týsdagur 8. mai 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 87 - 8. mai 2007
Marknaðarrák
Partabrævamarknaðirnir vístu styrki í
farnu viku. Amerikanska arbeiðsmarkn
aðarfrágreiðingin fyri apríl vísti ein
arbeiðsmarknað, sum var nakað veikari
enn væntað. Hóast hetta hildu partabrøv
flest alla staðni, eisini í USA, á at
hækka.
Amerikanski
marknaðurin
hækkaði 1,1%, evropiski 2,1%, og
japanski 1,8%. Støðan á amerikanska
arbeiðsmarknaðinum hevði minni at
siga fyri íleggjarar enn inntøkurnar hjá
amerikonsku virkjunum. Nú hava 407
av teimum 500 virkjunum í vísitalinum
S&P500 kunngjørt roknskap fyri fyrsta
ársfjórðing, og úrslitið er væl betri enn
væntað. Inntøkurnar eru í miðal øktar
við 8,6% seinasta árið, og heili 276
virkir hava kunngjørt betri úrslit enn
væntað. Hetta er gott 2/3 av virkjunum.
Hetta eru góð tíðindi fyri partabræva
marknaðirnar.
Trýstið á dollaran
minkað eitt vet
Góð arbeiðsmarknaðartøl úr USA
fríggjadagin, fekk trýstið á dollaran at
minka eitt vet og hann verður í løtuni
handlaður á kurs 1,36 mótvegis evruni.
Hetta liggur nær lægsta markinum frá
apríl 2007 ið var 1,368. Væntandi fer
dollarin komandi dagarnar at sveiggja
í geiranum 1,355 og 1,367. Hesa vik
una verða tað serliga niðurstøðurnar
frá rentufundunum í USA mikudagin
og í Evropa hósdagin sum kunnu
ávirka kursin.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarentur hava aftur verið støð
ugar hesa farnu vikuna. Seinasta mán
aðin hevur 10-ára rentan sveiggjað
millum 4,17%-4,26%. Nú rentan er
hækkað um 0,30% síðan mars, bíða
íleggjarar eftir tíðindum, sum kunnu
flyta marknaðin aftur.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verða amerikanski tjóð
bankin, Fed, og evropiski miðbankin,
ECB, í andgletti. Báðir halda fund hesa
vikuna, og stórur áhugi er á markn
aðunum fyri, hvørjar metingar tey gera
sær eftir fundirnar. Marknaðirnir vænta
ikki nakra rentuhækking á hesum
sinni.
Partabrøv sterk
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
kom inn til Nuuk í dag at landa.
Teir hava fulla last.
29. apríl
Í dag eru - 3,3 stig og stilli. Akama
lik loysti til nýggjan túr aftaná
døgurða í dag. Lómur kom inn
við fullari last, gott 123 tons. Teir
skulla byrja at landa í morgin. Ja
aftur hesa ferð bleiv ein trolari
snýttur av Air Greenland. Onki
toppstykki kom í dag til Nanok
Trawl. Í morgin er lovað teimun,
at teir fáa vøruna. Her er onki
vist, fyrrenn at vøran liggur við
síðuna av skipinum á kajuni.
Soleiðis eru okkara viðurskifti í
2007.
30. apríl
Í dag eru –0,6 stig og stilli. Taser
miut kom inn í morgun at millum
landa. Teir hava knapt 300 tons
inni. Tann nýggi skeljabáturin
Louise L kom inn í morgun. Eitt
snotuligt skip at líta á. Tað er
nakað væl størri enn skipið, sum
teir eru komnir í staðin fyri. Teir
hava nakað av smátrupulleikum í
maskinuni, og rokna við at sigla í
morgin. Teir smærru bátarnir fáa
nógvar rækjur. Teir koma søkk
ladnir inn at landa. Teir mugu
eisini bíða við toli at koma framat
at landa.
1. mai
Deilurin til Nanoq Trawl kom í
dag, og teir loystu í kvøld aftur.
Ikki vóru teir komnir langt út, so
máttu teir venda við aftur. Tað var
okkurt galið við turbin.
2. mai
Í dag eru – 0,3 stig og dýrdarveður.
Qaqqatsiaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava fulla last inni.
Polar Timjarmiut kom inn higar
eftir einum troli og fóru so víðari
til Nuuk at landa. Har er alt fult,
sum fyllast kann. Teir hava roynt í
12 dagar. Teir verða til landingartíð
í morgin. Ocean Tiger er í Nuuk
og landar í dag. Lómur loysti
nýggjan túr í dag
Hetta vóru tíðindini hesa ferð.
Hesar myndir eru frá Polar Princess, har Leivur á Rógvi úr Vestmanna
er skipari. Teir hava fiskað av eini royndarkvotu uppá 600 tons av toski
í Eysturgrønlandi. Teir vóru at byrja við bert 24 mans. Teir brendu í
rokfiskarí beinanvegin, teir
komu á fiskileið, og umstøðunar vóru góðar við ongum ísi. Tóðini vóru
stutt, 2-5 min., so var fult av stórum og feitum toski. Ta fyrstu vikuna
fingu teir 177 tons niður av flaki. Tann minsti fiskurin, sum máldur
var, var 67,0 cm. Annars var meðal longdin frá 97 cm til 1,3 m. Vektin
var upp til 30 kilo. Toskarnir vóru fullir av rogni. Okkurt hálið gav
50 kurvar bara í rognum. Teir máttu bróta túr av og fara til Íslands
eftir 10 monnum, sum ikki sluppu við frá byrjani vegna floglíkindindi
í Grønlandi. Kvotan varð uppfiskað eftir 13 døgum. Nú eru teir á
svartkalva , so verður farið í Barentshavið eftir restini av toskakvotuni,
teir eiga har.
vinnusíðurnar
Vika19
2007