mánadagur 7. mai 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 86 - 7. mai 2007
Vit undirritaðu afturvísa
við
hesum
tær
grovu,
ógrundaðu
skuldsetingar,
ið reistar vórðu móti okkum
í blaðnum Vinnuvitan hós
dagin 3. mai. Samstundis
átala vit hvassliga tað sera
lága journalistiska støði,
sum greinarnar, íroknað
oddagreinin í blaðnum, eru
á, har beinleiðis verður log
ið um okkum, uttan at nakar
av blaðnum ómakar sær at
biðja um okkara viðmerk
ing. Vit skulu gera greitt, at
alt, vit í hesum skrivi føra
fram, kann skjalprógvast.
Tað er beinleiðis lygn, tá
stjórin
í
partafelagnum
Thor leggur partaeigararnar
í Ocean Group Faroes undir
at fremja kvettroynd móti
Thor fyri at ogna okkum
skipið
Athenu.
Ocean
Group, og ikki Thor, átti
Athenu. Thor átti 11 prosent
av partapeninginum í Ocean
Group.
Tá Ocean Group varð
stovnað seint í 2005, varð
vald ein fyribilsstjórn. Til
stjóra varð settur Hans
Andrias Joensen, og til
nevndarformann varð vald
ur Gunnbjørn Joensen. Sum
frá leið fóru partaeigarnir
at sóknast eftir einum reglu
ligum aðalfundi, sum ongan
tíð hevði verið hildin. Held
ur eingin roknskapur var
tøkur.
Allur rakstur av skipinum
er avgreiddur av manningini
og skrivstovuni í Las Palm
as. Tað einasta, Thor hevur
havt við raksturin at gera,
er at flyta hýrur, sum
íslendski skrivstovumaður
in í Las Palmas hevur givið
boð um. Síðan skipið fór í
drift, hevur stjórin einaferð
verið umborð í 10 tímar, og
nevndarformaðurin ongan
tíð.
Sum fráleið fóru partaeig
ararnir í Ocean Group at
sóknast eftir upplýsingum
um raksturin og vildu síggja
tøl. Uppá fyrispurning varð
vanliga svarað, at tað gong
ur fínt, men eingi tøl blivu
nakrantíð framløgd. Hetta
gjørdi, at álitið hjá partaeig
arunum á leiðsluna so við
og við fór at minka.
Tá skipið, Athene, varð
keypt, bleiv tað umbygt, og
millum annað varð verk
smiðjan tikin úr og seld fyri
góðar 2 mió. krónur. Hóast
tað var Ocean Group, sum
átti Athenu og seldi verk
smiðjuna, hava vit seinni
fingið prógv fyri, at rokning
fyri søluna varð send frá
Thor, sum var vanligur
partaeigari í Ocean Group.
Ongastaðni hevur borið til
at fingið ávíst, hvar hesin
peningur er endaður.
Rættiliga tíðliga í øllum
málinum hótti Hans Andrias
Joensen beinleiðis hinar
partaeigararnar við, at um
teir ikki gjørdu, sum hann
vildi, skuldi hann eftir ein
ari nátt syrgja fyri, at parta
peningurin hjá teimum varð
gjørdur til einkis. Hann hev
ur seinni váttað hesa hóttan
fyri einum av partaeigaru
num. Hendan váttanin er
fest á band. Tá vit síðan
hava staðfest, at stjórin utt
an okkara vitan hevur tikið
lán áljóðandi allan partapen
ingin, sum hann við bank
ans vælvild kann gera um
til partapening í felagnum,
skilja vit, hvat hann meinti
við hesi hóttan.
Eftir, at vit leingi høvdu
strongt á at fáa aðalfund,
varð ein nevndarfundur so
hildin tann 21. december
2006. Á hesum fundi kom
av tilvild fram, at stjóri og
nevndarformaður, uttan at
aðrir
partaeigarar
ella
nevndarlimir vistu av nøkr
um, tann 4. juli 2006 høvdu
tikið eitt lán í táverandi
Føroya Sparikassa áljóðandi
9 mió. krónur. Tað sama
sum samlaði partapening
urin var. Hetta var eitt lán,
sum var tikið afturat verandi
fígging uppá 125 mio kr..
Treytin var, at Sparikassin,
seinni Eik banki, skuldi
hava nakrar óvanligar ser
sømdir. Sum treyt fyri láni
num kravdi Eik Banki
nevniliga helvtina av avlopi
num hjá Athenu áðrenn
skatt í samfull 7 ár, umframt
at lánið sjálvandi skuldi
gjaldast aftur við rentum.
Ocean Group skuldi so av tí
peningi sum tá var eftir
gjalda skatt og rakstur av
skipinum.
