týsdagur 8. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnusíðurnar
Nr. 87 - 8. mai 2007
Analysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Síðani føroyingar fóru at vísa
møguligari olju og gassi í undir
grundini áhuga og ans hevur
útviklingurin í londunum rundan
um okkum skundað undir ynski
og royndir okkara at finna olju
og gass í føroysku undir
grundini.
Hóast Norðsjógvurin ikki er
so langt vekk, so vóru tað kortini
stóru oljufundini beint hinumegin
markið,
Foinaven
og
Schiehallion,
sum
fingu
nakkahárini
at
reisast
hjá
føroyingum. Hví ikki eisini hjá
okkum, tá olja og gass er so nær
í grannalagnum, varð spurt. Og
vit kenna øll oljusøguna, har
fyrst yvirtøkan av ráevnunum
skundaði undir marknasamráðing
arnar við bretar, sum síðani
skundaði undir lóggávuarbeiðið,
ið so aftur varð grundarlagið
undir kanningum og loksins
leiting.
Og soleiðis fer søgan helst at
halda fram nakað væl aftrat,
nevniliga at vit neyvt fara at
fylgja tilgongdini hinumegin
markið og alla tíðina ímynda
okkum, hvønn týdning framstig,
tað verið seg leiting og útbygging
har kunnu hava fyri okkum
sjálvi. Og tað er í hesum anda, at
greinin niðanfyri skal lesast.
Nevniliga í hvønn mun útbygging
av infrastrukturi vestan fyri
Hetland við gassleiðingum og
gassframleiðslustøðum kann fáa
fyri okkara egnu olju- og
gassframtíð. Tí hendir tað, at
nógv gass verður funnið á
føroyska landgrunninum, so er
stóri spurningurin, hvussu vit
fáa gassið á marknaðin. Og her
er
tað,
at
ein
komandi
infrastrukturur á bretskum øki
kann koma føroyskum gassfeltum
væl við. Tí eiga vit í Føroyum at
fylgja
gongdini
hinumegin
markið við stórum áhuga. Og
her koma spennandi ætlaninar
hjá bretsku stjórnini og olju
feløgunum at menna eitt infra
kervið til m.a. flutning av gassi
sum ein møgulig hjálpandi hond
til eina framtíðar føroyska gass
vinnu.
Tað er greitt, at kunnu bretska
stjórnin og oljufeløgini, sum
arbeiða á Atlantsmótinum, semj
ast um at fara undir at byggja
upp ein infratstruktur í økinum,
sum
skal
rudda
slóð
fyri
útbygging
av
fleiri
smærri
gassfundum, so er hetta eisini
nakað, sum kann gerast týðandi
partur
av
eini
framtíðar
føroyskari oljuvinnu, har vit,
sum liggja nógv meira avsíðis og
fjarskotin, kunnu knýta føroysk
gassframleiðandi felt í eina
bretska flutningsskipan og síðani
víðari á marknaðin.
Men alt hetta stendur og fellur
við framtíðar gassprísinum og í
hvønn mun bretska stjórnin vil
geva feløgunum, sum vilja fara
undir at útbyggja smærri gass
feltini, skattafyrimunir. Tíðindini
úr Ukraina um, at hol er komin á
eina gassleiðing úr Ruslandi,
haðani ein stórur partur av
gassbrúkinum í Europa verður
nøktaður, siga okkum eisini so
mikið sum, at bretska stjórnin
heldur enn fegin sær, at gass
goymslurnar á Atlantsmótinum
verða troyttar.
Gongdin eystan fyri markið týdning
fyri føroyska oljumenning
smótinum
metir prísin á bretskum
gassi fara at vera umleið 35
dollarar svarandi til tunnu
av olju frá 2010 til 2015, tá
flestu
av
gasskeldunum
vestan fyri Hetland eru farn
ar at framleiða gass.
- Okkara metingar siga,
at Laggan er lønandi á ein
um slíkum prísstøði segði
Gillies, hóast tað er margi
nalt, um tað ikki eydnast at
býta kostnaðin av infrastruk
turi við aðrar verkætlanir.
Stjórnin má
lækka skatt
Men tað er ógreitt, um
smærri keldur vestan fyri
Hetland eru lønandi, sjálvt
við hægri prísum, fáa út
byggingar av hesum ikki
nakað av stuðuli frá stjórn
ini. - Stjórnin má umhugsa
av nýggjum, um hon hevur
tann rætta skattapolitikkin
segði Tholen frá UKOOA á
oljuráðstevnuni. Og hesum
var Mendelson frá Total
ikki ósamdur við honum í.
– Eg haldi, at skattafyrimunir
eiga at vera partur av
loysnini segði hann. Hann
sá fegin, at stjórnin hevur
ein leiklut í ætlanini at
menna ein infrastruktur í
økinum við at lata skatta
lætta í sambandi við tær
stóru íløgurnar, sum standa
fyri framman.
– Stjórnin má gera íløgu í
hesa verkætlan við at lætta
um skattliga. Feløg, sum
framleiða olju og gass frá
nýggjum keldum á bretska
landgrunninum, rinda 50%
í skatti sammett við ein
standard
partafelagsskatt
uppá 28%. Nógv bendir á,
at tað er rætt at lækka skatt
in, segði Tholen, um tað so
verður avgerandi faktorurin
fyri, um økið skal útbyggjast
ella ikki. At fáa 40% av
nógvum pengum er betri
enn at fáa 50% av ongum
legði hann aftrat. Darling
frá orkumálaráðnum segði:
- Vit eru sera upptiknir av
hesi sannroynd, nú meðan
vit staðfesta, at Norðsjógv
urin er fult troyttur. Tá vit
fara inn í meira torfør øki
sum tað vestan fyri Hetland,
so mugu vit vera vís í, at
skattaskipanin er tann rætta.
Vit eru tilreiðar at seta okk
um niður og arbeiða saman
við
ídnaðinum
fyri
at
tryggja, at vit hava ta røttu
skipanina fyri at fáa sum
mest upp úr Norðsjónum.
DTI talsmaðurin Richard
Shrubb segði, at tað er ov
tíðliga at siga nakað um,
antin ein skattalætti fer at
vera partur av útbyggingar
ætlanini fyri økið vestan
fyri Hetland ella ikki. Tað
stigið, sum er tikið til eina
útbygging, kann vera lykil
in, sum letur upp fyri longu
funnum keldum í økinum
segði Mandelson. –Um vit
hava ein infrastruktur í øki
num, so fer hann at skunda
undir enn meira leiting. Og
um smærri fund verða
gjørd, so merkir tað, at tað
longu finst ein leið at flyta
gassið á marknaðin. –Har
er framvegis nógv av olju
og gassi har úti segði Dar
ling.
Keldur: Dow Jone, skotskar og
bretskar heimasíður og bløð.
Transocean Rather boripallur borar tríggjar brunnar í løtuni, sum kunnu fáa týdning fyri framtíðar menningina á øllum Atlantsmótinum