Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2007 46 summarkapping Norðlýsið Norðlýsið hevur í nógv ár siglt fastur túrar runt um Nólsoynna og út í Hest um summarið, um veðrið hevur verið gott. Hesar túrarnar ætla teir sær at halda fram við, sigur Birgir Enni. - Ja, vit fara aftur í ár at hava fasta túrar út til Nólsoyar ella til Hest. Hesir túrar vera á morgni týsdag og hósdag. Harafturat fara vit eisini at hava nakrar konserttúrar, har tónleikabólkar spæla úti í hellunum í antin Nólsoy ella Hesti. Hesir túrarnir vóru sera væl dámdir í fjør, so tí fara vit at royna hetta aftur í ár. Hóast fleiri føroyingar eru við á túrunum hjá Norðlýsinum, so er tað tó flest útlendingar, sum royna hesar túrarnar. Gestirnir fáa mat umborð á sluppini, um tey vilja, og harafturat hevur sluppin útgerð at fiska við, soleiðis at gestirnir eisini sleppa at royna hetta. Í mun til í fjør, so hevur Norðlýsið keypt sær ein skjóttgangandi bát, sum er gjørdur í Írlandi. Báturin gongur skjótt og ber seg ógvuliga væl. Hann er ikki góðkendur av skipasýninum enn, men tað verður hann ætlandi heilt skjótt. Hesin skal m.a. brúkast til at fara inn í stór helli við, og so kann hann sigla fólk skjótt heim, um tey hava hug til tess. Báturin kann tó eisini brúkast til leigutúrar, tá hann verður góðkendur av skipasýninum. Norðlýsið hevur keypt ein nýggjan skjóttgangandi bát, sum verður knýttur at sluppini. Nýggi báturin kann tó eisini nýtast til leigutúrar, tá hann verður góðkendur av skipasýninum. Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum