Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 49

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 86 - 7. mai 2007 Summardáin Fyri góðum tveimum árum síðani læt Summardáin upp í nýggjum høli við Stangavegin í Klaksvík beint oman fyri Statoilstøðina. Handilin, sum liggur sera væl fyri, selur mest blómur og gávulutir, men har fæst eisini annað. Í Summardáanum siga tey, at tað er nógv meir at gera um summarið enn um veturin, og tey siga seg eisini merkja, at tað er blivið meir at gera, síðani tunnilin til Klaksvíkar læt upp fyri einum ári síðani. Eitt, sum er eitt sindur serligt við hesum handli, er, at tey selja gamlar møblar, umframt blómur og gávulutir. Eigaranum dámar væl at fara ein túr av landinum at leita eftir møblum, sum síðan verða gjørdir í stand og seldir víðari. Afturat hesum selur Summardáin eisini útipottar og onnur ting at seta í urtagarðin. Summardáin selur eisini blómur til brúdleyp og stórar føðingardagar, og tey siga, at tá sovorðið er á skránni, tá hava tey avbera nógv at gera. Summardáin í Klaksvík hevur nógv at gera um summarið, og handilin selur mest blómur og gávulutir. VÁRIÐ er komið SMS SHOPPING - kom við TÓRUNN, TURIÐ og MARITU á shoppingtúr BRÚKARA RÆTTUR Okkara løgfrøðingur svarar spurningum! PROFILAR • Mixa merkini í Klivanum • Rit & Rák fær nýggja innrætting • Klokkan við øllum smúkkunum SMS BLAÐIÐ APRÍL - JUNI 2007 Italsk vika í SMS - italskt toy, matur, tónleikur, kaffi, brillur, bøkur og nógv, nógv meira… Lesið nýggjasta SMS-blaðið! 7 9 6 H ú s a r Te l 2 2 2 0 6 0 w w w. v i l j i n . c o m V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv • Bátur til 12 fólk • Skipaðir túrar • Leigutúrar • Fiskitúrar Viljin Tours Troyggjur Heilar og opnar summarkapping