Tað er greitt, at tá slíkt
fer fram, uttan at hinir eig
ararnir vita av tí, missa vit
álitið á hesar menn og vilja
fegnir hava umskipað leiðsl
una í felagnum. Eftir at vit í
ein mána høvdu roynt at fáa
hendur á áður nevndu láns
skjølum, eydnaðist tað tann
8. februar 2007. Tá fingu
vit avrit við telefaksi frá
Eik banka.
Sjálvandi strongdu vit
enn meir á at fáa ein aðal
fund, og hann varð lýstur at
verða í Hósvík tann 27.
mars 2007.
Tað er beinleiðis ósatt, tá
sagt verður í Vinnuvitan, at
hvørki stjóri ella nevndar
formaður vistu um fundin.
Nevndarformaðurin kallaði
umvegis
sakføraran
hjá
Thor inn til fundin.
Fundurin varð tó av ong
um, tí tá hann skuldi setast,
kom fram, at teir høvdu
gloymt at geva einum av
partaeigarunum, Klæminti
Olsen, fundarboð. Tískil
var innkallingin ógildug.
Heldur ikki tá fingu vit
innlit í fíggjarstøðuna hjá
felagnum, og álitið á stjóran
og nevndarformannin mink
aði uppaftur meira.
Í einari av greinunum í
Vinnuvitan verður íslendska
felagið Samherji drigið inn
í hetta málið og gjørt til
tann stóra skurkin, sum
bjóðar okkum nógvar peng
ar undir borðinum fyri at
fáa ræði á Athenu.
Stjórin í Samherja bjóð
aði opinlýst upp á partapen
ingin hjá Royndini. Hesum
vistu allir hinir eigararnir
av, tí teir høvdu forkeypsrætt.
Alt fór fram eftir forskriftu
num. Hendan tilgongdin
tekur vanliga einar tveir
mánar. Handilin gjørdist tó
ongantíð veruleiki, og boð
ið bleiv tikið aftur.
Fyri at fáa tað at síggja
út, sum synd er í teimum,
siga stjórin og nevndarfor
maðurin í Ocean Group, at
hetta málið hevur kostað
teimum millum 50 og 60
mió. Staðfestan kann, at
kostnaðurin fyri tann parta
peningin, teir hava keypt
frá øðrum partaeigarum, er
kr. 22.750.000,-. So tann
parturin av greinini er eisini
ósannur.
Tað er ógvuliga hugstoytt
at verða nevndur kriminell
ur, landasvíkjari og onnur
heiti, sum vit ikki vilja taka
uppaftur, í einum blað, sum
vit annars hava hildið verið
rættiliga seriøst. Vit vænta
at fáa eina treytaleysa
umbering fyri tær lygnir, ið
settar eru fram um okkum í
hesum sambandinum.
Magnus Gudmundsson og
Elias Christophersen
fyrrverandi partaeigarar í
Ocean Group og skiparar á
Athenu
Kanst tú stýra búskapinum? Dámar tær avbjóðingar? Ert tú ein góður leiðari?
Strandfaraskip Landsins sóknast
eftir einum dugnaligum og dámligum
fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt,
nú okkara fíggjarleiðari hevur tikið
við nýggjum avbjóðingum í føroyska
vinnulívinum.
Starvið
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina
av og skipar fyri fíggjarstýringini
og roknskaparhaldinum á
Strandfaraskipum Landsins.
Fíggjarleiðarin er partur av
leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til
stjóran.
Umsøkjarin
Tú hevur útbúgving og royndir innan
fyri fíggjarstýring og/ella roknskap.
Royndir við fíggjarstýringsskipanini hjá
Navision og kunningartøkni annars eru
ein fyrimunur. Vit vænta, at tú hevur góð
leiðslu- og samstarvsevni, og royndir
í prosjektleiðslu eru ein fyrimunur. Tú
arbeiðir analytiskt og málrættað, og tú
megnar at orða teg væl bæði munnliga
og skrivliga á føroyskum, donskum og
enskum.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt avbjóðandi starv við
góðum møguleikum fyri persónligari og
fakligari menning. Leiðarin hevur stóra
ávirkan á egin viðurskifti og menningina
av Strandfaraskipum Landsins.
Starvið er lønt í 36. lønar okki hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó
uttan at vera tænastumannstarv.
Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni Yviri við
Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008
er arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Umsóknir
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til Regin Vágadal, stjóra,
ella Niels Juel Arge, fíggjarleiðara, á
telefon 34 30 00. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi tann 21. mai 2007
kl. 12:00, og skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att.: Páll Heinesen
Yviri við Strond 4
Postboks 88
FO 110 Tórshavn
Ella teldupost: pah@ssl.fo
Fíggjarleiðari til
Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv
á innanlands fólka- og farma utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða
talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av
utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farma utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til
120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og
cateringdeild.
Viðmerking:
Ósannar ákærur í Vinnuvitan