Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnusíðurnar Nr. 87 - 8. mai 2007 Transocean Rather borar aftur við markið. BP skal brúka pallin at bora William í summar – óvissa um hann verður klárur tá Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir ein steðg í boringini í sambandi við, at veit­ing­ar­ skipið Bourbon Dolphin koppaði og seinni sakk, setti boripallurin ”Trans­ ocean Rather” fyri góðari viku síðani borin í aftur undirgrundina á Rose­bank­ leiðini, skamt frá føroyska markinum. Sosialurin skilur frá oljukeldum í Aberdeen, at nú er so farið undir at bora henda næsta av trimum avmarkingar- og metingar­ brunnum á stóru oljukelduni Rosebank, sum verður mett at verða eitt lønandi fund. Chevron, sum er fyri­støðu­ felag, hevur verið sera óhepp­ið við hesi stóru bori­ verkætlanini á Atlantsmóti­ num, fyri tað mesta orsakað av ringum veðri allan vetur. Fyrsti brunnurin varð nógv seinkaður, men leysatíðind­ ini vóru so tey, at úrslitið av boringini var gott. Nú er so farið undir næsta brunnin, og stórur spenn­ing­ ur er í oljuvinnuni, um hes­ in fer at rigga eins væl og tann fyrsti. Tá hesin er lið­ ugt boraður um 1 til 3 mán­ aðir, verður farið at bora tann seinasta brunnin á Rose­­bankfeltinum. Tað kann væl henda, at henda bori­ætlanin verður ikki lið­ ug fyri enn út á heystið ella seinni í ár, og tað kann koma at ávirka boringina hjá BP á føroyska land­ grunn­inum, sum er sett til at vera í summar. BP skal nevniliga brúka sama bori­ pallin, Transocean Rather. Stjórin í BP, Hjarnar Djur­ huus hevur sagt, at teir fyri­ bils fylgja upprunaligu ætl­ anini, men Sosialurin veit frá keldum, at tað skal ganga ómetaliga væl í hond hjá Chevron, skal BP fáa bori­pallin í summar ella entá í heyst. Og her kann so óhappið við veitingarskipi­ num spøkja aftur. Trans­ ocean er ein sokallaður akk­ ers­riggur, tvs. at hann verð­ ur festur fastur í havbotnin við akkerum. Seinasta óhapp­­ið á Rosebank­felti­ num, sum nettupp varð or­sak­að av akkersketum, kann gera, at oljufeløg í framtíðini heldur velja at brúka boripallar, sum halda seg á kósini við egnari motor­orku heldur enn at brúka akkersketur. Um so er, at BP ikki fær pallin fyrr enn úti á heystið ella í vetur, tá ódnirnar aftur herja, kann tað hugsast at vera sera iva­ samt, um felagið torir at byrja eina boring við nett­ upp einum sokallaðum akkers­riggi siga keldur í olju­umhvørvinum. Tá er held­ur hugsandi, at felagið bíðar við at bora til næsta vár ella summar. Men sum sagt áður: BP heldur seg fyri­bils til upprunaligu ætl­ anina. Spennandi ENI boring Umframt Williambrunnin hjá BP stendur eisini Anne Marie brunnurin hjá ENI á komandi boriskránni á før­ oyska landgrunninum. Hes­ in brunnurin verður boraður næsta summar og liggur hann tættari upp at marki­ num millum Føroyar og Bret­land. Oljukeldur Sosial­ urin hevur tosað við siga, at sannlíkindini at gera eitt fund á landgrunninum á hes­um báðum komandi bori­ætlanunum er størri í loyvinum hjá ENI. Hesin brunnurin liggur nevniliga nærri øðrum kendum brunn­ um, sum eru boraðir beint hinumegin markið í bretsk­ um øki, har olja er funnin. Jarðfrøðin er tí betri kend her og hevur ENI tí aðrar brunnar og jarðfrøði at halda seg til. William­brunn­ urin hjá BP liggur sera langt burturi frá kendum brunn­ um og er eins og Brugdan ein sera váðiligur brunnur. Tað positiva við William í mun til Anne Marie er tó, at struktururin í undirgrundini, har vónir eru um at raka við olju, er sera stórur. Cambo Sum skilst verður framvegis arbeitt við at finna boripall til at bora tveir avmarkingar- og metingarbrunnar á Cambo­­økinum bretsku meg­ in markið. Amerada Hess, sum í síni tíð var sera virkið í Føroyum, er fyristøðufelag. Sosialurin skilur, at nógvir boripallar vera tøkir seinni í komandi ári, her eisini bori­ pallar, sum