týsdagur 8. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 87 - 8. mai 2007
vinnusíðurnar
Væl umtóktu grønlands
tíðindini hjá Kára við
Stein í FF-blaðnum halda
fram í Sosialinum
Kári við Stein
18. apríl
Polar Amaroq kom inn í kvøld
eftur fólki og onkrum reservadeili.
Teir hava roynt úti í Dýpinum og
fiskaríið er so sum so. Slagið er
onki at reypa av. Teir hava gjørt
okkurt háli. Teir komu úr Nuuk,
har teir hava landað í fyrradagin.
Nanok Trawl er inni í Nuuk og
landar í dag.
19. apríl
Í dag er –2 stig og stilli við kava
ælingi. Lómur kom inn at landa í
nátt. Teir hava um 90 tons inni.
Teir hava roynt víða um í Dýpi
num.
20. apríl
Í dag er –4 stig og stilli. Ein av
skeljabátunum, Sonja Kiil, kom
inn í morgun at landa. Teir høvdu
fulla last, gott 20 tons av pilkaðari
jákupskel.
23. apríl
Í dag er –1,3 stig og stilli. Polar
Natarnaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava gott 180 tons
av sekkjarækjum inni henda túrin.
Teir hava verið úti í 10 dagar.
Anna Kiil, sum fiskar jákupskel,
kom inn í morgun. Teir hava um
20 tons inni. Teir hava trupulleikar
við at fáa pilkarar til skipið.
Akkordin er við at fara í botn hjá
pilkarunum. Sum nú er fáa teir 19
kr fyri kilo, so tað skal pilkast
nakað nógv fyri at fáa eina góða
løn. Natarnaq er inni í Nuuk og
landar í dag. Teir hava knappa
fulla last inni. Lómur, sum fór út
fríggjadagin aftaná døgurða, kom
inn í morgun við gott 120 tonsum.
Øll kør vóru full og tangin eisini,
so teir máttu taka ein heilan lastbil
afturat við kørun. Óført fiskarí
hava teir haft. Teir hava bert fisk
að nakrar fáar tímar yvir tvey sam
døgur. Annars fáa teir smærru
bátarnir nógvar rækjur fyri tíðina
her um Sisimiut leiðina.
Flaggdagur 25. apríl
Í dag er - 2,2 stig og stilli. Markus
er inni í Nuuk og landar. Teir hava
gott og væl 640 tons inni. Teir
vóru inni her fyri trimum vikun
síðani og løgdu fongin upp. Teir
royndu við einum troli í einar fýra
dagar. Síðan varð roynt við tveim
um trolum.
Vánalig tænasta hjá Royal
Greenland
Lómur og Markis liggja næstan
svínabundnir til kaj her. Teir byrj
aðu fyrst at landa skipið í gjára
náttina, og teir sleppa ikki út aft
ur fyrrenn í morgin á middegi.
Soleiðis verða rækjubátarnir við
farnir. Her í Sisimiut liggja teir
einar tveir til tríggjar dagar,
áðrenn loysast kann frá landi
aftur. Hetta eru tær trongu treytir
nar, sum teir koyra undir. Virkini
klára ikki at taka ímóti rávøruni.
Summir fara til Nuuk at landa,
og har eru eisini betri vilkor. Har
fáa teir meir fyri lastina í
prosentum, enn teir fáa her í
Sisimiut. Tað er Polar Seafood í
Nuuk, sum landað verður til. Her
er eitt evigt kríggj, hvørja ferð
landað verður. Ósemja er javnan
um
vrakingina
av
rækjum.
Summar rækjur onkran svartan
plett á skeluni, og so verður hon
vrakað, sjálvt um einki bagir
lidnu framleiðsluni. Hesir plettar
verða gjørdir til trupulleika hjá
Royal Greenland, men ikki hjá
Polar Seafood. Trolararnir hjá
Royal Greenland, sum fiska
uttanskers, kóka somu rækjur
við svørtun plettun á uttan nakað.
Tað er heldur løgið av sama
virkið at hava tvey sett av reglum
fyri somu rækju. Hetta hevur
eisini verið í fjølmiðlunum
herfyri uttan at nakað hendir.
Dømi er um, at ein bátur var í
Nuuk og landaði 45 tons í dag.
Teir avreiddu fyri 331.000 krónur.
Var henda lastin avreidd her í Sisi
miut, hevði hon givið um 100.000
krónur minni. Tað er tí væl skilj
andi, at fiskimenn royna at sleppa
at landa hjá teimun privatu í
Nuuk. Tað eru tríggir føroyingar
við Lómi fyri tíðina. Teir eru
suðoyringar, og teir eru sindur
hittinorðaðir sum nógvir teirra
eru. Í kvøld komu teir niðan til
mín at spæla sjavs. Eg havi ikki
spælt sjavs síðani í 1973-74, men
væl gekk. Vit fýra høvdu eina
góða og hugnaliga løtu saman,
áðrenn teir fóru umborð aftur.
Avtalan var, at hetta tiltakið við
sjavs skal halda fram, um teir
skulla liggja so leingi við kaj
hvørja ferð landað verður!
26. apríl
Ferðafólk fram um toppstykki
Í dag eru 0 stig og sólin stendur
høgt á himli allan dagin, men
vindur av norði úti er úti á. Polar
Nagtoralik kom inn í kvøld við
NanoqTrawl uppá sleip. Teir hava
maskintrupulleikar. Tað er eitt
toppstykki, sum er farið. Teir hava
skift hetta toppstykki út, nú teir
vóru inni í Nuuk og landaðu.
Tískil er støðan er tann, at teir
onki reserva toppstykki hava eftir
umborð. Eitt slíkt toppstykki
vigar gott og væl 400 kilo. Tað
vigar ímóti fleiri fólkum eftir
rokniháttinum hjá Air Greenland,
og ferðafólk verða tikin fram um
alt hjá teimum. Fragtflúgvarin
kemur ikki higar fyrrenn týsdagin.
Tað er tað fyrsta, teir kunna rokna
við at síggja toppstykkið, uttan so
at teir leiga ein flúgvara eftir tí.
Sum eg skilji er tað loysnin hjá
teimun.
27. apríl
Í dag er + 2 stig og stilli. Ocean
Tiger kom inn í morgun at millum
landa. Teir eru komnir í neyð við
plássi í lastini. Teir skulla annars
inn til Nuuk mikudagin 2. mai at
landa. Tikarin fór útaftur í kvøld.
Nanoq trawl má bíða til mánadagin
eftir deilinum, um Air Greenland
hevur pláss fyri honum.
28. apríl
Í dag eru 2,1 stig og stilli. Akama
lik kom inn her til Sisimiut at
landa í morgun. Teir hava 500
tons inni hendan túrin. Steffen C
Grønlandstíðindi
Innast vi kajuna liggur Lómur,
uttaná Louise L, og so liggur hasin
lítli við fullari last og dekki, Frans
P Lypert.