týsdagur 8. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2007
13
nøvn
Sigrid Andreasen, Sørvágur, vanliga nevnd Sigrid
í Gásadali, fer til gravar úr Sørvágs kirkju í dag
klokkan 14. Tey, sum vilja minnast Sigrid kunnu
lata eina gávu til Ellisheimið í Vágum, konta í
peningastovnunum
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu tá kæra kona,mamma og systir okkara
Halldis Eade
Liss (ættað úr Leynum)
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað, og takk fyri peningagávur til
Føroya Felag móti krabbameini.
Familjunnar vegna
Sonny, Annika og Jónathan
Dagurin
9. mai. Kaspar. Ein av
teimum trimum heilagu
kongunum. Føroyska navn
ið er Jaspur, týdningurin
er ókendur.
Sunnudagin 6. mai andaðist
Petrea Olsen av Toftum,
93 ára gomul. Hóast eg
ongantíð hitti hana, stendur
hon fyri mær sum ein heilt
serlig persónligheit. Ì 2005
fekk eg eitt bræv frá henni,
har hon greiddi frá nøkrum
av tí, hon kundu siga frá um,
at tað fanst meira millum
himmal og jørð, enn vit
skilja. Hetta var í samband
við varsil, sum fólk heima
fingu, tá ein av teirra gekk
burtur.
Hetta bræv førdi til
eitt samband í telefonina
okkara millum, har hon
kundi koma við enn fleiri
frásøgnum um slíkar hend
ingar. Úrslitið gjørdist
ein einastandandi grein,
ein av teimum bestu í FF-
blaðnum, um lagnusøguna
hjá føroyingum hjá persóni,
sum tá enn var á lívi.
Hendan greinin finst
á heimasíðuni: www.
fiskimannafelag.fo gamla
heimasíðan, blað nr. 350.
Petrea var ættað úr Hós
vík. Í 1934, tá Petrea var
ung genta, gekk sluppin
Neptun burtur við 20
monnum. Reiðari var Ebba
Müller, omma blaðstjóran á
Sosialinum. Av hesum vóru
teir 10 úr Hósvík. Hetta var
stórur smeitur fyri bygdina.
Her var tað sama galdandi
sum við øðrum líknandi
vanlukkum, at nógvir av
monnunum vóru í ætt. Petrea
misti í hesum viðfangi
tríggjar mammubeiggjar,
mannin hjá eini fastur og
tvey systkinabørn. Omma
hennara, Elin, sat einkja tá.
Hon hevði frammanundan
mist ein son á sjónum í
1910, og nú misti hon tríggj
ar synir afturat umframt
verson og tveir ommu
synir.
Tað var í hesum sam
bandi, at Petrea greiddi frá
ymiskum tilburðum um, at
tey heima fingu ”boð” um
hesa vanlukku. Ein av hesum
var henda: Náttina til 2.mei
vaknaði mamma mín við, at
tað varð rópt „mamma“ á
hana. Hon svaraði: „Ja, góði,
mamma er her!“ Tað verður
rópt aðru ferð og hon svarar
tað sama. Men tá rópt verður
triðju ferð fer hon upp. Hon
sær at sonurin Bjarni (Blikk,
búsitandi í Runavík) liggur
og svevur, so tað er ikki hann
sum hevur rópt. Tá veit hon,
at tað má vera Edvard,(sum
var við Neptun) sum hevur
rópt. Og nevndi dagur
samsvarar júst við illveðrið,
tá hildið verður, at „Nólsoy“
er farin.
Eisini greiddi Petrea frá,
hvussu Ebba Müller royndi
at hjálpa teimum eftirsitandi
við at senda fisk úr Havn
til Hósvíkar at turka, so tey
kundu fáa nakað av lønandi
arbeiði.
Petrea fekk enn fleiri
royndir við at missa á sjón
um. Í 1941 fórst Morning
Star á veg til Bretlands við
fiski. Ein av teimum, sum tá
ikki komu aftur, var drongur
hennara Ragnar. Um ta
tíðina, hetta hendi, droymdi
hon Ragnar koma til sín at
siga sær farvæl. Og aftur
í 1957 upplivir Petrea at
missa ein av sínum. Beiggi
hennara Kim gekk burtur
við Stella Argus.
Í 1951 giftist Petrea við
Hans Reinhard Olsen av
Toftum, og tey fingu børnini
Jens Jacob og Rannvá.
Tað er eingin ivi um, at
Petrea var en serligur per
sónur. Umrødda bræv skriv
aði hon sjálv við vakrari
hondskrift, og hon skrivaði
heilt rætt føroyskt.
Petrea luttók eisini í
sendingini ”Á Torginum”
í Rás 2 tann 1.november
2005 í samband við minn
ingarhaldið fyri teir, sum
fórust á sjónum undir 2.
heimsbardaga. Her dugdi
hon eisini sera væl at greiða
frá, og verturin Svenning av
Lofti varð eisini hugtikin av
hesi kvinnu.
Ætlanin var at fara at
tosa meira við Petreu, og
nú gjørdist tað ov seint!
Sigast kann, at Petrea var
eitt virðiligt umboð fyri
okkara sjómannakvinnur.
Hon er eisini partur av lagnu
søguna hjá føroyingum,
sum er verd at varðveita,
og her hevur hon givið sítt
íkast.
Fari at minnast Petreu við
virðing og takklæti.
ó.
Petrea Olsen farin
Petrea var, um nakar, ein partur av lagnusøguni hjá Føroya
fólki
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Alma M. Poulsen
Øravík
doyði og varð jarðað.
Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og Jónsvein
Bech fyri troystarrík orð í kapellinum og
Bønhúsinum, til klokkara, organist, gravara, berarar
og sangarar og tykkum, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningagávur
til Bønhúsið
Vegna tey avvarðandi
Anne Elisa, Pauli, Doris, Kirstin, Jórun, Eyðfinn,
Finngerð, Gunnvør og Malan
70 ár
Mikudagin 09. maj,
verður Sólbjørg Hansen,
Funningsfirði, 70 ár. Hon
er burturstødd.
- Mikukvøldið 9. mai kl.
19.00 heldur Sølvi Winter
Olsen, lækni, almennan
fyrilestur í Miðlahúsinum
um astma og ítrótt.
Tað er Føroya Astma/
Allergifelag sum skipar fyri
tiltakinum. Aftaná verður
aðalfundur felagsins.
Føroya Astma/Allergifelag
var stovnað miðskeiðis í 80-
unum. Umleið 150 limir eru
í felagnum.
Føroya Astma/Allergifelag:
Fyrilestur um
astma og ítrótt
Sølvi Winter Olsen, lækni,
heldur almennan fyrilestur
um astma og ítrótt í
Miðlahúsinum mikukvøldið
veitst tú ikki tað?