ikki skulu fest­ ast í havbotnin við akkers­ ketum. Ein vanlukka vestan fyri Afrika nøkur ár herfyri, har bæði veitingarskip og manning hvurvu í havsins dýpi og nú hendingin við Bourbon Dolphin hava giv­ ið oljufeløgunum, sum bora á stórum dýpi og í veður­ ringum økjum, nakað at hugsa um. Roknast má við, at feløgini í framtíðini fara at leggja seg eftir at brúka nútímans boripallar og bori­ skip, sum sjálvi halda seg á kósini við framkomnari tøkni. Chevron, sum er eitt tað mest virkna oljufelagið á Atlantsmótinum, hevur lat­ ið byggja eitt sera fram­kom­ ið boriskip og ein boripall, sum skulu standa fyri eini stórari boriverkætlan á Atlantsmótinum í 2008 og 2009, her eisini í Føroyum. Felagið hevur nevniliga tørv á nógvari boriorku kom­andi árini um so er og hvat útlit eru til, at Rosebank er lønandi og skal útbyggj­ ast. Haraftrat er Chevron fyristøðufelag fyri fleiri loyvi á bretskum øki, fram­ við føroyska markinum, sum skulu borast komandi árini. Eisini hevur felagið fyrr sagt frá, at tað fer at bora sín fyrsta brunn á før­ oyska landgrunninum í 2008 ella 2009. Hesin verð­ ur boraður nær markið stutt frá Rosebankkelduni. Sum skilst fer Chevron undir seis­miskar kanningar í summ­ar. Tær eru uttan iva grundarlag undir ætlanini at bora komandi árini. Á oljuráðstevnuni Off­ shore Faroes herfyri varð greitt frá, at einir 7 leiti­ brunn­ar verða boraðir vest­ an fyri Hetland komandi tvey árini. Umframt Chev­ ron eru feløg sum OMV og Dong sera virkin. Tað ljóð­ ar, at heimsins størsta olju­ felag, ExxonMobile, sum áður hevur verið sera virkið á Atlantsmótinum men seinni tók seg aftur, nú er farið at vísa áhuga fyri øki­ num aftur. Møguleiki er fyri, at felagið eins og onnur feløg fara at sneyta til bor­ ingina hjá ENI og velja at ”farma” inn tvs. keypa seg inn í tann brunnin, har ENI hevur ein lutvíst stóran part saman við Føroya Kolvetni. Hugsast kann at ENI fegið vil spjaða váðan. Nógv borivirk­ semi á Atlants­ mótinum komandi árini Føroysk oljufelag Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroya oljufelagið Atlantic Petroleum, sum er virkið bæði í føroyskum, bretskum og írskum øki hevur gjørt av at keypa seg inn í enn eitt leitiloyvi á bretska land­ grunninum. Talan er um loyvið P1228 við Endeavour Energy UK Limited sum fyristøðufelag. Loyvið varð latið í 22. útbjóðing í 2004 til Endeavour Reach Ex­plora­tion (North Sea) Limi­ted og fevnir um blokk­ arnar 30/23b. Ætlanin er at bora brunn í loyvinum. Í løt­ uni verður umsóknin at ”farma” inn í loyvið við­ gjørt av bretsku orku­mynd­ ug­leikunum, DTI. Tá enda­ liga loyvið er komið uppá pláss fer Endavour at eiga 45%, Svenska Petroleum Ex­ploration AB 25%, Reach 15% og Atlantic Pe­troleum 15%. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur í eini viðmerking, at enda­ málið við at keypa seg inn í hetta nýggja loyvið í Norð­ sjónum er partur av virknu royndunum hjá felagnum at vera við í leitiprojektum, sum mugu metast at hava høga góðsku og at kunna vera við í oljuframleiðslu á hesum leiðum. Hann sigur, at boringin í Balgownie leiti­prospektinum er ein partur av samlaðu boriverk­ ætlanini hjá felagnum, sum fevnir um sjey brunnar. – Vit síggja fram til at seta borin í og at arbeiða tætt sam­­an við Endevour og hin­ um nýggjum partarunum sigur Wilhelm Petersen. Atlants Kolvetni við í nýggjum leitiloyvi Atlantic Petroleum er við í nógvum leitiloyvum í bretskum øki. Myndina, sum føroyski vinnuolívsmaðurin Óli Samró hevur tikið, vísir ”snurritoppin” tvs. serstaka framleiðslupallin, sum skal standa fyri framleiðsluni á einum av teimum feltunum, sum Atlantic Petroelum er partur av. Pallurin er gjørdur í Suðurkorea og er her stæddur í Amsterdam. Chevron hevur nógv jørn í eldinum komandi árini, bæði á brestkum og føroyskum øki. Gulu økini vísa leitiloyvi hjá felagnum