týsdagur 8. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 87 - 8. mai 2007
Tey 1000 listaverkini,
sum Føroya Banki
eigur, skulu ikki fylgja
við bankanum, tá ið
hann verður
einskildur
Listaverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum keypa Føroya
Banka, tá ið hann verður
einskildur, skulu ikki seta
nøsina upp ímóti at fáa stóra
og virðismikla, listarliga
dýrgripin hjá bankanum
við í keypinum, sum eyka
vinning.
Nú hevur landsstýrið nevni
liga tryggjað sær, at øll tey
næstan 1000 listaverkini, sum
Føroya Banki eigur, skulu
takast burturúr bankanum
áðrenn hann verður seldur
og skulu sostatt ikki vera við
í keypinum.
Tað upplýsti Bárður Niel
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum í Løgtinginum
nú ein dagin.
Føroya Banki eigur eitt av
landsins størstu søvnum av
føroyskari list.
Og nú bankin skal ein
skiljast, hava tingmenn reist
spurningin um tað er rætt at
listaverkini hjá bankanum
fylgja við.
Fylgja listaverkini við
keypinum, stúra teir fyri, at
tey verða spjødd í allar ættir
og verða kanska enntá send
av landinum tí ein nýggjur
eigari ger sjálvsagt við tey,
sum hann vil.
Tí hava tingmenn spurt
um tað ikki er rættast at taka
listaverkini úr bankanum,
áðrenn hann verður seldur,
fyri at tryggja, at tey verða
verandi almenn ogn.
Í løgtinginum hevur Óli
Breckmann reist spurning
in herfyri og stjórin í Lista
skálanum hevur eisini reist
hann.
Og nú hevur so Tórbjørn
Jacobsen eisini spurt lands
stýrismannin í fíggjarmálum
um nøkur støða er tikin í
málinum.
Sjálvur heldur hann, at
tað hevði verið rætt at skilt
listaverkini burturúr bank
anum, áðrenn hann verður
einskildur fyri at tryggja, at
tey framvegis verða verandi
ogn Føroya Fólks.
Skulu verða ogn
Føroya Fólks
Bárður Nilsen ásannaði, at
listaverkini í Føroya Banka
hava eitt heilt serligt virði.
- Tað eru stig tikin til at
forða fyri, at listaverkini
ikki verða seld saman við
bankanum
Hann segði, at endamálið
er at savna listaverkini á
almennum hondum, at tey
framvegis verða ogn hjá
okkum øllum.
- Landsstýrið hevur við
gjørt spurningin og hevur
avgjørt, at vit skulu tryggja
okkum, at listaverkini hjá
Føroya banka ikki verða seld
saman við Bankanum.
Hann sigur, at nú verður
arbeitt fyri at finna eina
loysn, so at listaverkini ger
ast og hjá einum sjálvsognar
stovni.
- Talan kann verða um
at gera listaverkini til ogn
hjá Listasavni Føroya. Men
talan kann eisini verða um
at skipa ein nýggjan sjálvs
ognarstovn, sum skal hava
til endamáls at eiga hesi
listaverkini.
Tingingar eru nú ímillum
Mentamálaráðið og bankan,
sum hvør loysnin skal vera.
- Tað einasta, Bárður
Nielsen kundi staðfesta, er,
at avgerðin er tikin um, at
listaverkini skulu ikki vera
við í søluni, tá ið Bankin
verður einskildur.
Tórbjørn Jacobsen helt,
at tað hevði týdning, at lista
verkini kundi hanga frammi
til fólk at frøast yvir. Men
hann helt ikki, at tað var
neyðugt, at allar myndirnar
hingu á sama savnið í Havn.
Hann sá fyri sær, at eitt
Mykines savn verður gjørt
í Mykinesi og at eitt Stefan
Danielsen Savn verður gjørt
í Nólsoy, har allir hansara
málningar verða savnaðir.
Bárður Nielsen segði, at
øll listaverkini hjá bankanum
eru til framsýningar og eftir
at bankin verður einskildur,
fara listaverkini í fyrsta
umfarið at verða hangandi
á bankadeildunum kring
landið, tí umstøður eru ikki
at goyma tær annars.
