týsdagur 8. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 87 - 8. mai 2007
Stutt sagt
Fyrst til
Angelu
Nývaldi franski forsetin,
Nicolas Sarkozy, ætlar
sær til Berlin at vitja týska
kanslaran, Angelu Merkel,
so skjótt sum tað letur seg
gera. Talsmaðurin hjá Sar
kozy sigur, at skrivstova
forsetans
hevur
longu
havt samband við kanslara
skrivstovuna í Berlin, og
at vitjanin ætlandi verður,
so skjótt Sarkozy hevur
tikið við formliga. Tað
verður væntandi tann 16.
mai. Eins og Angela Merk
el er Sarkozy fyri tættari
sambandi millum Esropa
ig USA, og bæði eru
ímóti, at Turkaland kemur
upp í ES.
Stillar ikki
uppaftur
Forsetin í suðurameri
kanska landinum Para
guay, Nicanor Duarte,
segði í gjár, at hann ætlar
sær ikki at stilla uppaftur,
tá forsetaval verður næsta
ár. Hetta er annað val
skeiðið hjá forsetanum,
og skal hann stilla upp
aftur, má stýrisskipanin
broytast, tí eftir henni
kann forsetin bara sita
tvey valskeið. Men Duarte
ætlar sær ikki at broyta
stýrisskipanina.
Ístaðin
fyri fer hann at styðja ráð
harran
í
skúlamálum,
Blanca Ovelans, sum verð
ur
forsetavalevni
hjá
stjórnarflokkinum Colo
rado, ið hevur havt valdið
í Paraguay tey seinastu 60
árini.
Einaræðisharrin
Alfredo Stroessner, sum
ráddi í Paraguay í 35 ár í
síðstu øld, var eisini úr
Colorado-flokkinum.
Eingin náði
Týski yvirgangsmaðurin
Christian Klar fekk í gjár
at vita, at hann skal sita
minst tvey ár afturat í
Bruchsal-fongslinum.
Christian Klar var limur í
týska
yvirgangsfelags
skapinum RAF, og í 1985
bleiv hann dømdur fimm
ferðir lívlanga fongsuls
revsing fyri níggju morð
og annan yvirgang. Her
fyri bað hann týska forset
an, Horst Köhler, um grið,
men
forsetaskrivstovan
kunngjørdi í gjár, at for
setin
hevði
havnað
umsóknini. Christian Klar
kann søkja aftur um tvey
ár.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
–Vit fáa ikki hjálpt teimum neyðstøddu, tí
bjargingarútgerðin er við herinum í Irak
(guvernørurin í Kansas)
útlond
18.000 lótu seg úr øllum
Amerikanski myndamaðurin Spencer Tunick er heimskendur fyri sínar myndir av naknum fólki,
men felags fyri myndir hansara er, at tær eru ikki av naknum einstaklingum, men fleiri hundrað
og ofta fleiri túsund, sum hava latið seg úr hvørjum klodda. Um vikuskiftið var hann í Meksiko
Býi, har 18.000 menn og kvinnur lótu seg úr øllum og lótu seg avmynda
Tilbúgvingin í ameri
kanska statinum
Kansas virkar ikki, tí
herurin er farin við
bjargingarútgerðini
Um vikuskiftið varð ameri
kanski staturin Kansas illa
herjaður av meldurhvirlum,
sum kravdu tólv mannalív
og gjørdu stóran skaða.
Meldurhvirlurnar
fóru
serliga illa við bygdini
Greensburg, sum er 175
kilometrar vestan fyri høv
uðsbýin í Kansas, Wichita.
Har doyðu tíggju fólk, og at
kalla øll bygdin varð javnað
við jørðina.
Men tað hevur víst seg at
vera sera trupult hjá teimum
ringast raktu at fáa nakra
hjálp frá myndugleikunum,
skrivar AP, og guvernørurin
í Kansas, Kathleen Sebelius,
sigur, at myndugleikarnir
fáa ikki gjørt so nógv, tí her
urin er farin við bjargingar
útgerðini.
- Útgerðin er farin við
herinum til Irak, og tað er
ein stórur trupulleiki, tí nú
hava vit tørv á henni her,
sigur guvernørurin. Sum
skilst hava bjargingarliðini
ongar tyrlur og ongar last
bilar, og tørvur er eisini á
aðrari útgerð.
Ísraelska tingið skal
viðgera fleiri uppskot
um misálit á
forsætisráðharran
Ísraelski forsætisráðharrin,
Ehud Olmert, tvíheldur um
sessin sum forsætisráðharri
hóast krøv úr øllum ættum
um, at hann skal fara frá
eftir tær lemjandi atfinning
arnar í sambandi við kríggið
við
Hizbollah
seinasta
summar.
Nú royna tey, sum vilja
hava hann frá, at fáa tjóðar
tingið Knesset at samtykkja
misálit á hann. Higartil eru
minst trý misálitisuppskot
løgd fyri tingið, sum ætlandi
fer at viðgera tey um nakrar
dagar. Uppskotini eru bæði
frá høgru og vinstru.
- Meirilutin av ísraelska
fólkinum vilja hava forsætis
ráðharran frá, og tað krevur
andstøðan eisini, sigur for
maðurin í Likud-flokkinum,
Benjamin Netanyahu. Eyg
leiðarar vænta kortini ikki,
at nakað av misálitisupp
skotunum verður samtykt,
tí stjórnarsamgongan eigur
78 av teimum 120 ting
limunum.
Ehud Olmert fær ikki stuðul
frá fólkinum, men frá
politikarunum
Bjargingarútgerðin er í Irak
Fleiri uppskot
um misálit
Meldurhvirlurnar javnaðu tað mesta av Greensburg við jørðina