Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 87 - 8. mai 2007 Nú um dagarnar varð broyting gjørd í ferðslulóg, sum hevur við sær, at fær tú fleiri klipp í koyrikort, skal tú uppaftur til koyriroynd. Spurningurin er: ber til at ávísa, at trygdin fer upp, og talið av óhapp­ um fellir, tá man skal upp til vegleiðandi koyriroynd eftir eitt brot á ferðslulógina? Tey fólkini, sum hava rent á við at hava koyrt út fyri hávatenn ella hava fingið treytaða frádøming fyri at hava koyrt 120 km/t, tey hava neyvan gjørt hesar feilir, tí tey ikki kenna ferðslureglarnar. Øll vita hvat ferðmarkið er, og at ein ikki eigur at koyra út fyri hávatenn - tað er valla har trupulleikin liggur. Tey hava bara verið óansin akkurát tá óhapp­ið hendi, ella hava tey koyrt ov skjótt við vilja. Spurningurin er, um ein koyriroynd ger til ella frá. Ber til at ávísa, at ferðslutrygdin batnar við at koyra fólk upp til vegleiðandi koyri­roynd? Ein persónur, ið rennir á við at koyra út fyri háva­tenn, hevur ivaleyst fingið bestu áminning um, at hann eigur at steðga við hesar hávatenn – óivað nógv betri áminning, enn nøkur eftiransandi roynd kann geva. Eru vegleiðandi koyriroyndir besta nýtslan av ressours­um? Er ikki onkur betur máti at brúka pengar uppá fyri at bøta um ferðslutrygdina? Ein koyri­roynd í dag er ikki sum at siga tað hjá nógvum - serliga eldri - fólki, ið oftani ikki skilja málið í koyriroyndunum. At man ikki skilir málið í koyri­ royndunum, nýtist ikki at merkja, at viðkomandi ikki dugir at koyra bil. Endamálið við einari koyri­ roynd má vera at síggja, um viðkomandi dugir ferðslu­reglarnar, og ikki um viðkomandi dugir, mangan toluliga nýuppfunnin orð, sum før­oyingar ikki brúka í dagligari talu.Er nakar munur á ferðslutrygdini í londum, har koyriroyndirnar eru tor­førar, sum t.d. Danmark, og so londum, har royndir­nar eru eitt sindur lættari, sum t.d.í Bret­ landi? Ein og hvør broyting í ferðslulógini má hava til endamáls at økja um trygdina og at seta inn, har tørvurin er størstur. Spurningurin er, um besta loysnin er at krevja fólk upp til eftiransandi koyri­ royndir. Spurningurin er eisini, hvussu man tryggjar ferðslutrygd á besta og, fyri borgaran, einfaldasta hátt. Tað er møguligt, at man heldur seg hava gjørt hetta við seinastu broytingunum í ferðslulógini, men í hvussu so er, so eigur spurn­ ingurin at vera vendur, um hetta, sum nú er gjørt, er besti og effektivasti mátin. Kundi man t.d. held­ ur fokuserað nógv meira uppá tey 18 ára gomlu, sum fáa koyrikortið fyrstu ferð, heldur enn at víðka skipanina við klippikorti og eftiransandi koyri­ royndum? Sosialurin Er málið ferðslutrygd? Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lógaruppskot landsstýri­ sins um fólkayvirlit ljóðar soleiðis í fyrstu grein, sum umrøður sjálvt endamálið við lógini: § 1. Lógin hevur til enda­ máls at tryggja, at 1) øll, ið § 3, stk. 1 fevnir um, hava eitt persónstal, 2) Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal. Sostatt hevur lands­stýris­ mað­urin hjá Fólkaflokki­ num endaliga fingið Løg­ tingið at staðfesta P-talið í sjálvari lógini um fólka­yvir­ lit. Hóast landsfólkayvirlitið hevur brúkt P-talið sum eyð­ kenni í mong ár, hevur hetta verið gjørt uttan lógar­áset­ ing. Tað er í sjálvum sær ein trygd fyri, at land okk­ ara hevur eitt rímiligt fyri­ varni, tá umræður rættin hjá hinum einstaka at vera meira enn bert eitt nummar í tilveruni. Men nú vildi lands­stýrismaðurin ikki long­ur, nú skuldi P-talið og nýtslan av hesum sláast rimmarfast í lógarverkinum. Fylgjurnar kunnu, um illa vil til, vera álvarsligar. Sum limur í Rættarnevnd Løg­ tingsins havi eg tí lagt fyri Løgtingið uppskot um broyt­ ing í lógini um fólkayvirlit, har P-talið er tikið burtur úr uppskotinum, meðan tað, sum uppskotið í veruleika­ num eigur at snúgva seg um, verður