týsdagur 8. mai 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Túrurin fram við Themsen
ánni var sera áhugaverdur
og spennandi, tí fleiri av
mest kendu og mest
vitjaðu støðunum í
London liggja nevniliga
fram við ella tætt við ánna
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Ein av síðstu døgunum í London
vaknaðu vit tíðliga á morgni, og
tá vit hugdu út í gjøgnum vind
eygað, sóu vit, at veðrið enn eina
ferð var av tí allarbesta. Sólin
skein, og ikki eitt skýggj var at
síggja á luftini. Vit gjørdu av at
fara ein túr inn at hyggja at býnum
og onkrum av teimum áhugaverdu
støðunum, sum London hevur at
bjóða.
Vit gingu til nærmastu undir
grundarbreyt, har vit so valdu at
taka túrin heilt inn í miðbýin, har
vit fóru av tætt við Tower of Lond
on. Málið hjá okkum var at ganga
ein túr fram við Themsen ánni,
har vit ætlaðu at hyggja eitt sindur
eftir fleiri av teimum søguliga
støðunum, sum standa fram við
ánni.
Slottið og brúgvin
Tá vit komu upp úr undirgrund
arbreytini, sóu vit beinanvegin, at
vit vóru heilt tætt við Tower of
London, har vit ætlaðu at byrja
okkara túr henda dagin.
Stóra slottið stóð bert fáar
hundrað metrar frá okkum, og
kring slottið stóðu túsundtals fólk
og tóku myndir ella hugnaðu sær.
Nógv valdu eisini at taka túrin inn
á slottið, har tey kundu síggja eitt
sindur av tí, sum hevur gingið fyri
seg har upp ígjøgnum tíðirnar.
Tower of London bleiv bygt í
1078, so tað hevur næstan 1000
ár á baki. Slottið hevur m.a. verið
nýtt av teimum kongaliga, tað hev
ur verið fongsul, og síðani 1303
hevur tað húsa teimum ensku
krúnjuvelunum.
Tá vit høvdu verið ein túr runt
um slottið, gingu vit yvir á Lond
on Bridge, ið var fyrsta brúgvin,
sum bleiv bygd yvir um Themsen.
Nógv halda, at Tower Bridge er
tann gamla, søguliga brúgvin,
men so er ikki. Tower Bridge
bleiv bygd í 1894, meðan London
Bridge bleiv bygd av rómverjunum
fyri á leið 2000 árum síðani. Hon
er bæði brotin, dottin og brend
niður, men hvørja ferð hava bretar
bygt hana uppaftur, og tann dag í
dag stendur hon sum eitt søguligt
minni hjá bretum um gamlar dag
ar.
Frá Big Ben til Tony Blair
Tá vit vóru komin yvir um Lond
on Bridge, gingu vit vestur ímóti
London Eye, parlamentsbygningi
num og West Minister Abbey.
Veðrið var avbera gott, so tað bilti
einki, um túrurin var nakað lang
ur.
Tá vit høvdu gingið í ein tíma
nærkaðust vit London Eye. Har
stóðu nógv fólk í røð fyri at sleppa
inn, og vit hildu tað ikki loysa seg
at fara í ta longu røðini. Vit setta
okkum í staðin á eina fløtu undir
London Eye, meðan vit eygleiddu
tað stóra eyga, har man sær yvir
allan býin.
Tá vit høvdu sitið eina løtu,
valdu vit at fara yvir um ánna til
tann risastóra parlamentsbygning
in, sum hýsir helst kendastu
klokku í heiminum, Big Ben. Vit
fóru eisini afturum parlaments
bygningin at hyggja eftir kendu
kirkjuni, West Minister Abbey.
Tá vit høvdu sæð kirkjuna, var
túrurin fram við Themsen at kalla
liðugur. Vit ætlaðu at enda túrin
hjá okkum á Trafalgar Square, og
vit valdu at ganga frá West
Minister Abbey og Big Ben niðan
á Trafalgar Square. Á vegnum
gingu vit eisini fram við Downing
Street, har sum enski Premier
Ministarin býr.
Eina lítla løtu seinni stóðu vit
uppi á Trafalgar Square. Nú nærk
aðist kvøldið, men vit valdu at
seta okkum niður her at njóta tær
síðstu sólstrálurnar henda dagin
saman við øllum dúgvunum, sum
gingu runt ímillum øll fólkini.
Hetta hevði verið ein sera góður
dagur, har vit høvdu upplivað
fleiri av teimum kendastu støðu
num í London.
Túrurin fram við Themsen
Vit sóu nógv spennandi á túrinum fram við Themsen. Har var bæði Tower of London, West Minister Abbey, London
Eye, Parlamentsbygningurin, Big Ben og Downing Street, so hetta var ein spennandi og áhugaverdur dagur