Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 86 - 7. mai 2007 Hotel Norð Jógvan Heinesen er leiðari á Hotel Norð á Viðareiði. Hann sigur, at tey hava úr at gera á hotellinum. Um veturin er kanska ikki altíð so nógv, og tá skipar hotellið ofta fyri brúdleypum, føðingardøgum, skeiðum, og um jóltíðir skipa tey eisini fyri jólaborðhaldum. Um summarið er tó nógv meir at gera, sigur Jógvan, og tá er hotellið ofta fult av gestum um vikuskiftini. Annars hava tey úr at gera á hotellinum í løtuni, tí stórur partur av Hotel Norð verður nevniliga settur í stand. - Ja, vit hava úr at gera. Køkurin verður spildurnýggjur, tá arbeiðið verður liðugt. Móttøkan er eisini nakað broytt, og vit hava fingið eina rampu, soleiðis at fólk í rullistóli sleppa inn á hotellið uttan trupulleikar. Harafturat seta vit markisur upp uttanfyri, soleiðis at gestirnir kunnu eta uttanfyri, um teir vilja, sigur Jógvan Heinesen. So gestirnir kunnu vænta sær góðar umstøður, tá arbeiðið á Hotel Norð verður liðugt. Hotel Norð hevur eisini verið at sæð á fleiri festivalum í landinum, har teir hava selt teir kendu festivalbúffarnar. Jógvan sigur, at hetta fara tey at royna aftur í ár. Um ein mánað verður umvælingararbeiði á Hotel Norð liðugt, so tá kunnu gestirnir vænta sær enn betri umstøður, sigur leiðari, Jógvan Heinesen Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Trygdin er í hásetri og manningin hevur góðar royndir og nógv ár á baki. Sightseeing túrar eystur undir land ...og kring allar Føroyar PALLI LAMHAUGE Tel. 424155 - fax 424383 sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Ferðaskrivstovan vinnulívið setur sítt álit á Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS summarkapping