høvuðsinni­hald­ ið. Tá broytingaruppskotið ikki fekk nakra umrøðu á tingi seint mánakvøldið 30. apríl, fari eg at loyva mær at gera vart við støðu mína í hesum lesarabrævi. Ein minniluti í nevndini (Bill Justinussen) heldur, at lógin í alt ov stóran mun snýr seg um at staðfesta og rættvísgera nýtsluna av per­ sónstalinum í almenna kerv­ inum. Longu í endamáls­orð­ ingini verður staðfest so­ljóðandi:   Persónstalið er reyði tráð­urin ígjøgnum alt upp­ skotið og í viðmerkingunum. Persónstalið er nevnt heilar 26 ferðir í sjálvum lógar­ upp­skotinum og heilar 80 ferðir í viðmerkingunum. Minni­lutin heldur, at tað kann ikki vera eitt endamál í sjálvum sær at eyðmerkja hvønn einasta føroying við einum persónstali. Við atliti at fólkatalinum er tað undr­ un­arsamt, at tað ikki ber til at finna fram til røttu við­ kom­andi við vanligum adressu­upplýsingum, tá tað í stórum londum við milli­ óna­tali av íbúgvum ber til at liva uttan persónstal. Og serliga við framkomnu tøkn­ ini í huga, átti tað at verið eitt spæl at skrásett persónar uttan nýtslu av persónstali og uttan mistøk.  Eins og minnilutin undr­ ast Hagstova Føroya eisini á tunnu endamálsorðingina. Hagstovan viðmerkir m.a., at endamálsorðingin ikki er nóg breið og eigur at stað­ festa endamálið við sjálvari skránni heldur enn bara endamálið við p-talinum.   Fyri nøkrum árum síðani var drúgt orðaskifti í Føroy­ um um nýtsluna av persóns­ talinum. Ungdómur, sum um­boðaði flokkin hjá núsit­ andi landsstýrismanni, savn­ aði inn yvir 9.000 undir­ skrift­ir fyri at mótmæla tvungnu nýtsluni av P-tali­ num í bankum og í skatta­ spurningum. Tó hevur al­menni myndugleikin síð­ ani í eini líðandi gongd mið­ víst útbygt nýtsluna av P- talinum. Um hendan lógin verður samtykt, er alt undir­ støðukervið fyrireikað til tess at tryggja eina um­fat­ andi samankoyring av per­ sónligum upplýsingum í almenna kervinum. Sam­an­ koyring av persónsupp­lýs­ ingum er eitt sera viðkvæmt mál, og kann eftir minni­ lutans meting lættliga gera seg inn á persónliga frælsið. Grundleggjandi átti almenni myndugleikin at havt per­ sóns­talið sum eitt tænastu­ tilboð og ikki sum eina tvungna skipan. Tað kann hugsast, at nøkur eru í sam­ felagnum, sum ikki hava áhuga í at vera skrásett úr enda í annan við einum felags persónstali sum lykli. Hesi verða tvungin at vera partur av skipanini uttan frælsi til at velja hendan møgu­leikan frá.  Flestum kunnugt vóru milli­ónir av fólki vegna sín uppruna eirindaleyst tikin av døgum undir seinna heims­bardaga. Sagt verður, at ein av høvuðsorsøkunum til effektivu útreinsanina var, at almennu skráirnar vóru væl og neyvt skipaðar, og tí bar til at finna fram til teirra, sum skuldu forfylgj­ ast. Vit liva sjálvsagt langt frá tí veruleikanum, men eing­in veit um dagin í morg­ in, og hvønn veg samfelagið flytur seg. Tí eigur politiska skipanin ongantíð at lóg­ geva bara við verandi sam­ felagi sum grundarlagi, men eigur eisini at síggja inn í framtíðina við søguni sum lærumeistara. Tað gera vit ikki við hesum upp­ skoti. Uppskotið kann, um illa vil til, gera seg inn á per­ sónliga frælsið, og tí eigur persónstalið ikki at vera ber­ andi bulurin í uppskoti­num. Tað eigur at bera til at vera føroyingur og nokta at fáa eitt persónstal smoygt um hálsin longu frá føðingini. Eingin skipan er so góð, at hon ikki kann misnýtast, og tí tekur Miðflokkurin frá­ støðu frá við lóg at staðfesta persónstalið sum lykilin til almennar hurðar í fram­ tíðini.  At bakka aftur til tíðina áðrenn persónstalið verður trupult, men her og nú ber til at lóggeva um fólkayvirlit uttan at staðfesta nýtsluna og kravið um persónstal við lóg. So hava vit ikki full­ komi­liga slept endanum, men halda hóvliga aftur til frama fyri persónliga fræls­ ið. Eg eri eitt nummar løgtingsmaður og limur í Rættarnevndini Bill Justinussen