týsdagur 8. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnusíðurnar
Nr. 87 - 8. mai 2007
Nú bretska stjórnin
og oljufeløg skulu til
at seta út í kortið eina
framtíðar útbygg
ingarætlan vestan fyri
Hetland til ein
samlaðan kostnað
uppá góðar 40
milliardir krónur í
nýtt infrakervi til
funnin men enn
ótroytt gassfelt í
økinum og til at
útbyggja tey, verður
ivi sáddur um løn
semið. Við verandi
kostnaðarstøði og
gassprísum kann vera
ivasamt um ein slík
útbygging loysir seg.
Tí royna feløgini at
fáa myndugleikarnar
at lækka kolvetnis
skattin, skulu tey gera
so stórar íløgur
Gassútbygging
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Verkætlanarflaggskipið hjá
bretsku stjórnini at útbyggja
og menna verandi orkukeld
ur vestan fyri Hetland hevur
fingið eitt skot fyri bógvin,
orsakað av hækkandi út
reiðslum, høgum skatti og
lágum gassprísum ljóðar
frá keldum í oljuvinnuni.
Verður ikki av álvara sett
fokus á, hvussu man skal
loysa hesar spurningar, so
fara olju- og gassgoymslur
nar vestan fyri Hetland,
sum eru mettar at vera ein
sættipartur av øllum kolvetn
isgoymslunum hjá Stóra
bretlandi, at vera verandi í
undirgrundini. Samstundis
sum olju- og gassframleiðsl
an í Norðsjónum er komin í
hæddina kann henda sann
roynd fáa álvarsligar avleið
ingar fyri orkutrygdina hjá
Bretlandi og restini av
Europa.
Heft at ótryggum
økjum
Í 2006 framleiddi Bretland
77.4 milliardir kubikmetrar
av gassi, sum svarar til 16%
av samlaðu nýtsluni í EU.
Men framleiðsla frá verandi
keldum minkar heilt skjótt.
Bretland kann gerast 80%
heft at innfluttum gassi í
2020, sum kann stava frá
ótryggum økjum við polit
iskum
trupulleikum
og
váða segði bretski ráðharrin
fyri Handil og Ídnað, Ali
stair Darling á einum stórari
olju og gassráðstevnu í Skot
landi nú um dagarnar. –Vit
hava tørv á at fáa sum mest
burtur úr okkara tilfeingi,
sum framvegis er í Norð
sjónum segði ráðharrin.
Hann vísti síðani á økið
vestan fyri Hetland, sum
hevur stórt virði og goymir
olju og gass sum svarar til
kanska millum 3 til 4
milliardir tunnur ella 17%
av goymslunum, sum eru
eftir. Fundini, sum longu
eru gjørd vestan fyri Het
land, goyma fyrst og fremst
gass. Um alt hetta gassið
kom á marknaðin í 2010 og
2011, so kunnu vit í 2014
nøkta 6% av gasstørvinum
í Bretlandi frá keldunum
vestan fyri Hetland sigur
David Mendelson, forrætn
ings- og menningarstjóri
hjá oljurisanum Total við
Dave Jones tíðindafyritøk
una. Franska oljufelagið
Total eigur Laggan, sum er
størsta gasskeldan, ið higa
rtil er funnin vestan fyri
Hetland. Hon varð longu
funnin fyri mongum árum
síðani, men hevur higartil
verið mett ov lítil til at
kunna bera eini einsamallari
gassframleiðslu og infra
strukturi á Atlantsmótinum.
Millum feløgini, sum ann
ars hava rættindi til til
feingið vestan fyri Hetlandi
eru m.a. BP, Chevron,
ExxonMobil,
Dong
og
Total. Onnur eru Statoil,
OMV, Amerada Hess og
Shell. Nógvar olju- og gass
keldur vóru funnar fyri
meira enn 20 árum síðani,
men fjarstøðan og avbjóð
andi umstøðurnar har hava
higartil forðað fyri eini
útbygging av gassfeltum.
BP byrjaði framleiðslu frá
Foinaven oljukelduni mið
skeiðis í 90 árunum og frá
Schiehallion kelduni í 1998
og frá Clair í 2005. Hesar
oljukeldur eru mettar at
goyma millum 600 til 700
milliónir tunnur av olju.
Tær umleið fýra milliardir
kubikkføtur av gassi eru
framvegis órørdar í sínum
goymslum.
- Harðir vindar, høgar ald
ur gera tað sera torført at
seta upp útbúnað til at fáa
fjalda gassið upp úr undir
grundini sigur Peter Mendel
son frá Total. Bara tað at
bora brunnar har úti er tor
ført. Flestu av keldunum
eru á 400 til 1000 metra
dýpi, nógv djúpri enn ver
andi oljukeldur í Norðsjó
num. Størsta avbjóðingin er
tann, at eingin infrastruk
turur, undirstøðukervi er í
økinum. Nýggjar gassút
byggingar miðskeiðis og í
syðra parti av Norðsjónum
kunnu binda í verandi pallar
og rørleiðingar. Vestan fyri
Hetland skal alt hetta byggj
ast upp frá ongum.