Listaverkini í Føroya Banka fara ongan veg
Í ár verður ókeypis at
sigla við Strandferðsl
uni í fýra dagar og
samstundis lækkar
prísurin á ferðaseðl
um eini 40% og Smyr
il fer at sigla meiri
Strandferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Um ein mánað henda stór
framstig hjá teimum, sum
sigla við Strandferðsluna.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, segði í løgtinginum nú
ein dagin, at um ein mánað
fer Smyril at sigla tríggjar
túrar meiri um vikuna. Men
samstundis fer prísurin á
ferðaseðlum við skipunum
á Strandferðsluni at lækka
eini 40%.
Jacob Vestergaard stað
festir samstundis, at ætlanin
er, at tey, sum sigla ofta, skulu
fáa tann størsta avslátturin,
men tey, sum sigla sjáldan,
fáa nógv minni avsláttur.
Harafturat er ætlanin at
skipa fyri, at í fýra dagar skal
tað verða ókeypis at sigla við
Strandferðsluni, akkurát,
sum tað er at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar.
Tveir av hesum døgum
skulu vera somu dagar,
sum tað eisini er ókeypis at
koyra ígjøgnum undirsjóv
artunlarnar og tveir dagar
vera, tá ið fólkið í teimum
ymsu økinum vilja hava teir
gjaldsfríu dagarnar.
Hann segði, at alt hetta
eru viðurskifti, sum Strand
ferðslan arbeiðir við, men
enn er hon ikki komin á
mál. Hinvegin væntar hann,
at tað verður um ein mánað,
at hetta verður sett í verk.
Kollveltandi
ferðaætlan
Harafturat er ætlanin at
Smyril skal sigla tríggjar
túrar afturat um vikuna. Og
har er eisini ein kollveltandi
broyting á veg.
Higartil hevur tað mest
sum verið óskrivað lóg, at
Smyril skal liggja í Suðuroy
hvørja nátt og sigla fyrsta
túrin til Havnar tíðliga um
morgunin.
Ferðaætlanin er ikki løgd
enn, men ætlanin er, at
onkrar dagar í viku, skal
Smyrli sigla seinasta túrin úr
Suðuroy til Havnar klokkan
níggju um kvøldið og liggja
í Havnini um náttina. Síðani
skal hann sigla fyrsta túrin
suður suður klokkan seks
um morgunin og so úr aftur
Suðuroy klokkan níggju á
morgni.
Tað verður serliga um
vikuskiftið, at tað verða
fleiri túrar.
Sigla ókeypis við Strandferðsluni í fýra dagar
Um ein mánað kunnu tey, sum sigla við Smyrli og hinum skipunum hjá Strandferðsluni, vænta
stór framstig
Landsstýrið hevur tikið avgerð um, at tann, sum keypir
Føroya Banka, skal ikki fáa tey 900 virðisiklu listaverkini hjá
bankanum við í keypinum, tí tey skulu framhaldandi verða
verandi fólksins ogn
Semja um lógir
Tað verður eftir øllum at døma full semja í Løgtinginum,
tá lógaruppskotini í sambandi við kirkjuyvirtøkuna koma
til atkvøðugreiðslu. Uppskotini vóru til fyrstu viðgerð í
Tinginum í gjár, og har boðaðu allir flokkar frá, at teir fara at
taka undir við uppskotunum, ið sum væntað skulu viðgerast
í mentanarnevndini fyrst. Talan er um tvey lógaruppskot.
Eitt er um bygnaðin í kirkjuni, og hitt snýr seg um tey
fíggjarligu viðurskiftini.
Hevði fallið
Tað kann koma fyri, at ein floksformaður missir sætið á tingi,
tá val er, og tað hevði eftir øllum at døma hent formanninum í
íslendska Framsóknarflokkinum, hevði val verið til Altingið
nú. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning hjá Gallup,
at Jón Sigurðsson, floksformaður, hevði mist sítt sæti um
umdømisvaldur tingmaður í valdøminum Reykjavík norður,
var val nú, og at Sjálfstæðisflokkurin hevði fingið tann
mannin.