Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2007 summarkapping Hotel Eiði Nú nærkast summarið rættiliga, og gistingarhúsini kring landið byrja at brynja seg til útlendsku gestirnar, sum oftast koma til landið í summarmánaðunum. Hotel Eiði er eisini millum gistingarhúsini, sum hava brynja seg væl í vetur. Tey hava nevniliga havt ávísar umvælingar á gistingarhúsinum. - Ja, vit hava umvælt ein part av hotellinum, sigur Malan Rubeksen, sum er dagligur leiðari á Hotel Eiði. - Vit hava 16 kømur á gistingarhúsinum, og tey eru øll gjørd í stand. Nú eru bæði vesi og bað í øllum kømrunum, so tey eru væl betur enn í fjør. Í fjør hevði Hotel Eiði eisini eina væl umtókta buffet hvørt sunnukvøld, og hetta ætla tey at halda fram við. Í ár verður buffetin tó víðkað til tvey kvøld um vikuna. - Buffetin hjá okkum gekk ómetaliga væl í fjør, tí hava vit valt at royna hana aftur í ár. Í fjør høvdu vit tó bert buffet sunnukvøld, men í ár fara vit at hava hana bæði leygarkvøld og sunnukvøld, sigur Malan. Annars hevur Hotel Eiði dagsins rætt um dagin á sumri, meðan fólk kunnu keypa a la carte um kvøldið. Her hava tey eitt stórt úrval av fiski, tí hetta dáma útlendingum ofta best. Harafturat hjálpir gistingarhúsið eisini gestunum at fyrireika túrar í økinum, so teir kunnu uppliva vøkru náttúruna í økinum. Hotel Eiði hevur havt ávísar umvælingar í vetur, og m.a. er øll kømrini á gistingarhúsinum sett í stand. So nú eru umstøðurnar nógv betri VÁRIÐ er komið SMS SHOPPING - kom við TÓRUNN, TURIÐ og MARITU á shoppingtúr BRÚKARA RÆTTUR Okkara løgfrøðingur svarar spurningum! PROFILAR • Mixa merkini í Klivanum • Rit & Rák fær nýggja innrætting • Klokkan við øllum smúkkunum SMS BLAÐIÐ APRÍL - JUNI 2007 Italsk vika í SMS - italskt toy, matur, tónleikur, kaffi, brillur, bøkur og nógv, nógv meira… Lesið nýggjasta SMS-blaðið! Halt frí tá tú hevur frí Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo Vælkomin á Hotel Norð Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45 hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo • 15 dupultkømur • Matstova til 250 gestir • Fundarhøli • Barr • Náttúruvakurt • Buss til hurðina www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo 45