Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2007 Í samband við um­ hvørvisvikuna í Tórs­ havnar komm­unu hevur komm­un­an latið stuðul til tríggjar verkætlanir, sum skulu økja um áhugan fyri umhvørv­inum Umhvørvisstuðul Á samkomu í Müllers Pakk­ húsi mánakvøldið hand­ aði Tórshavnar komm­una trimum umhvørvis­verk­ ætlanum tilsamans 239.000 krónur í stuðli. Fyrsta verkætlanin var ætlað at økja umhugsni fyri umhvørvi okkara. Verk­ ætlanarleiðari er Herborg N. Debess, sosialpædagogur, sum er undir útbúgving innan Sustainable Environmental Manager í Scotlandi. Endamálsorðing hennara við verkætlanini er: At geva starvsfólkum á Dagstovnum betur førleika at viðgera umhvørvismál saman við børnum. At økja umhugsni hjá børnum fyri umhvørvinum. At geva børnum og vaksnum vitan um umhvørvið og um hvørja ávirkan vit hava á tað við okkara nútíðar livihátti. At geva børnum og vaksnum hugskot, hug og amboð til at fara betur um umhvørvið. Málbólkurin, hendan verk­ ætlanin er ætlað, eru dag­ stovnar í Tórshavnar komm­ unu. Tað vil siga børn frá 3- 6/7 ár. Hendan verkætlanin fekk tillutað 95.000 krónur Onnur verkætlanin, sum fekk stuðul handaðan mána­ kvøldið, var ein ætlan um ein náttúrudepil. Leiðari fyri hesi verkætlanini er Anna Louisa Joensen, sjúkrasystir og náttúruvegleiðari. Enda­ málið við hesi verkætlanini er at: Stovna ein náttúrudepil tætt við Havnina. Eitt stað har børn og vaksin kunnu uppliva náttúruna og fáa eina holla vitan um umhvørvi, soleiðis at tey gerast til­ vitað um tað, ið rørist rundan um tey og á henda hátt kenna meiri ábyrgd av nærumhvørvinum. Á hesum øki skal bera til at koma at bø, haga, vátlendi og áum. Tað skal bera til at kanna ymisk smákykt og livikor hjá ymiskum plantum og djórum. Staðið skal eggja til djúphugsni og friðsemi sum ein mótvekt til tað strongda lívið, ið nógv liva í dag. Vit vilja leggja dent á bæði afturlítandi siðbundna vitan og meiri nýmótans tøkni í miðlanini av náttúruni og umhvørvinum. Á hendan hátt vilja vit gera eitt íkast til at skapa nakrar tilvitaðar og vandar nýggjar borgarar sum fara væl um náttúruna og ikki dálka og oyðsla. Verkætlanin er serliga ætlað børnum í 6-10 ára aldri. Men eisini aðrir aldursbólkar eru vælkomnir. Hendan verk­ ætlanin fekk eisini tillutaðar 95.000 krónur. Triðja verkætlanin ver býtt í tríggjar partar. 1. Gera ein umhvørvisteig hjá Gløgga Blobb í Stok og á Stroknetinum www.strok. net 2. Framførslur við Meylu og Knøtti við umhvørvis­lig­ um innihaldi og boðskapi. 3. Framleiðsla av bókligum tilfari. Verkætlanarleiðari er Beinta Johannesen, blaðstjóri av barna­blaðnum Strok Enda­málsorðini vfyri hesa verkætlanina er soljóðandi: Børnini eru framtíðin og súgva til sín av tí, tey lesa og hoyra um. Vit halda ikki at tað finst nóg nógv føroyskt frálærutilfar til børn, sum tekur støði í føroysku nátt­ úruni. Tí vilja vit hjálpa til og stimbra teirra vitan og áhuga fyri náttúru og umhvørvi, og eggja teimum til at taka ábyrgd fyri umhvørvinum. Málbólkurin til hesa verk­ ætlanina er børn, og hendan vekætlanin fekk tillutað 49.000 krónur. Tórshavnar kommuna latið umhvørvisstuðul Anna Louisa Joensen,v.m., fekk handað 95.000 krónur til verkætlan um náttúrudepil Mánadagin fara 150 fólk Javna-Cruice til Íslands. Tað er Javni sum í samstarvi við Smyril Line, sum skipar fyri. Umleið 90 menningartarnað verða við á ferðini ÚTFERÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Tað var Emma Vágoy – betur kend sum Emma úr M’as Blues Band, sum kom við uppskotinum á seinasta aðalfundi hjá Javna, sigur Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari hjá Javna. Hon sigur, at av teimum 130, sum eru við í ferða­ lagnum, verða eini 80-90 menn­­ingartarnað saman við hjálp­arfólkum og avvarð­ andi. - Hesin dagurin, 14. mai, er samstundis 36 ára stovn­ ingardagurin hjá Javna, so vit fara eisini at hátíðarhalda dagin umborð, sigur Annlis Bjarkhamar. Emma fer at spæla til dans, og fleiri umboð fyri Javna verða eisini við. Annlis Bjarkhamar greiðir frá, at systirfelagið hjá Javna á Eysturlandinum í Íslandi er rættiliga frammaliga við­ víkjandi bústøðum til menn­ ingartarnað, og tey fara at nýta høvi at kanna við­ur­ skiftini, nú bú­stað­ar­pakki til menn­ingartarnað er ávegis í Føroyum. Jákup Sverri Kass á markn­ aðardeildini hjá Smyril Line sigur, at umframt dansin við Emmu verður eisini skipað fyri eitt nú biografi og bingo umborð á ferðini. - Týsdagin fara tey eina útferð til Mývatn, ið ikki minnir sørt um Bláa Lón­­ið, sum vit kenna frá Reykjavíkarleiðini, greiðir Jákup Sverri Kass frá. Umframt at baða í heitu keldunum við Mý­vatn, verð­ ur so eisini at vitja gongu­ gøtuna í Egilsstøðum, hagar farið verður mikudagin. Norrøna liggur á Seyðis­ firði í hálvt annað samdøgur, og ferðalagið býr umborð, me­ðan vitjað verður í Ís­landi. Ferðalagið verður aftur í Havn hósdagin. Menningar­tarnað fara cruiseferð til Íslands Tað var Emma, sum á seinasta aðalfundi hjá Javna kom við uppskotinum um Javna Cruice til Íslands. Hon fer at spæla til dans umborð á Norrønu mánakvøldið – sum samstundis er 36 ára stovningardagur hjá Javna Sigldu ávirkaðir Løgreglan í Ringkøbing í Danmark hevur gjørt av at skuldseta tveir menn fyri at hava siglt við báti, meðan teir vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Menninir, sum eru brøður, sendu neyðarkall sunnudagin, tí teir høvdu siglt á land í einari vík nærhendis Ringkøbing. Teir boðaðu frá, at sjógvur var í bátinum, og at hann var um at søkka. Teir fingu kortini bátin avaftur, men tá teir komu til lands, blivu teir tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkasigling. Ikki í stjórn Í Íslandi er líkt til, at Framsóknarflokkurin fær ein frammaná, nú val verður til Altingið um vikuskiftið. Tann seinasta meiningakanningin vísir, at flokkurin fær 7,6 prosent av atkvøðunum og missir sjey av sínum tólv tingmonnum. Flokkurin er í verandi stjórn, men Valgerður Sverrisdóttir, uttanríkisráðharri og úr Framsóknarflokkinum, sigur, at flokkurin fer ikki í stjórn aftan á valið, um valúrslitið verður so ringt, sum kanningin vísir.