ brúk­arabløðum – KIWI magazine. Elin Heinesen, stjóri á SamVit: Nógv initiativ fara at Mikudagin 2. mai var almenn móttøka á Bryggju­bakka 12 í Havn í sambandi við at Elin Heinesen er sett sum stjóri á samanløgdu stovnunum Ferðaráð Føroya og Menningar­ stov­uni. Samanlagdi stovnurin hevur fingið navnið »Samvit« Kjartan Dalsgaard ynskir Elini tillukku við nýggja starvinum. Eisini síggjast millum onnur Ólavur Arge og Kent Kristensen