Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnusíðurnar Nr. 87 - 8. mai 2007 Númótans hotell Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er einki minni enn ein perla í miðbýarhjartanum, tað nýumvælda og útbygda Hotel Tórshavn, sum týs­ dag­in í farnu viku alment varð tikið í brúk. Fyri tey mongu, sum hava gist á gamla Sjómansheiminum og fingið mangan góðan døg­urða á matstovuni, eru broytingarnar einki minni enn ein lítil kolvelting. Frá at vera eitt sjómansheim tel­ ist staðið nú millum tey snotu­ligastu hotell í landi­ num. Johannes Jensen, stjóri er fegin, nú alt tað nógva byggiarbeiðið loksins er liðugt. Og hóast hann ikki vil siga, hvussu nógvar milliónir alt hetta hevur kostað, so sær hann fram til, at íløgan kann forrenta seg og at tey við hesi íløgu hava givið sítt íkast til at taka ímóti einum vónandi vaksandi tali av turistum. – Við hesi útbygging vóna vit, at ferðavinnan kann fáa betri og víðari karmar, um­framt at vit eisini kunnu bjóða staðið fram til allar føroyingar sigur Johannes Jensen. Tað var í august 2005, at nýggju eigararnir yvirtóku Sjómansheimið. Hava síðan umvælt allan bygningin inn­ an. Harumframt er bygning­ urin málaður reyður uttan við eyðkendu gomlu hvítu strípunum. Eisini er ein utt­ andura fortovscafé gjørd om­an ímóti Vágsbotni. Gamla inngongdin frá Mylnugøtu er tikin í nýtslu aftur. Samstundis er høvuðs­ inngongdin umvæld og gjørd handicapvinarlig við rampu og skjótihurð. Innan fevna umvælingarnar um el­skipanir, alarmskipanir, elevator, teppi, máling, ven­ tilatión, køk, innbúgv, al­ment handicaptoilet, inter­ net, vm. Í dag hevur Hotel Tórs­ havn 43 kømur og 3 fund­ arhøli frá 8 til 80 fólk. Har­ umframt eru trý smá bólka­ rúm, sum eisini kunnu brúk­ ast til fundir. Umvælingin hev­ur tikið umleið 15 mán­ aðir. Ein sjónvarpsskipan er sett upp, so øll kømur hava 25 rásir at velja ímillum. Eisini er fyri fyrstu ferð Pay TV á hotelkømurum í Før­ oyum. Kømurini á Hotel Tórshavn hava gott útsýni. Helmingurin hevur útsýni yvir vakra havnalagið við smábátunum, meðan hin helvtin av kømurunum hev­ ur útsýni yvir Ráðhúsið og Vaglið. Hotel Tórshavn er royk­ frítt - tó er møguligt at roykja í túninum uttanfyri við stólum, borðum, markisu og hitalampum. Um roykt verður er bótin kr. 2.500,-. Upphæddin kemst av at hotellið hevur beinleiðis brandalarm sam­ band til brandstøðina. Tá ið falskur alarmur er fær hotellið eina rokning frá brandstøðini. Harumframt skulu tey gera kømurini eyka reint um roykt verður. Sostatt er eingin ”vinningur” í hesi stóru bótini uppá kr. 2.500 sigur Johannes Jen­ sen, stjóri. Higartil hava tvey fólk goldið hesa bót, tí tey hava roykt á kamari­ num. Nýtt nýmótans city-hotel í Vágsbotni: Skal vera við til at menna miðbý og ferðavinnu Johannes Jensen, stjóri bjóðar Eirikki Lindenskov, blaðstjóra innar í elsta elevatorin í landinum Kømurini eru hugnalig og ljós Fundarhølini er rúmlig og ljós Tey í móttøkuni hava úr at gera at taka ímóti gestum