Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 87 - 8. mai 2007 ] Maradona útskrivaður Diego Maradona er nú útskrivaður frá enn einum uppihaldi á sjúkrahúsi. 46 ára gamla fótbóltslegendan hevur leingi havt rúsevnis- og alkoholtrupulleikar. Seinastu tíðina hevur hann fingið viðgerð fyri bruna í livrini. Læknarnir siga, at hóast hann er útskrivaður, skal Maradona til eftirlitskanning tríggjar ferðir um vikuna. Schmeichel trívist í Skotlandi Kasper Schmeichel, sonur tann so navnframa Peter, hevur hetta kappingarárið spælt í skotska Falkirk. Schmeichel er sáttmálabundin í Manchester City, men hann sigur seg einki hava ímóti at halda fram í Skotlandi. – Eg hevði ikki havt nakrar sum helst trupulleikar við at taka eitt ár afturat í Falkirk. Og eg eri harmur um, at eg møguliga aftur skal á beinkin at sita, nú eg havi fingið nógva spælitíð í eitt ár, sigur ungi málverjin. Jón Bjarnason, lands­liðsvenjari í svimj­ing, er væl nøgdur við avrikið hjá føroysku svimj­ arunum hetta síðsta árið, og hann held­ ur, at nógvir svimj­ arar hava betra seg ómetaliga nógv SVIMJING Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Stóri vinnarin á galla­ veistluni um vikuskiftið bleiv Fuglafjarðar Svimji­ felag, sum fekk ársins svimjara hjá bæði kvinnum og monnum, umframt árs­ ins venjara. Ársins svimj­ ari hjá kvinnum gjørdist ikki so óvæntað Elspa Mørkøre, meðan Kári J. Á Høvdanum bleiv ársins svimjari hjá monnum. Venj­ arin hjá teimum báðum, Petur Heðin á Fløtti, bleiv valdur ársins venjari. Stór menning Landsliðsvenjarin er sum heild sera væl nøgdur við menningina hjá føroysku svimjarunum síðsta árið. - Ja, eg eri ógvuliga væl nøgdur. Menningin hjá svimjarunum hevur verið rættiliga stór, og har eru fleiri, sum hava betrað seg ótrúliga nógv hetta síðsta árið. Jón Bjarnason er eisini nøgdur við avrikini hjá teimum báðum, sum blivu vald til ársins svimjarar leygardagin. - Bæði Elspa og Kári hava klárað tað ótrúliga væl. Úrslitini hjá teimum hava verið góð og støðug síðsta árið, og tey liva næstan fyri svimjingini. Kári flutti m.a. niður til Danmarkar fyri at svimja á hægri stigi, men hann er tó komin heim aftur til Føroya nú. Oyggjaleikirnir fyri framman Nú er kappingin um føroya­ meistaraheitið komin at enda, men hetta merkir ikki, at svimjararnir spaku­liga fara at taka sær av løttum. Størsta upp­ gávan á árinum liggur enn fyri framman, tí í juli mánaði skal landsliðið til Rhodos at taka lut á Oyggjaleikunum. Eingin ivi er um, at føroyska liðið er væl mannað til kappingina. Landsliðsvenjarin veit tó ikki heilt, hvat hann skal vænta. - Tíðirnar hjá okkara svimjarum eru sera góðar, og fleiri av vinnara­ tíðunum í FM eru undir vinnaratíðunum á seinastu Oyggjaleikunum. Eg kenni tó ikki tíðirnar hjá hinum londunum, og tey kunnu jú eisini vera blivin betri síðani seinastu Oyggjaleikirnar, sigur Jón. - Ensku kanaloyggjarnar hava ofta góðar svimjarar, sum ganga í skúla á fast­ landinum og venja undir sera góðum umstøðum. So eingin ivi er um, at eg vænti harða kapping frá hesum oyggjum. Tá alt hetta er sagt, so hevur landsliðsvenjarin tó góðar vónir til sínar svimjarar. - Ja, eg havi sjálvandi góðar vónir til føroysku svimjararnar, tí teir hava tikið seg ótrúliga nógv fram. Vit hava nógvar góð­ar einstaklingar við, og stafettirnar tykjast vera rætti­liga sterkar, sigur Jón. Væl nøgdur landsliðsvenjari Í øllum førum tvey feløg eru ikki spurd eftir, tá bestu svimji­av­ rikini skuldu finnast, og tí hevur Petur Heð­ in á Fløtti gjørt av at lata sítt steyp innaftur Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Petur Heðin á Fløtti hevur boðað frá, at hann ikki vil hava heiðurin sum ársins venjari í føroyskari svimjing í 2006/07. - Eg tosaði við onkur feløg, eftir at eg leygarkvøldið hevði fingið heiðurin sum ársins venjari. Í øllum førum tvey av hesum siga seg als ikki hava greitt atkvøðu um, hvør skuldi fáa ymsu heiðurslønirnar, og tá ruggar ikki heilt rætt. Og er nakað galið við manna­ gongdini í hesum, so vil eg ikki hava heiðurin. Petur Heðin sigur seg ikki hava kannað, hvørt talan er um broyttar mannagongdir, ella hvussu kjósanin annars er farin fram. - Tað sær út til, at okkurt rotið er í hesum, og tí vil eg ikki vera partur av, sigur hann. Á heimasíðuni hjá svimji­ sambandinum verður ikki staðfest, hvør mannagongd hevur verið nýtt í kjósanini. »Hvør nýggja manna­ gong­din enn hevur verið, so burdi hann (Petur Heðin, blðm.) staðið seg væl eisini eftir gomlu. Nú er støðan tó tann, at SSF annaðhvørt má skipa fyri umvali við van­ligu mannagongd, ella halda uppá at nýggja manna­ gongdin er røtt.