týsdagur 8. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2007
summarkapping
Kunningarstovan í Vágum er ein av teimum níggju kunningarstovunum kring
landið. Kunningarstovurnar eru m.a. til fyri at kunna fólk um, hvørjar
møguleikar tey hava fyri upplivingum gistingum og øðrum á teimum ymisku
støðunum, og her hevur Vágoyggin fleiri møguleikar.
Eitt av tí, sum dregur flest ferðafólk vestur í er Mykines. Mykines er ein
áhugaverd oyggj fyri útlendingar, og tey flestu ferðafólkini, sum koma til
Føroya, vilja sleppa ein túr út í Mykines.
Vágoyggin hevur eisini nógv onnur ting, sum eru áhugaverd fyri ferðavinnuna.
Tað eru t.d. nógv, sum fara ein túr til Gásadals. Fólk fara har fyri at síggja
vøkru bygdina, og so síggja tey eisini útyvir Tindhólm. Skipað verður eisini
fyri gongutúrum til Gásadals, har gingið verður eftir gomlu rutuni, sum bleiv
brúkt, áðrenn tunnilin bleiv liðugur.
Vágoyggin hevur eisini eina vakra náttúru, og m.a. hevur hon tvey av størstu
vøtnunum í landinum. Her skipar Lakeside fyri túrum út í Oyrar, har fólk
sleppa at uppliva vøkru náttúruna. Tað ber eisini til at fara gongutúr til hitt
stóra vatnið, Fjallavatn.
Har eru eisini aðrir møguleikar í Vágum. Davidsen-hestar skipa m.a. fyri
ríðitúrum, til ber at leiga bát í Sørvági at sigla út í Tindhólm, og so hevur
Vágoyggin eisini eitt gott hotel, hotel Vágar.
Kunningarstovan í Vágum
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
So langt burtur,
og tó so nær ...
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
r e p r o z
Njót nattúruna við klettum,
holum og fuglalívinum við
Vestmannabjørgini. Vit sigla
inn í djúpar holur og millum
lodrøtt fuglabjørg og tætt
millum bogar og sker.
Um tú vilt uppliva nakað
serstakt - royn so ein túr við
einum av okkara bátum.
Trygdin er í hásetri og
manningin hevur góðar
royndir og nógv ár á baki.
Sightseeing túrar eystur undir land
...og kring allar Føroyar
PALLI LAMHAUGE
Tel. 424155 - fax 424383
sight@sightseeing.fo
www.sightseeing.fo
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
44