Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hyde Park og Kensington Gardens eru tvær friðar­ ligar náttúrulundir mitt í London, har tú kanst ganga túr og sleppa eitt sindur burtur úr allari strongdini, sum vanligi dagurin í London hevur at bjóða SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo London kann í mangar mátar vera ein strævin býur at ferðast í. Ofta veitst tú ikki heilt, hvar tú ert stadd­­ur, har eru fólk í øllum heraðs­­hornum, og so koyra túsund­ tals bilar á stóru gøtunum í bý­num. Nógvar av løtunum í London verða eisini ofta brúktar inni í handl­um – bæði dýrum og bílig­ um. Tá tú hevur gingið runt í daga­ vís á henda hátt við fleiri posum í hondunum, sum eru fullir av klæð­ um, skóm ella øðrum, so kann tað skjótt henda, at tú onkran dagin fært brúk fyri eini fríløtu, har tú sleppur frá øllum meldrinum í bý­num. Eisini í slíkum førum hevur Lond­on støð, har tú rættiliga kanst slappa av. Millum best um­tóktu støðini til júst hetta, eru Hyde Park og Kensington Gard­ ens, sum eru tvær lundir, sum liggja at kalla lið um lið. Hyde Park Vit búðu á einum hotelli í Queens­ gardens, sum er rættiliga tætt við Hyde Park og Kensington Gard­ ens. Tá vit ætlaðu okkum ein túr í lundina, gingu vit inn ígjøgnum Lancaster Gate. Lancaster Gate liggur á leið mitt í felagsparkini, og um tú fert í ein eystan, tá tú ert komin ígjøgnum Lancaster Gate, so endar tú í Hyde Park, meðan Kensington Gardens liggur vest­ aru megin. Hyde Park er ein av størstu lund­ um í London, og hon er eisini part­ ur av kongaligu lundunum í bý­num. Lundin verður í nógvum førum nýtt til stórar mótmælis­ gongur, har fólk m.a. mótmæla hern­aðarmálum. Hyde Park er annars serliga kend fyri sítt Speaker’s Corner, sum er í horninum, sum vendir ímóti tí kenda Marble Arch. Her kann ein og hvør, sum hevur hug, fara inn í Speaker’s Corner at siga sína hjartans meining um tað, hann vil. Hyde Park hevur eisini fleiri ferðir verið karmur um risastórar konsertir, og millum teir kendu bólk­arnar og solistarnar, sum hava spælt her, kunnu nevnast Kensington Gardens Er tað friðarligt og hugnaligt at spáka í Hyde Park, so er Kens­ing­ ton Gardens enn meir friðarligt og hugnaligt. Kensington Gardens er eisini ein av kongaligu lundu­ num í London. Tá ið vit komu inn í Kensington Gardens, gingu vit ein túr vestaru megin vatnið, The Serpentine. Sólin skein av einum klárum himmalhválvi, og túsund­ tals fólk gingu túr við børnum ella hundum. Tá vit høvdu gingið eina løtu, komu vit til Princess Diana Memor­ial Fountain, sum er eitt lítið øki við einum serliga hugna­ ligum gosvatni, sum er til minnis um Dianu Prinsessu av Wales. Her sótu nógvar barnafamiljur og ótu matpakka, meðan onnur hugn­ aðu sær kring vatnið. Seinni gingu vit víðari fram við vatninum, og úti á vatninum hugn­ aðu fólk sær í súkklubátum, sum til bar at leiga hinumegin vatnið. Túrurin í Hyde Park var ótrúliga góður, og her fingu vit fyri fyrstu ferð møguleikan veruliga at taka okkum av løttum í London. Tú hugs­aði ikki um handlarnar, bilar­ nar og alt fólkið, sum gekk runt inni í býnum. Nei, her hugsaði tú bara um ta fjálgu sólina, vatnið við teimum mongu súkklubátunum og svanunum, og øll tey fólkini, sum eins og vit gingu og hugnaðu sær henda vakra sólskinsdag. Friðstaðurin mitt í London Túrurin í Hyde Park og Kensington Gardens mitt í London var sera góður. Her fingu vit fyri fyrstu ferð møguleikan veruliga at taka okkum av løttum í London. Mynd: Teitur Joensen