mánadagur 7. mai 2007síða 50
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2007
51
Viljin
Nógv royna at fáa fleiri fólk at flyta til útoyggjarnar, og útoyggjarnar
royna eisini sjálvar at fáa bæði tilflytarar og onnur at koma til oynna at
síggja tað, sum tey hava at bjóða.
Ein av teimum, sum roynir at vísa eina av útoyggjunum fram, er Magni
P. Garðalíð av Húsum á Kalsoynni. Fyri einum ári síðani keypti hann
sær bátin, Viljan, og síðani tá hevur hann ætlað sær at siglt við
ferðafólki runt um Kalsoynna og aðra staðir, um fólk vilja hava hann
til tess.
- Ætlanin er at hava bæði skipaðar túrar og leigutúrar. Harafturat
kann eg eisini fara fiskitúrar, um vitjandi hava hug til tess, sigur Magni
Garðalíð.
- Kalsoyggin hevur nógv spennandi støð at síggja. M.o. eru avtoftaða
bygdin Blankskáli, sum liggur á vestursíðuni, og Kallurin. Harafturat
kunnu fólk síggja Kunoyarnakkan í norðara enda av Kunoynni.
Magni Garðalíð siglir tó eisini longri túrar við bátinum hjá sær,
Viljanum.
- Eg havi fingið avtalu í lag við bæði Sunda kommunu og Eiðis
kommunu at sigla til Stakkin og Risan og Kellingina, og so vóni eg
eisini at fáa avtalur við Gjáargarð og Lonina, so at fólk kunnu fara í
land at fáa sær at eta, sigur Magni Garðalíð at enda.
Magni ger túrar frá Klaksvík, av Húsum, av Eiði og frá Gjógv við
Viljanum.
Magni P. Garðalíð av Húsum eigur
bátin, Viljan. Hann ætlar m.a. at nýta
bátin til at sigla við ferðafólki runt um
Kalsoynna og norður til Gjáar og Eiðis.
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
summarkapping