«, er einasta viðmerkingin, sum stendur á heimasíðuni um hetta. Vil ikki hava steypið Leygarkvøldið bleiv Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag vald til ársins svimjara hjá kvinnum. Hon er vælnøgd við farna árið og gleðir seg eisini avbera nógv til Oyggjaleikirnar seinni í summar SVIMJING Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Elspa Mørkøre hevur í nógv ár verið ímillum mest evna­ ríku svimjarar í land­in­um, og ungi svimjarin úr Syðrugøtu blívur við at vísa síni góðu evnir í svimjihylinum. Tá ið føroyameistara­skap­ urin var á skránni í Havnini næstseinasta viku­skiftið, var Elspa Mørkøre enn eina­ferð tann stóri heið­urs­merkja­ slúkurin. Hon vann ikki færri enn níggju gullheiðursmerki, sam­stundis sum hon setti fleiri nýggj met. Av hesi orsøk kom tað helst ikki so óvart á øll, at Elspa Mørkøre bleiv vald til ársins svimjara hjá kvinnum. Men hon var kortini ovurfeagin um heiðurin. - Eg eri sera glað fyri henda heiðurin. Tað hevur gingið væl í venjing ígjøgnum árið, og úrslitini hava eisini verið rættiliga góð, so hetta er slett ikki so galið. Elspu gleddist eisini um góðu úrslitini hjá Fugla­ fjarða Svimjifelag í FM næstseinasta vikuskiftið. - Tað var avbera gott at vinna føroyameistaraheitið við Fuglafjarða Svimjifelag síðsta vikuskiftið. Vit hava nógvar góðar ungar svimj­ar­ ar, sum veruliga hava sligið til í seinastuni, og hetta er ein av grundunum til góðu úrslitini hjá FS. Eg haldi eisini, at svimjararnir hava tað gott saman, og so hevur tað hjálpt nógv, at vit eru farin at venja í Klaksvík, tí so sleppa vit at venja í einum størri hyli. Gleðir seg til Oyggjaleikirnar Næsta málið hjá Elspu og hinum føroysku lands­liðs­ svimjarunum eru Oyggja­ leikirnir, sum vera á Rhodos í juli. Fleiri av ungu føroysku svimjarunum hava sett fleiri nýggj met síðsta tíðina, og tí eru nógv, sum hava góðar vónir til svimjararnar á Oyggjaleikunum. Elspa væntar eisini eitt gott úrslit, men hon sigur seg tó ikki kenna serliga nógv til svimjararnar frá hinum londunum. - Fleiri av tíðunum, sum okk­ara svimjarar hava svom­ ið síðstu tíðina, hava verið sera góðar í mun til oyggja­ leikatíðirnar seinast, so eg havi hampiliga góðar vónir. Eg kenni tó ikki serliga nógv til svimjararnar frá hin­um londunum, og tí er ilt at meta um, hvussu fer at ganga hjá okkum. Tað kann væl vera, at hini londini eisini eru nógv framfarin síðani síðstu leikir. Hvussu er og ikki, so er einki at ivast í, at føroysku svimjararnir eru blivnir væl sterkari síðstu tvey árini. Hetta er Elspa eisini samd í. - Føroyska svimjararnir hava betrað seg ótrúliga nógv, og hetta er eisini høv­uðs­ orsøkin til, at vit hava vónir um at fáa eitt gott úrslit á Rhodos, sigur ársins svimjari hjá kvinnum at enda. Elspa bleiv ársins svimjari Elspa Mørkøre vann heili níggju gullheiðursmerki, tá FM í svimjing var á skránni næstsíðsta vikuskiftið. Farna vikuskiftið bleiv unga genta úr Syðrugøtu eisini vald til ársins svimjara hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen Petur Heðin á Fløtti vil ikki hava ein heiður, har hann ikki kennur seg tryggan við mannagongdirnar Savnsmynd/Jens Kr. Vang Ársins svimjari Elspa Mørkøre Fuglafjarðar Svimjifelag Kári J. Á Høvdanum Fuglafjarðar Svimjifelag Ársins stuttteinasvimjari Elspa Mørkøre Fuglafjarðar Svimjifelag Kristian Olsen Ægir Ársins langteinasvimjari Jutta Thomsen Tvøroyrar Svimjifelag Pál Joensen Vágs Svimjifelag Ársins stjørnuskot Guðrun H. Jacobsen Fuglafjarðar Svimjifelag Pauli Ø. Mohr Fuglafjarðar Svimjifelag Ársins venjari Petur Heðin á Fløtti Fuglafjarðar Svimjifelag TEY BESTU