Út frá tí sannroynd at
flestu av keldunum vestan
fyri Hetland eru av meðal
stødd, er tað ein spurningur,
um tað er lønandi at byggja
nýggjan infrastruktur, sum
kann vera grundarlag undir
eini útbyggingarætlan.
Útbygging fyri
40 mia. kr.
Oljufeløg, sum arbeiða í
økinum, hava saman við
DTI, sum er bretska handil
og ídnaðarmálaráðið, ið eis
ini umsitur orkumál, skipað
ein arbeiðsbólk í fjør fyri at
menna eina partnaraloysn
fyri útbygging av infrastruk
turinum vestan fyri Hetland.
Hesin bólkur fer at geva
bretsku stjórnini eina fyri
bils frágreiðing í mai.
Fyribils útrokningar hjá
stjórnini fyri 30 framleiðslu
brunnar, umleið 800 kilo
metrar av nýggjum gassleið
ingum og ein gassfram
leiðslustøð á landi ella til
havs, vísa, at hetta er mett
til at kosta í minsta lagi 4
milliardir pund ella góðar
40 milliardir kr. Men tøkni
ligu avbjóðingarnar saman
við høgum skatti, hækkandi
kostnaði og verandi lágum
gassprísum kunnu koma
uppá tvørs av ella undir
minera eina avgerð hjá
arbeiðsbólkinum
um
at
mæla oljufeløgum og mynd
ugleikum til at fara undir
stóru verkætlanina.
- Fólkini mugu veruliga
til at leggja høvur í blot, tí
so stór óvissa er knýtt at
gassprísunum næstu fýra til
fimm árini sigur Mike
Tholen, búskaparstjóri hjá
UK Offshore Operators’
Association, UKOOA. Gass
flutningur gjøgnum nýggjar
leiðingar og nýggir LNG
terminalar (LNG er gass í
flótandi formi. Man hevur
so
terminalar
til
at
”likvificera” tvs. gera flót
andi, blaðm.) hava gjørt, at
gassprísurin í Bretlandi er
farin niður í eina helvt síð
ani veturin 2006, til 18 doll
arar per samsvarandi tunnu
av olju.
Flestu serfrøðingar í olju
vinnuni siga, at skal tað
løna seg at fara eftir olju og
gassi, sum liggur í undir
grundini, so má prísurin
vera umleið 22 til 25 doll
arar fyri tunnuna. Oljuprís
urin, sum í løtuni er 60 doll
arar fyri tunnuna, hevur
lítlan búskaparligan týdning
í einum øki, sum er ríkt
uppá gass heldur enn olju
siga serfrøðingar. Kostnað
urin fyri at finna og taka
orkutilfeingi upp er nógv
vaksin. Olju- og gassídnað
urin hevur nógv brúk fyri
útgerð
og
útbúnaðari
arbeiðsmegi. Leigan fyri
boripallar í Norðsjónum er
økt við 600% tey seinastu
trý árini, og annar kostnaður
veksur eins skjótt.
- Teir sera høgu tænastu
kostnaðirnir og teir lágu
gassprísirnir, saman við
spurninginum um stødd,
ger roknistykkið fyri eitt nú
Laggan verkætlanina til
eina stóra avbjóðing segði
Mendelson á oljuráðstevn
uni í Skotlandi. Framtíðar
vánirnar eru ikki bara ljós
ar. Geoff Gillies, ein av ser
frøðingunum hjá ráðgevara
fyritøkuni Wood Mackenzie
Bretska stjórnin og oljufeløg hond í hond:
Týðandi vegamót á Atlants
Vit síggja økið vestan fyri Hetland og báðumegin
miðlinjumarkið millum Føroyar og Hetland. Fyri sunnan
hava vit verandi oljukeldur Foinaven og Schiehallion og Clair,
sum eru tær einastu, ið framleiða olju. Ì grannalagnum fyri
norðan finna vit nógvar smærri gasskeldur. Tað eru hesar,
sum oljufeløg og myndugleikar tosa um at búna tvs. Byggja út
til framleiðslu og skulu tær vera lønandi er neyðugt infrakervi
tvs. Gassleiðing og framleiðslustøðum, sum bindar allar hesar
gasskeldunar saman. Longu fyri norðan og vestan móti føroyska
markinum eru so aðrar keldur so sum Rosebank og Cambo, ið
eisini kunnu fáa tørv á at binda í gassleiðing